Valborgaraftansvalið

Tann 30. apríl 1998 var ein gleðiligur dagur

Í útvarpinum um morgunin hoyrdu vit, at dagurin var valborgaraftan. Sagt varð, at eftir gomlum siði varð hetta kvøld hildin mikil várveitsla í Norðurlondum, tí tá hevði veturin mist sítt vald, og allir myrkursins púkar máttu taka til rýmingar.

Men at vit føroyingar hendan valborgaraftan skuldu vinna á tí vetri, sum í øldir hevur nívt okkum og landi okkara, tað mundi fáur trúgva.

Tí var tað hugtakandi hetta kvøld at sita og fylgja við í valuppteljingini. Úrslit eftir úrslit boðaði frá, at nú lætti dimmið. Tá ið lagt var saman, sást at ein heilt avgerandi broyting var hend í hesum landi.


Fólkaflokkurin

Til tess at skilja hetta er neyðugt at fara aftur til deember 1939. Tá var fundur millum uttanflokka tingmannin Jóannes Patursson og teir báðar, sum vóru valdir fyri vinnuflokkin. Teir samdust um at gera ein nýggjan politiskan flokk, sum fekk navnið Hin Føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri). Tað radikala sjálvstýri, sum talan var um, var at Føroyar skuldi gerast eitt sjálvstøðugt ríki eins og Ísland hevði verið síðan 1. desember 1918.

Fólkaflokkurin vann ikki meiriluta á tingi og fekk ongan tingmeiriluta at taka undir við sínum kravi. Men 10. mai 1946 samtyktu teir flokkar, sum høvdu meirilutan, nevnliga sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin, at tað skuldi vera ein fólkaatkvøða um, hvørt Føroyar framvegis skuldu vera stýrdar av Danmark, ella vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Hesa fólkaatkvøðu setti danska stjórnin í verk.

Føroya fólk samtykti tann seinna møguleikan.


Tjóðveldisflokkurin

Tá hendi tað, at stjórnin ikki vildi seta tað í verk, sum Føroya fólk hevði samtykt. Teir flokkar, sum í løgtinginum høvdu biðið fólkið avgera hetta mál, boygdu seg ikki fyri avgerð fólksins, men fyri stjórnini. Tó vildi ein javnaðartingmaður vera fólksins vilja lýðin. Hann var Jákup í Jákupsstovu, og umboðaði flokk sín í Vága valdømi. Fyri hesa manniligu støðu sína varð hann ekskluderaður úr javnaðarflokkinum.

Saman við øðrum stovnaði hann so ein nýggjan flokk, tjóðveldisflokkin. Hesin flokkur var samdur við fólkaflokkin í, at Føroyar skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, men meðan fólkaflokkurin var ein høgraflokkur, so var tjóðveldisflokkurin ein vinstraflokkur. Jákupsstovumaðurin og hinir stovnarar floksins hildu, at tá ein høgraflokkur sum sambandsflokkurin og ein vinstraflokkur sum javnaðarflokkurin tilsamans kundu fáa so nógva undirtøku, at teir kundu fyribyrgja, at landið fekk frælsi, so átti tað at borið til hjá einum høgrahallum fólkaflokki og einum vinstrahallum tjóðveldisflokki tilsamans at fáa so stóra undirtøku, at teir kundu fáa ein løgtingsmeiriluta fyri, at vit føroyingar skuldu fáa fullveldi.


Vantandi samstarv

Men tað hevur gingið smátt við hesum. Hesir báðir flokkarnir hava mest nýtt kreftir sínar til at stríðast ímóti hvørjum øðrum, og tilsamans hava teir ikki fingið nóg stóra undirtøku til at røkka sínum høvuðsendamáli. Viðhvørt hava teir rikið andstøðupolitikk, viðhvørt hava teir verið í samgongum, men úrslitið hevur verið tað sama: Teir flokkar, sum boygdu seg fyri donsku stjórnini í 1946, hava alla tíðina havt størri undirtøku enn fullveldisflokkarnir.


