Hon hevur nógv upp á hjarta, nógvar keldur og royndir at oysa av. Tað ivast tú onga løtu í, tá ið tú hittir Tóru Tóroddsdóttir, og nú, tá ið tú kagar í bókina Rura, sum hon hevur skrivað. Okkara børn, kallar hon tey, sum bókin er um. Tað eru okkara børn, sum hava góðar gávur og skil, men sum vegna linar og óstortligar rørslum, tað vil siga sansaskipanartrupulleikar, hava ein truplan gerandisdag.
Hósdagin kom bókin loksins, Rura um rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum. Føroya Skúlabókagrunnur gevur út, og tí, at tað ikki er á hvørjum degi, at eitt slíkt verk á føroyskum verður givið út, varð skipað fyri bókarframløgu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hensar Ellingsgaard vegna Undirvísingar- og mentamálastýrið, Helena Dam á Neystabø vegna Landsstýrið, og Heðin M. Klein vegna Føroya Skúlabókagrunn bóru fram kvøðum, og Marjun og Gulli spældu klassiskan tónleik á floytu, klaver og fiól.
Heðin M. Klein, leiðari í Føroya Skúlabókagrunni, segði í stuttari røðu, at tað sum ger bókina so einastandandi er, hvussu væl ið tað eydnast høvundinum at binda saman vísindaligt innlit við praktiska, kropsliga viðgerð og venjing, sum Tóra sjálv setur saman, mennir, broytir og útbyggir, grundiga og miðvíst, men eisini við stórum hugflogi og við einum eldhugi, sum undir lestrinum smittar okkum lesandi. Og tað er ikki minsti vinningurin við hesari bókini. Henda bókin er ikki skrivað at standa í bókahillini og savna støv, nei, hon er skilliga ætlað at vera trálisin, vera íblástur og roynd í verki.
Vegin flest vilja ganga
Í røðu greiddi Tóra Tóroddsdóttir frá, hvussu bókin Rura var til og hvør kjarnin í henni er.
- Rura er skrivað um tað at sansa og um alfaravegin, vegin vit flest vilja ganga. Hon er um ta leið, ið barnið ómedvitað søkir fyri at mennast og búnast. Um tað, hvussu vit við framfýsni og natúrligari leitan halda á og halda út. Hvussu vit liva í samljóði við løtuna sum er, samstundis sum tað farna fylgir okkum og býr í okkum.
- Fyri góðum tíggju árum síðani fór eg í fast starv sum fysioterapeutur í føroyska skúlaverkinum. Har væntaði eg fyrst og fremst at arbeiða við rørslutarnaðum børnum. Børnum við álvarsomum men væl avmarkaðum breki. Hetta var eisini royndin, men ber til eitt vist. So líðandi vaks ein langur bíðilisti við børnum, sum ikki høvdu nakra sjúkuavgerð ella diagnosu. Hetta vóru børn og eru børn við linum og óstortligum rørslum. Tey eru klombrut, hava lítið sjálvsálit og torført við at arbeiða miðvíst og hugtikin mitt í øllum tí ruðuleika, sum verøldin bjóðar. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men stórum trupulleikum í skúla og dagligum spæli.
- Hesi børn verða rópt sansaskipanarbørn. Tað vil siga børn, ið hava trupult við at fáa sansarnar at rigga sum eina eind. Tað eru tey sum eiga hesa bók. Tey eru kveikjan, keldan og innihaldið. Sansaskipanarbørn eru nógv í tali. Ein kanning framd av tveimum starvsfeløgum mínum, Jónvør í Dali og Jóngerð Biskupsstø, vísir, at ið hvussu so er 1,5 av hvørjum 20 børnum í tí føroyska fólkaskúlanum hava veruliga stórar sansaskipanartrupulleikar. Í teimum 10 grundskúlaflokkunum eru sostatt 400-500 børn, ið hesum viðvíkjandi hava serligan tørv.
Hvat er eitt sansaskipanarbarn
- Vit kunnu flest øll sansa við kroppinum sum eini stórari eind, sansa umhvørvið og okkum sjálv, liðirnar, vøddarnar, megina, og kenna hvussu tað táttar í. Vit sansa klæðini á kroppinum, vindin sum suðar, ljósspælið á rútinum, sansa alt hetta sum eina mynd, men samstundis kunnu vit sálda meginpartin frá og binda hugin við okkurt annað, ið umhvørvið velur sum tað rætta. Hetta er í veruleikanum kjarnan ella úrslitið av sansaskipan.
- Sansaskipanarbarnið dugir ikki at sálda frá og savna seg í nóg stóran mun. Orsøkin til, at sansaskipanin ikki riggar, er ofta einføld og greið, men hon liggur sera djúpt. Tað má verða kagað langt niður og leitað aftur í fosturtíð og vøggutilveru. Í flestu førum snýr tað seg um børn, sum hava havt ov friðarliga fosturtilveru, og harvið hava fingið ov lítið av boðum um sína egnu tyngd á ferð og flogi og ov lítið av húðsansupplivingum. Hesi børn føðast fátæk av royndum. Í staðin fyri at leika í, munga og ynskja sær, fyri at innheinta tað, sum ikki var til vega, so vilja tey hava frið. Tey eru lin, vilja sova, vera still, og frábiða sær harafturat tað tætta sambandið sum favnurin hevur at bjóða.
Bókin Rura roynir at lýsa barnið, bæði nervafrøðiliga og sum ein einstakling úti í tilveruni, men fyrst og fremst er hon ein vegleiðing um, hvussu til ber at kanna og viðgera. Henda viðgerð er einans gjørlig í tvørfakligum samstarvi, og tað vil siga, at skúli, dagstovnur, serkøn fakfólk og foreldur mugu taka hendur saman, ansa, stuðla og menna.
Nomið við eitt øki, sum ristir djúpt
- At skriva er ikki bara sum at siga tað, havi eg ásannað. Truplast var at seta punktum. Tá ið sansaskipanarbørn fylla hugin, bæði sum innihald og karmur, er einki punktum til, eingin avgjørdur endi. Hvørt einstakt barn letur seg upp sum ein ólisin bók, og tess longur tú fylgir við á leiðini, torførari verður at finna ta síðuna, har punktum verður sett. Tú hevur ment teg saman við barninum, og tað heldur á at liva inni í tær. Tá ið tú kortini tekur ta avgerð, at endin má verða sleptur, steðgar tú á hyggur aftur um bak, undrast, gleðist og vónar. Tú hevur nomið við eitt øki, sum ristir djúpt, kanska djúpari enn tú ætlaði og megnaði. Tað lætnaði veruliga hjá mær at tøma hugin út gjøgnum hondina og yvir á eitt blað. Mín vón er, at Rura fer at gagnast øllum føroyskum børnum. At foreldur og fakfólk kunnu nýta hana til at fáa innlit í ta kropsligu menningina, og at fleiri og fleiri børn verða beind á rætta leið í tøkum tíma, sigur Tóra Tóroddsdóttir.