Sum einstaklingurin, soleiðis eisini tjóðin: uttan samleika er hon ikki til. Men samleikin kann vera køvdur av ymsum orsøkum, t.d. beinleiðis av harðskapi ella óbeinleiðis av hóttan ella tøling.
AT LIVA LÍV
OKKARA SJÁLVS
At viðurkenna samleika sín, standa við tað, ein er, er ein grundtreyt fyri vøkstri og menning. Orðið samleiki er nýtt, men ikki hugtakið ella hugsanin aftan fyri tað. Í 1905 helt Símun av Skarði røðu um at »liva lív okkara sjálvs« (Frælsmannamál s. 95-97) og meinti harvið at vera sannur móti uppruna sínum og natúr. Hann tók dømi úr sínari tíð um, hvat tað var ikki at liva lív síns sjálvs, nevniliga at læra bønir uttanat á donskum, og kallar tað synd móti natúruni, tí harvið seta vit okkum upp ímóti skaparanum og siga, at tey amboð hann hevur givið okkum, duga ikki. Í dag kunnu vit taka onnur dømi um ikki at »liva lív síns sjálvs«, eitt nú at vit ikki gagnnýta okkara natúrliga tilfeingi betur og at vit ikki taka fulla politiska ábyrgd av landi okkara.
Tað, at taka fulla politiska ábyrgd, er avgerandi treyt fyri, at tjóðskaparligi samleiki okkara kann vera heilskapaður og vit sjálv ikki »hálv« menniskju. Var tað so, at Føroya fólk kendi seg sum danskarar, so var eingin neyð; so var tann føroyski samleikin undirskipaður tí danska, eins og t.d. jútskur samleiki, og so hevði føroyskur samleiki helst fult rásarúm og vakstrarlíkindi inni í tí danska. Men so er ikki, og vit eru tí á ein hátt hálv menniskju og nýta neyvan okkara givnu evni til tað ítrasta.
Full viðurkenning av føroyskum samleika má til, skal andi fólksins loysast úr fjøtrum og liva »lív síns sjálvs«. Innistikingin má burtur, so føroyingar gerast fulltiknir borgarar í Føroyum og í alheimssamfelagnum.
TÁ HJØRTUNI ORNA
Til tess hava skaldini og undangongufólkini sungið treysti og álit í Føroya tjóð í 100 ár. Til tess setti Vencil próst fjøður á blað. »Eg veit, nær ið tindarnir rodna... tað verður, tá hjørtuni orna, og menn kenna frælsisyl....,« sang Hans Andrias, meðan hann bíðaði eftir, at fólkið fór at kenna sama frælsiyl sum skald tess. »Nær lyftir tú høvur, Føroya tjóð...,« spurdi Jóannes bóndi, sum leingi trúði á stjórnarsamstarv við Danmark, hóast hann hevði einki uttan andróður í sínum samstarvsroyndum; á ólavsøku 1946 bað hann í síni seinastu røðu Føroya fólk standa sameint og atkvøða fyri loysing 14. september. Hann doyði 2. august og fekk ikki ta gleði at síggja føroyingar »lyfta høvur« og krevja at ráða, eins og hann hevði eggjað til í yrking og røðu.
Tú kanst brýna bleytt jarn, til tað bítur. Alt tað, ið skaldini hava eggjað, hevur tað einki munað? Sjómenn hava vígt Merkið við lívinum í veð; skulu vit so ikki unna tí fullan rætt, ein rætt tað ikki hevur enn? Aldalong kúgan setur síni spor, sum ikki hvørva við eitt. Tað síggja vit í londum um allan heim, sum hava fingið frælsi í okkara tíð. Men einki teirra ynskir seg aftur í ófrælsið.
HUGSANIN UM
AT TAKA RÆÐIÐ
»Fult politiskt ræði« ? við hesi orð er tað, sum nógvir føroyingar fara í baklás, eisini politikarar, sum í øðrum førum hava sýnt áræði og styrki; tað er, sum um ivi og ræðsla draga eitt svart tjald niðurfyri, tá i hesi orð, »fult politiskt ræði«, verða søgd. Tað at ræðast at hava ræði ? og halda uppá, at tann fremmandi dugir betur at ráða her, at teir fremmandu serfrøðingarnir vita betur enn okkara egnu ? hetta man vera eitt kolonialismueyðkenni, eitt av sporunum eftir aldagamla kúgan. Føroya fólk, innlimað óeftirspurt og tikið av ræði, man hava sín ríviliga part av teimum eyðkennum, sum leingi kúgaðar tjóðir og aðrir kúgaðir bólkar um allan heim hava.