Broytingin

Men nú kom valborgaraftan. Teir flokkar, sum higartil hava sligið manngarð um, at danska stjórnin skal stýra Føroyum, fingu bert 15 løgtingsmenn. Tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin fingu 16 tingmenn. Dreymurin hjá Jóannesi bónda og Jákupi í Jákupsstovu gekk út.

Higartil hevur einki landsstýri kunnað verið skipað í Føroyum uttan at onkur av teimum flokkum sum hava vart danska yvirræði, hava verið við. Teir hava oftast kunnað gjørt landsstýri einsamallir. Hava teir skipað landsstýri saman við onkrum av teimum flokkum, sum ynskja at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, so hevur tað verið eitt eirindaleyst krav, at teir ikki skulu fáa nakað slíkt eftirlæti.

Men nú er viðvent í holuni. Nú eru allir flokkar farnir til val uppá, at broyting skal koma í stjórnarskipan okkara, og einki landsstýri kann skipast uttan at onkur av teimum flokkum eru við, sum vilja at Føroyar skulu gerast eitt fullveldi.


Avgerðin

Tað sum hendi valborgaraftan var tí, at Føroya fólk ? eftir at hava himprast síðan 1946 ? tók avgerðina: Nú skal tað verða!

Nú fara vit tí at skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum. Hetta sjónarmið hevur vunnið, og nú er bert eftir at seta vilja tjóðarinnar í verk.

Henda sigursløtan er eisini løtan at vísa stórsinni. Tað er eingin orsøk til at forða nøkrum í at vera saman við okkum í hesum mikla verki. Teir menn og flokkar, sum higartil hava boygt seg fyri tí donsku stjórnini, skulu tí sleppa at vera við til at boða hesi stjórn frá, at nú vilja vit sjálvi skipa fyri her hjá okkum.

Í hesi løtu eiga vit at leggja niður gamalt agg og minnast til, at í komandi tíðum skulu vit øll vera saman í hesum landi og byggja tað upp, so at øll tey, sum her vaksa upp, kunnu liva við sømd í føðilandinum. Tey komandi ættarliðini skulu hava møguleika fyri við stoltleika at vísa á, at teirra forfedrar vóru við til at taka hetta stóra tak.


Mannagongdin

Tað sum gerast skal er sera einfalt.

Løgtingið heimilar løgmanni at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Í hesum samráðingum verður støða tikin til øll tey mál sum ósemja hevur verið um millum Føroyar og Danmark, og ein sáttmáli verður gjørdur um hvussu samstarvið okkara millum skal vera í komandi tíðum. Hesin sáttmáli verður síðan háveldisgóðkendur (ratifiseraður) av báðum pørtum, og tá hann kemur í gildi, eru vit eitt sjálvstøðugt ríki.

Hvussu langa tíð kemur hetta at taka?

Tá grannar okkara í Íslandi tóku hetta stig í 1918, tók tað tríggjar vikur í juli at samráðast, og hildið var, at tríggir mánaðir vóru nóg nógv til at fáa tær neyðugu samtyktirnar í Danmark og Íslandi. Tí varð ásett í sáttmálanum (tí sonevndi sambandslógini), at hann skuldi koma í gildi 1. desember 1918, og so varð.

Tað er eingin orsøk til at halda, at tað nýtist at taka somu tíð hjá okkum. Í lívi tjóðarinnar hevur tað tó ikki stórvegis týdning, um talan er um nakrar mánaðir fleiri ella færri. Tað sum hevur týdning er, at vit við teimum samráðingum, vit taka upp, fáa eitt gott samstarv við Danmark og hini Norðurlondini.

Hesum er einki til hindurs fyri, nú veturin er farin og myrkursins púkar vórðu riknir burtur í tí várveitslu, sum hildin varð í mongum heimum valborgaraftan.