heimssamfelagnum. Hetta sjónarmið hevur vunnið, og nú er bert eftir at seta vilja tjóðarinnar í verk. Henda sigursløtan er eisini løtan at vísa stórsinni. Tað er eingin orsøk til at forða nøkrum í at vera saman [...] Tað sum hevur týdning er, at vit við teimum samráðingum, vit taka upp, fáa eitt gott samstarv við Danmark og hini Norðurlondini. Hesum er einki til hindurs fyri, nú veturin er farin og myrkursins púkar [...] skipa fyri her hjá okkum. Í hesi løtu eiga vit at leggja niður gamalt agg og minnast til, at í komandi tíðum skulu vit øll vera saman í hesum landi og byggja tað upp, so at øll tey, sum her vaksa upp,
viðurskiftini. Hví skulu vit røða um hetta her á fyrsta mai? Svarið er eyðsýnt, vit eiga at leggj í onnur. Mitt í allari vælferðini er lætt at gloyma hesi. Men hava øll her á fold ikki uppiborið eitt virðiligt [...] fæloysinganna. Her má svarið verða nei. Í øllum føri er hetta ikki aktuelt í løtuni. Hvat var so av skrímslinum, ið Marx profiteraði um? Úrslitini ella skrímslini eru mong. ?Fyrsta Internationala? er eitt av [...] var deyðatøgn... Tað er ómetaliga harmuligt, at føroyski vinstravongurin og fakfelagsrørslan ikki arbeiða betur saman enn so. Hetta átti at verið heilt nattúrligt, líka sum tað er í londunum rundanum okkum
týdning heldur Dánjal Pauli. Ikki minst fyri útinnandi listafólk. Hóast Húsið ikki bert er bygt til sjónleik, so er tað betri bygningur til hesa listagrein enn nakar annar føroyskur bygningur. Vit hava jú [...] Dánjal Pauli er góður frásøgumaður, og vit fingu eitt prát við hann um, hvussu ætlanin um at byggja Húsið kom í lag, hvussu undirtøkan var fyri hesum, og hvussu hesi 15 árini hava hilnast. Dánjal Pauli [...] samdir um í Landsstýrinum at mæla til at byggja eitt hús. So varð tosað um fígging. Húsið í Íslandi er bygt fyri 99% av norðurlendskum miðlum, meðan íslendingar bert hava goldið 1%. Til hetta segði hann
hevur bara lagt seg her afturi, her er róligari. Seinni Klokkan er 16.45 og vit sigla uttan fyri Scarborough, ættin er útnyrðingur, vindmegin 15 m.sek og ferðin er 12 míl, men vindurin er minkaður nakað, segði [...] eg sovið nógvar tímar, tí longu nú klokkan er 5.30 sitið eg aftur her á Viking Club og festi hesar reglur á skerm. Her er tómt og bert ísterningamaskinan er at hoyra og klirr frá fløskum, tá ristingarnar [...] lýsa, klokkan er um 23, kanska meiri. Siglt verður við lítlari ferð móti brúnni, Tower Bridge, sum fer upp. Brúgvin er 109 ára gomul, men verkið sum hálar hana upp er ikki so gamalt, tað er nýggjari. Og
Valið er av, samgonga er skipað og Javnaðarflokkurin situr enn í andstøðu. Ein støða, sum formaður floksins neyvan er nøgdur við, kanska serliga tá hugsað verður um hvussu stóra framgongd flokkurin fekk [...] til merkis er, at fólkaatkvøðan, sum Tjóðveldisflokkurin hevur livað uppá síðan 1948 sambært hetta samgonguskjalið er annulerað, tí vit skulu hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Eg haldi tað er keðiligt fyri [...] at man hevur livað uppá eina lygn í øll hesi árini. - Annars er tað eitt annað, sum harmar meg, og tað er henda "forfeingiligheitin", sum er í sjálvstýrispolitikki, at teir hava ein tørv fyri at proklamera