KVINNUR OG
FØROYINGAR
YVIRHØVUR
Ein universellur bólkur av slíkum slagi, sum berjist fyri rættindum sínum, eru kvinnur. Nú hava kvinnur havt javnrætt eftir lógini eina tíð, eisini til at hava ræði eftir fólkastýrisreglum. Hví eru tær so ikki umleið helvtin av tingmanningini? Man tað vera tí, at tær ræðast hugsanina um at hava ræði? Tann drúgva kúganin hevur etið seg inneftir og er vorðin til ósjónliga kúgan og sjálvskúgan. Hvussu vanligt er tað ikki at hoyra, ikki bara menn, men eisini kvinnur fordøma kvinnur, sum hava ella stremba eftir politiskum ella øðrum valdi? Slíkt er tað, tá ið talan er um stremban føroyinga eftir ræði á egnum viðurskiftum og ognum. Sama fyribrigdið, ósjónlig kúgan og sjálvskúgan, er tað, tá ið vit føroyingar ræðast hugsanina um at hava fult politiskt ræði í landi okkara. Somuleiðis tá ið føroyingar taka undir við danskari fordøming av landsmonnum og leggja teir undir danahatur, ið tala Føroya sak. Slíkur er kolonialistiski arvurin.
KOLONIALISTISKI
ARVURIN
Tað er hesum koloni-arvi, sum skald og andans stórmenni hava stríðst ímóti og sett frímensku og sjálvsvirðing uppímóti. Teirra ætlan var ikki, at tey vøkru orðini bara skuldu vera tikin fram til at stimbra seg við ólavsøkunátt ella vera løtugaman við veitsluborð og annars standa á bókahillini og gulna. Teirra ætlan var, at orð sum »frælsi«, »sjálvstýri«, at »loysa úr fjøtrum«, »samhald«, kærleiki til land, fólk og mál, at hesi orð skuldu vera livandi veruleiki og sannleiki hjá føroyingum. Hvussu stutt ávirkanin hevur rokkið í summum førum, sæst syrgiligt dømi um í Sosialinum í hesum døgum, har orðið »frælsi« er speirikið, hetta høvuðsorð í mannarættinda- yvirlýsingini frá fronsku kollveltingini í 18. øld, »Frælsi, javnaður og brøðralag«, sum Sosialurin sjálvur hevði til loysunarorð í síni tíð, og høvuðsorðið í ST-mannarættindasáttmálanum í dag.
Merkiligt kortini, at unna øllum fólkum í verðini frælsi uttan sínum egna; at speireka og fordøma, so skjótt sum talan er um mótmæli móti órætti og yvirgangi móti frælsiskrøvum føroyinga. Eru vit ikki fólk, meðni, sum estar, lettar og litavar, ið tó fingu samhuga frá sambandspressuni, tá ið teir tóku loysing fyri nøkrum árum síðani? Ein rangvørgur, destruktivur hugburður, ið er enn ein eiturfrukt av tí langa ófrælsinum, sum má fáa enda.
RÆTTURIN
AT VERA TÚ
Tað hevur sæst á prenti nú, at tað má vera nóg mikið at vera føroyingur í hjartanum ella »millum oyruni«, og at tað kann eingin taka frá okkum.
Slíkt er ódømi.
Skulu vit ikki kunna standa við, at vit eru føroyingar uttan bara innantanna, hvar er tá mannarættur okkara? Í okkara tíð verður allastaðni kravt, at hvør einstakur skal gera grein á, hvør hann er, hann skal vísa samleikaprógv. Vilja vit ikki hava fult føroyskt samleikaprógv, ja, so eru tað vit sjálvi, ið siga okkum ikki vera føroyingar og sum skriva okkurt annað »upp á ryggin« á okkum.
Í STÓRU VERÐ
Sum er, er samleiki okkara skerdur. Tá ið eg ferðist uttan fyri Norðurlond og skal gera grein á tjóðskapi mínum, so noyðist eg at sleppa samleika mínum og siga (lúgva), at eg eri danskari.
Í NORÐURLONDUM
Men í Norðurlondum er føroyskur tjóðskapur viðurkendur, ella hvussu? Nei, tíverri: Føroyar eita í Norðurlandaráðnum eitt »område«; har er veto lagt móti, at Føroyar í Norðurlandaráðsins høpi eita »land;« tað er ov gott til okkara; »område » er tað, og »område« skal tað vera (hví ikki »reservat« eins og hjá ymsum hvørvandi tjóðum, sum spyrja »hvør eri eg?« út í tóman heim). Hetta broytist heldur ikki, fyrr enn vit taka fult sjálvstýri.
