- Børn skulu hava tað besta av tí besta

- Eg havi lagt dent á myndir, sum føroysk børn kenna. Áðrenn eg fór í holt við at gera tekniheftini, kannaði eg tað sum var á marknaðinum. Eftir mínum tykki var tað ov vánaligt og keðilig. Eg visti, at eg kundi gera tað betri, sigur Aase Bømler Olsen, listakvinna, sum hevur gjørt málibók og teknihefti, tey fyrstu av sínum slag í Føroyum

 

BØKUR


- Børn læra lættari og skjótari, um tey hava tað stuttligt meðan tey loysa uppgávur. Tað eri eg sannførd um, sigur Aase Bømler Olsen, listakvinna.

?Stuttleika tær? er heitið á seinasta bóklinginum, ið Aase Bømler Olsen hevur evnað og teknað. Hetta er bóklingur ætlaður sum málibók og søgubók, har barnið sjálvt finnur uppá. Upplegg og spurningar eru, sum kunnu seta gongd á eina søgu, men hevur barnið ikki hug til at siga søgur, kann bókin brúkast eittans sum málibók. Hugskotið til bókina eigur Aase Bømler Olsen og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út.

- Áðrenn eg fór í holt við málibókina, hugdi eg eina ørgrynnu av málibókum ígjøgnum. Eg undraðist yvir, at næstan eingin tekning var teknað liðug. Børn fara eftir øllum at døma undir eina tekning av fullum huga, men so knappliga tíma tey ikki meir. Tað fekk meg til at fara at kanna nærri, hvat børn hava áhuga í. Úrslitið var, at gentur og dreingir hava ikki áhuga í tí sama, og at børnum dámar best at mála meðan foreldrini eru í nánd. Ein mamma segði mær, at sonur hennara dámar best at tekna meðan tey finna upp á søgur samstundis. Tí fekk eg hugskotið at tekna eina málibók, sum samstundis er eitt upplegg til søgur. Endamálið er, at foreldur skulu seta seg niður saman við børnum sínum at tosa um eitt ella annað og so kunnu børnini tekna samstundis. At hugna sær saman, sigur Aase Bømler Olsen.

Aftast í nýggjasta tekniheftinum er eitt spurnarblað. Ætlanin við tí er, at børn skulu svara nøkrum spurningum um tekningarnar og senda svarini til høvundin. Hetta fyri at vita, hvørjar teimum dámar best, um tey eru genta ella drongur, og annað ið kann geva Aase eina ábending, næstu ferð hon ætlar at evna eitthvørt til børn.

Aase Bømler Olsen er donsk, gift einum føroyingi og hevur búð í Føroyum í nógv ár. Til dagligt starvast hon á Ferðaráð Føroya hálva tíð og so er hon eisini grafisk listakvinna. Í umbúna hevur hon eisini fyrsta føroyska listakalendaran, sum kemur í næstum. Hon heldur, at tað er harmiligt, at børn ikki fáa undirvísing í tekning í skúlanum.

- Rákið er ikki við tekning. Í dag skulu børn vera so kreativ - í aðrar mátar. Tað hevði gjørt tað lættari fyri børn seinni um tey fingu undirvísing í tekning fyrstu árini í skúlanum. Tá ið børn verða 13-14 ára gomul tekna nógv ikki longur, tí tey gerast ov sjálvkritisk, einki líkist soleiðis sum tey vilja og tey siga, at tey ikki longur duga at tekna.

- Eg havi altíð teknað. Sum ung droymdi eg um at fáa mær eina útbúgving innan list, men eg fann skjótt út av, at tí kundi eg ikki liva av. Ístaðin fekk eg mær eina stutta útbúgving innan hotelvinnuna og í ferðavinnuni eri eg enn. Fyri umleið fimtan árum síðani fór eg aftur at tekna og mála av álvara, og tá ið Adventistaskúlin heitti á meg um at undirvísa børnum í tekning, tók eg av, sigur Aase Bømler Olsen, sum er adventist.