s End, sum er sjálvt útsynningshornið í Onglandi. Ikki færri enn 111 bátsmanningar skuldu luttaka í »World Pilot Gig Championships«, og her skuldu føroyameistararnir 1997 vísa, hvør dugur er í føroyingum [...] tikið varð til. Báturin er stutt sagt ikki egnaður til kappróður sum so. Saman við øðrum bátum, sum eisini vórðu bygdir í farnu øld, eru teir vanliga at finna í aftasta bólki, og er talan tí fyrst og fremst [...] ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróðurin. Báturin er væl smalri enn føroyski báturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu niður á stokkin millum
LIVA LÍV OKKARA SJÁLVS At viðurkenna samleika sín, standa við tað, ein er, er ein grundtreyt fyri vøkstri og menning. Orðið samleiki er nýtt, men ikki hugtakið ella hugsanin aftan fyri tað. Í 1905 helt Símun [...] politiskum ella øðrum valdi? Slíkt er tað, tá ið talan er um stremban føroyinga eftir ræði á egnum viðurskiftum og ognum. Sama fyribrigdið, ósjónlig kúgan og sjálvskúgan, er tað, tá ið vit føroyingar ræðast [...] Norðurlondum er føroyskur tjóðskapur viðurkendur, ella hvussu? Nei, tíverri: Føroyar eita í Norðurlandaráðnum eitt »område«; har er veto lagt móti, at Føroyar í Norðurlandaráðsins høpi eita »land;« tað er ov gott
Málmansspælið hjá mær er sum heild er vorðið betri, og eg kenni meg tryggari í øllum støðum, sum eg komi út í undir dystum, tí vit venja so miðvíst og so nógv, sigur hann. ? Tað er ein stórur fyrimunur [...] at gera, og tað er týðuligt, at Jákup er nógv betri fyri enn kappingarneytin Kai Larsen, sum hevur havt skaða at dragast við í vár. Svend Knudsen drívur á báðar málverjarnar, men tað er líka so týðuligt [...] týðuligt, at hann er betri nøgdur við avrikini hjá Jákupi undir tveir tímar longu venjingini. ? Jákup og Kai eru tættir, men Jákup hevur nakrar fyrimunir fram um Kai. Jákup er størri og hann er nógv betri bóltspælari
gleðiliga, sum er hent, er at semja er millum allar partar. Viðvíkjandi vinnuskúlum ræður um altíð at vera á varðhaldi, soleiðis at skúlarnir fylgja við tíðini og tí hon krevur. ? Oljuvinnan er altíð í hu [...] lærugreinir koma inn í skúlarnar, er tað neyðugt, at Læraraskúlin fylgir eftir. Ein nevnd við serkønum fólki er sett at endurskoða læraraskúlaútbúgvingina. Endamálið er so at dagføra læraraskúlaútbúgvingina [...] nevna nakað ítøkiligt, sum eigur at verða gjørt. Tað er næstan ábyrgdarleyst, at støðan er so ring nógva staðni. Vit hava skyldu til tað, men hjá mær er trupulleikin at fáa fígging til vega. Samanlagt fær
føroyska tíð. Tann einasti, sum "vantar", er Óli Johannesen, sum er upptikin av próvtøku og tí ikki er við í Estlandi. Tað verður helst Jens Martin Sum vant er Allan Simonsen sera natin við upplysingum [...] rættiliga trygt, meðan tað er ivasamt, hvør annar sleppur at stríðast á miðvøllinum. Magni Jarnskor er smáskaddur, men hevur eins og Jens Martin eina høga stjørnu hjá venjaranum, og so er hann eisini fyrsta val [...] fyllast, og her kann Hans Fróði Hansen, sum hevur spælt væl fyri HB higartil í ár, fáa sín fyrsta landsdyst. Jan Dam hevur verið skaddur í seinastuni og hevur ikki ta stóru dystarvenjingina, men hann er ein av