Í FØROYUM
Í Føroyum, meðni, sleppi eg at vera føroyingur við fullum tjóðskaparrættindum, eins og aðrar tjóðir í sínum londum, ella hvussu? Sleppi eg? Er føroyskur tjóðskapur fult viðurkendur í Føroyum? Nei, tíverri. Hygg í Heimastýrislógina, t.d. gr. 11: »...danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum...«, og gr. 12: »Serligt føroyskt flagg verður viðurkent.« Tann, sum lesur hesi orð og skilur tey, hann skilur eisini, at lógin rúmar ikki viðurkenning av føroyskum tjóðskapi, hon rúmar ikki viðurkenningini: »Føroyskt flagg verður viðurkent.«
Hetta er einki nýtt. Men tað tykist ofta, eins og summi hava hug at gloyma veruleikan; tað er menniskjansligt at vilja gloyma, eitt nú tað, sum eyðmýkir. Goyma tað »millum oyruni«, meðan innantrýstið veksur móti skallabeininum, fyri Guds skyld ikki lata koma til skarpskeringar. Men betri máti er tað tó at broyta tey ótolandi viðurskiftini, og tað gera vit við at taka fult ræði og ábyrgd í Føroyum og strika tað grima merki, ið er sett á føroyskan tjóðskap og samleika í núgaldandi lóg.
Føroyskur samleiki er samansettur og rúmar mótsetningum eins og samleikin hjá øðrum tjóðum. Men hann er ikki ein kastibløka, sum tað ber til ymiskt at avnokta ella seta í hásæti, alt eftir hvat loysir seg; sum vit kunnu krógva undir dýnuni ella strúka av skíggjanum, tá ið Danaveldi setur knyklar í brýr og taka fram aftur, tá ið danskarin hyggur burtur. Tjóðarsamleikin kann ikki setast inn í eina stovu, sum bara verður upplatin um høgtíðir. Hann kann heldur ikki vera heimstaðarbundin innan fyri oyggjaendarnar. Hann er av uppruna og natúr millum-tjóðaligur. Tjóðarsamleiki verður altíð til sum ásannan av, at »okkara tjóð er ein av mongum ymiskum tjóðum.« Avbyrgdur »innanhýsis«-tjóðskapur, sum er forboðin uttanlands, er ein absurditetur og tvørsøgn í sjálvum sær.
SPEGILIN
? Einastaðni (Útiseti 1946) sigur Maria Mikkelsen, at vit sakna spegil og sakna ofta dirvi til at spegla okkum og dirvi til ikki at rýma undan tí, vit síggja. Tey, sum nú eru ung, og vit sum eru um miðjan aldur, eru eftirkomarar hjá teirri tjóð, sum við atkvøðu vísti meiriluta fyri fullum sjálvstýri einastu ferð, hon hevur verið spurd um hetta. Tá vísti hon, hvør hon var. Hetta hevur verð tabu-evni í skúla eins væl og almennari umrøðu, men tað er ein partur av okkara søgu, sum vit hava skyldu til at taka undirbygda og grundaða støðu til. Vit mugu hava dirvi til at hyggja í spegilin, kenna søguna og okkum sjálv og standa við tað vit eru: føroyingar og ikki danskarar.
-----
AT AVNOKTA SÍN SAMLEIKA
ER Á EIN HÁTT AT DOYGGJA:
Úr yrkingini »tíðin« (Navn nam við navn, 1991) eftir Tórodd Poulsen.
sambært passløgguni
millum suður og norð
eri er ikki til
tí at eg eri føroyingur
og eina løtu bendir alt á
at tokið ikki kann rulla víðari
við mær umborð
men tað ger tað eftir at eg
havi stungið ein fingur
í eygað fyri at vita um eg livi...
-----
SÍMUN AV SKARÐI, 1905:
... einaferð eg hevði skjúts úr Gøtu, fór samtalan at falla á Gøtu-Trónd. Hetta var stutt framman undan einum fólkatingsvalgi, og ein av skjútsmonnunum helt tá fyri: »Søti mín, hevði Gøtu-Tróndur livað nú, so høvdu vær valt hann til fólkatingsmann.« ? Eg fegnaðist yvir at hoyra hesi orðini, og eg vil ynskja, at teir mugu hugsa um Trónd, tá ið valg verður uppaftur.«
(Frælsmannamál s. 97)
---
RASMUS Í FØGRULÍÐ, 1906:
Okkara arbeiðshugur og sjálvsvirði má eisini økjast við meira sjálvræði, tí ein maður, sum gevur seg og sítt hús upp í hendurnar á øðrum til at stýra, meðan hann frá húsharranum biddar allar teir skillingar, hann neyðsýnt má brúka, verður ikki mettur javnt í dugnaskapi við hann, sum sjálvur stýrir sínum húsi og økir sína ogn við ídni og dugnaskapi. Soleiðis meta vit menn. Hví skulu vit døma annarleiðis, tá ið spurningurin geldur okkara egna land og landastýri?
(Frælsmannamál s. 113)
----