Krúnprinsparið hevur í morgun vitjað á Skálafjørðinum og tók sær stundir at tosa við fjølmiðlarnar eftir vitjanina í Bylgjuni.
- Tað mest spennandi hevur verið at síggja tað stóru menningina, sum hevur verið í Føroyum, síðani vit vóru her seinast. Eg hugsi bæði samfelagsliga og í fólkatalinum. Tað er eyðsæð, at hetta er eitt samfelag í framgongd, sigur hon.
- Havið gevur tykkum jú ómetaligar nógvar møguleikar, sum eisini er til gagns fyri allar føroyingar, sigur Fríðrikur, krúnprinsur, sum júst hevur verið á vitjan hjá Bakkafrost.
- Vit fingu høvi at síggja verksmiðjuna, og hvussu fyritøkan hevur tillaga seg broyttar umstøður. Tað var eisini stuttligt hjá børnunum at koma so tætt upp á laksin og síggja, hvussu laksurin mennist frá rogni til lidnan døgurða, sigur krúnprinsurin.
- Børnini hava hugnað sær og hava verið sera glað um vitjanina, og halda fleiri av støðunum hava verið spennandi at vitja, sigur Mary, krúnprinsessa. Tað sást eisini á myndunum av túrinum á Bakkafrost, at børnini lótu seg bergtaka av laksunum, sum svumu í akvariunum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, segði eisini, at børnini stuttleikaðu sær við VR-brillunum á Biskupstorgið í gjár.
Christian, prinsur, er tann, sum hevur fylgt teimum mest, men tað er ikki ein tilvitað ætlan at fyrireika hann til lívið sum krúnprinsur og seinni kongur, siga tey.
- Tað er mest, av tí at hann er eitt sindur eldri enn hini børnini. Hann orkar betur, er forvitnari, hevur størri kunnleika og hevur snøgt sagt betri hug at vitja nýggj støð enn yngru systkini, sigur Mary, krúnprinsessa.
- Føroysku klæðini eru fantastisk at vera í. Eg havi sjálvandi verið í teimum fyrr, men ongantíð í so nógvar dagar. Tey eru behagilig at vera í og tað, at tey eru gjørd úr náttúrunar egna tilfari ger, at tey eru heit og góð, sigur Fríðrikur krúnprinsur.
Hann váttar eisini, at hann hevur fingið eina nýggja troyggju at vera í.
- Jú, tað vóru nakrar fittar kvinnur, sum lótu meg vita, at hin troyggjan var ið so stór, og tað eydnaðist so at fáa fatur á eini aðrari troyggju, sum situr nakað betri. Og nýggjum hosum, sigur krúnprinsurin.
Krúnprinsessan er eisini fegin um, at øll familjan nú hevur føroysk klæði til vitjanina í Føroyum.
- Vit vilja eisini vísa virðing fyri Føroyum og føroyingum, og vilja sjálvandi vera í klæðunum, tá vit vitja her. Vit royna eisini at bera búnarnar við virðing, sigur Mary, krúnprinsessa.