- Besta bamsan hjá Leu kom aftur

Tá Lea varð borin í heim fyri seks árum síðani fekk hon eina bamsu frá ommu síni. Henda bamsan hevur verið besta bamsa hennara líka síðani. Men í summar varð kortini heilt galið, tá bamsan ikki var við, tá Lea og familja hennara fóru eitt tíðarskeið til Kina.

Argir: Tað er fyrrapartur á degi, og seks ára gamla Lea situr við køksborðið við eini litbók og litar ein stóran fisk.
Frammanfyri henni liggja fleiri litblýantar, sum hon skiftir at lita henda vakra fiskin við.
Í morgun fær hon kortini ikki møguleika at lita fiskin lidnan beinanvegin, tí tvey umboð fyri tíðindatænastuna vóru komin á vitjan.
Tey ætlaðu at tosa við Leu. Ikki beinleiðis um litbókina ella fiskin, men heldur um besta kelidjórið hjá henni bamsuna Leika.
Bamsan Leika er ein lítil brún bamsa, sum við tíðarinnar tonn er vorðin rættiliga slitin. Men tað hevur ikki havt nakað at siga fyri Leu.
Hon hevur átt hesa bamsuna síðani hon varð fødd, og hon hevur fylgt henni dag og dagliga. Men fyrr í ár varð hon burtur, tá Lea saman við familjuni var á veg til Kina!
- - Hetta var ikki so gott, tí eg longdist so illa eftir henni. Tí var tað ordiliga gott at fáa hana aftur, sigur Lea Rasmussen.
Lea gongur dagliga í barnagarði í Dagstovninum á Argjum, har hon er knýtt at skúlabarnagarðinum.
Hetta dámar henni væl, og hon dugir eisini longu nú at leggja nøkur av smærru tølunum saman.
Tey spæla eisini nógv ymiskt har, men einki tykist at kunna taka plássið frá bamsuni Leika.

Gavst ikki at spyrja
Í summar skuldi pápi hennara á eitt skeið í Kina, í samband við starv sítt, har hann tók familjuna við á hesa longu ferðina.
Tá tey høvdu verið í Kina eina tíð, byrjaði Lea at spyrja eftir hesi kæru bamsuni, tí hon saknaði hana so nógv. Tey leitaðu allastaðni, men hon var ongastaðni at finna.
Foreldrini hildu, at hon helst ikki var komin við allan vegin eystur til Kina. Annaðhvørt lá hon í Danmark ella var hon ongatíð komin við í flogfarið úr Føroyum, tí hon lá eftir heima við hús á Argjum.
Lea gavst kortini ikki at spyrja eftir henni, men har var einki at gera. Leika var ongastaðni at finna.
Tá tey komu aftur til Føroyar, kundu tey bara staðfesta, at bamsan heldur ikki var heima við hús. Hon mátti tí vera umborð á onkrum flogfari.
Tey gjørdu ikki mætari enn at ringja til Atlantsflog. Og hagani fingu tey leiðbeining í, hvussu ein skuldi bera seg at, við at boða frá og finna fram til lutir, sum vóru burturmistir á flogleiðina.

Funnin aftur
Tá lutir verða burturmistir, er skipanin hon, at teir verða lætnir eini finningarstovu í Valby, har lutirnir verða goymdir.
- - Ja, vit fingu at vita, at skuldu vit spyrja eftir einum ávísum luti, so skuldu vit senda eitt telefaks hagar.
- - Her skuldu vit so upplýsa um lit og stødd og annað í hesum sambandinum. Vit sendu so faksið, hóast vit, heilt erliga, ikki væntaðu at tað fór at geva nakað úrslit, greiðir mamman frá.
Men tað ótrúliga hendi. Teir funnu bamsuna aftur, og varð hon send Leu, sum var øgiliga glað henda dagin, sum vituligt er.
Lítla fitta bamsan kom sendandi í einum brævbjálva. Lea var ikki heima júst tá brævið kom, men hon var skjót at pakka upp, tá hon fekk brævbjálvan í hondina.
- - Jú, eg var ordiliga glað, tá eg sá bamsuna aftur, sigur Lea.

BamsAN
Nú er nakað síðani at Lea fekk bamsuna aftur, men hon er ikki vorðin minni glað fyri hana síðani tá.
Hon fekk Leika beint eftir at hon varð borin í heim fyri seks árum síðani. Hóast Lea eigur aðrar bamsur, so hevur Leika kortini alla tíðina verið bamsAN.
Lea er so góð við hesa bamsuna, at hon svevur við henni hvørja einastu nátt.
- - Ja, eg má hava hana við, tá eg leggi meg at sova. Hetta er allarbesta bamsan sum eg eigi.
- - Og tá eg fari í barnagarð, so situr hon í songini og bíðar eftir mær, greiðir ein fegin Lea frá.