- Eg havi eina breiða vitan um tekning, og tað kom mær til góðar, tá eg skuldi undirvísa. Alt eg sjálv kundi hugsað mær at duga, tá ið eg var barn, lærdi eg børnini, sigur Aase Bømler Olsen, sum er dóttir ein málarameistara, sum eisini dámdi væl at tekna og mála.

Heimligt tilfar vantar

Frammanundan ?Stuttleika tær? eru tríggir aðrir bóklingar komnir, ?Stuttlig tøl? eita teir. Fyrsta tekniheftið ?Stuttlig tøl? kom í 1997, tað næsta í 1998, og tað seinasta higartil í fjør. Flestu uppgávurnar eru gjørdar til børnini at stuttleika sær við, men ein ætlan liggur aftanfyri, og børn læra at rokna, antin at leggja saman, taka frá og aðrar roknihættir, uttan at tey sjálvi varnast tað. Samstundis sum tey hava tað stuttligt. Ikki fyrr enn myndin er teknað og loyst, sær barnið, hvør myndin er.

Tað var meðan Aase undirvísti børn í tekning á Adventistaskúlanum, at hon sá, at stórur tørvur er á undirvísingartilfari í tekning, ætlað føroyskum børnum.

- Nógv tilfar var á øðrum málum. Eg kannaði tað sum var, men helt, at tað var alt ov vánaligt og keðiligt. Men eg fekk nógv hugskot, og eg visti, at eg kundi gera tað betri.

Aase Bømler Olsen fór undir at gera nakrar royndir, har hon serliga arbeiddi við komposisjónum í tekningum, sum nøkur børn royndu.

- Børn skulu hava tað besta av tí besta. Tey, ið eg setti meg í samband við, tóku ógvuliga væl ímóti royndartekningunum, eisini lærarar, sum mæltu mær til, at eg setti meg í samband við Skúlabókagrunnin.

Skúlabókagrunnurin, serliga Bjørg Matras, sála, tók væl ímóti hugskotinum, men mælti til heldur at gera eitt teknihefti ístaðin fyri leysar tekniuppgávur, sum Aase upprunaliga ætlaði.

- Tekniheftini krevja meiri av mær enn tað eg ætlaði av fyrstan tíð. Í heftunum skal vera ein byrjan og ein endi umframt eitt pedagogiskt innihald. Tað sær lætt út, men nógvar tekningar eru rættiliga fløktar og samansettar, og tað krevur gjøgnumhugsni. Mannagongdin hevur tí verið, at eg havi gjørt eina tekning, sum eg síðani havi sett roknistykki inn í. Og so skal eg alla tíðina hava í huga, at talið av úrslitum skal svara til talið av litum, sum barnið skal brúka til tekningina.

- Pedagogiska bygnaðin í heftunum havi eg funnið fram til so við og við. Eins og íblásturin til tekningarnar. Eg havi lagt dent á myndir, sum føroysk børn kenna, og myndirnar skulu vera góðar. Tað havi eg í øllum førum roynt, um tað er eydnast mugu onnur døma um.

Fyrstu trý heftini eru ætlað fyrsta floks næmingum sum ískoyti í undirvísingini. Og høvundurin mælir til, at heftini liggja í skúlanum til nýtslu har.

- Meiningin er jú, at lærarar skulu hava tekniheftini, sum røkka út um tað, sum stendur í roknibókunum, til at taka, bæði til næmingar sum eru komnir langt og teir sum ikki eru komnir so langt. Fáa næmingarnir heftini heim við, eru tey beinanvegin liðug.

Saman við Torill Jensen hevur Aase Bømler Olsen eisini gjørt frálærutilfar til kristnifrálæruna. Skúlabókagrunnurin gevur út.

- Hetta er kristni uppá ein stuttligan máta til næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk. Talan er um krossorðagátur, upplegg til ymisk spøl, ymiskar uppgávur, tekningar sum skulu klippast og límast, og mangt annað. Endamálið er at læra børn at duga at brúka Bíbliuna, sigur Aase Bømler Olsen at enda.