- Bíblian er fylt við feilum

Bíbliutýðingarnar, sum m.a. verða nýttar í Fólkakirkjuni og í samkomunum í dag, eru korruptar.

Tað heldur Sjúrður Højgaard, sum sjálvur er farin í holt við at týða Bíbliuna av nýggjum.

Hann vísir á, at tær báðar føroysku bíbliurnar eru týddar eftir upprunatekstum, sum so ella so stava frá Alexandria, sum var høvuðssæti hjá gnostikarum.

- Tey eru í veruleikanum korrupt griksk manuskript, og tí nytta báðar føroysku týðingarnar lítið og einki, sigur Sjúrður Højgaard, sum týðir út frá einum øðrum teksti, ið er kendur sum tann sýriski ella byzantiski teksturin.

Ein munur er, sambært Sjúrði Højgaard, fatanin av Jesusi.

- Gnostikararnir trúðu ikki, at Jesus Kristus er sonur Guðs komin úr holdi. Í røttu handritunum, hinvegin, verður týðiliga lagdur dentur á, at Jesus er Guð ? ikki bara sonur Guðs ? men annar persónurin í trýeinigheitini, sigur Sjúrður Højgaard, sum vísir á, gnostikararnir høvdu lyndið til at kalla Jesus fyri menniskjasonin, og tað heldur hann ikki vera rætt.

Sjúrður Højgaard er einsamallur um nýggju bíbliutýðingina, sum longu er løgd út á heimasíðuni kjv.fo.

- Eg finni ongan, sum er púra samdur við mær, so eg havi valt at gera alt sjálvur, sigur Sjúrður Højgaard m.a. við Rás 2.

Nýggja Testamenti er longu farið til prentingar í USA, og í næstum verða góð 2000 eintøk ókeypis at fáa í Føroyum.

- Teir, ið standa fyri prentingini, hava bjóðað sær til at gera tað ókeypis við teirri treyt, at eg býti tær út ókeypis í Føroyum, sigur Sjúrður Højgaard, sum ætlar sær til samkomurnar.

Eitt longri prát er við Sjúrð Højgaard í tíðindunum á Rás 2 klokkan 17.