HERFØLGE: Tað er grønt og friðarligt. Tey mongu trøini gera manngarð uttan um vallirnar, har teir 20 yrkisspælararnir eru í holt við fríggjadagsvenjingina.
Herfølge er eitt av minstu feløgunum í donsku superliguni í fótbólti, og felagið hoyrir heima í, og ber navnið eftir, lítla statiónsbýnum knappar 40 kilometrar sunnanfyri Keypmannahavn.
Umstøðurnar hjá Herfølge eru smáar, sammett við hini feløgini í superliguni, men felagið liggur í hugnaligum umhvørvi, sum er ein greiður mótsetningur til larmandi stórbýin norðanfyri.
Leikvøllurin, har dystirnir verða spældir, tekur sjáldan ímóti meiri enn millum 1000 og 2000 áskoðarum, og tað er bert eitt hanagleiv frá tí vøllinum og til vallirnar, har dagliga venjingin í felagnum fer fram.
Hendan fríggjadag seinnapart stendur renning á skránni. Og tað eru slíkar dagar, at málmenninir kunnu fegnast um, at teir valdu handskarnar. Teir fáa serliga venjing, sum ikki hevur so nógva renning við sær.
Og meðan Svend Knudsen, málmansvenjari, drívur á Jákup Mikkelsen og Kai Larsen, verður natúrligi friðurin um vøllin stundum avloystur av óljóðinum frá tokunum, sum strúka eftir jarnbreytini 100 metrar frá venjingarvallunum.
Satsar næstu tvey árini
Jákup Mikkelsen gjørdi fyri kortum nýggjan 2-ára sáttmála við Herfølge. Sáttmálin tekur við, har verandi sáttmáli steðgar, og Jákup er nú bundin í Herfølge fram til summarið ár 2000.
Nýggi sáttmálin er betri enn undanfarni, og næstu tvey árini skulu brúkast til at náa enn longri sum fótbóltsspælari.
? Eg eri hugaður at satsa næstu tvey árini, fyri at vita hvat tað kann blíva til hjá mær. Og eg eri í løtuni ikki avvísandi fyri enn einum sáttmála um tvey ár, skuldi møguleiki verið fyri tí, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er týðuligt, at føroyski málverjin hevur vind í seglunum í løtuni. Hann hevur átt fast pláss á superligaliðnum, hann spælir væl, og tað hevur sjálvandi økt sjálvsálit við sær.
? Eg eri nøgdur við avrikini her í vár, eg havi spælt hvørjaferð, og tað hevur gingið rímuliga væl, sigur málverjin beskeðin.
Jákup hevur verið mest støðugi spælarin hjá Herfølge seinastu mánaðirnar, og hevur góðan møguleika fyri at gerast árins spælari í felagnum.
Stór menning
Jákup Mikkelsen segði farvæl til barndómsfelagið í august mánaði í 1994, tá hann gjørdi annað málið hjá KÍ í steypafinaluni móti B71. Hann sparkaði brotsspark, og eftir sigurin kundi hann sum liðførari á liðnum taka ímóti Veðrahornunum frá varaløgmanninum Finnboga Ísakson.
Dagin eftir var Jákup í flogfarinum á veg til Danmarkar, og síðani tá hevur hann hildið til í superligaliðnum Herfølge.
? Jákup var ein góður Danmarkseriumálverji, tá hann kom her í felagið, men ikki nógv meira enn tað. Síðani tá hevur hann ment seg ómetaliga nógv, og telist í dag millum bestu málverjarnar í Danmark, sigur Svend Knudsen, sum er málmansvenjari í Herfølge.
? Vit sóu beinanvegin, at Jákup hevði góð málmansevni, og vit føla okkum heppnar, at vit eru slopnir at verða við í menningini hjá honum. Jákup er nú ein komplettur málverji, hann hevur ongar beinleiðis veikleikar, og styrkirnar hjá honum eru fleiri. Hann er millum annað framúr bóltspælari og hevur ótrúligar reaktiónir.
Jákup og Kai tættir
Og Jákup Mikkelsen kennir eisini á sær, at hann hevur lært nógv síðani 1994.
? Málmansspælið hjá mær er sum heild er vorðið betri, og eg kenni meg tryggari í øllum støðum, sum eg komi út í undir dystum, tí vit venja so miðvíst og so nógv, sigur hann.
? Tað er ein stórur fyrimunur at hava ein málmansvenjara, sum altíð kann leiðbeina teg og rætta mistøk, sjálvt um tað ikki altíð er so stuttligt at fáa at vita, at tú gert eitt mistak, tá tú ikki heldur teg gera tað. Men eg havi altíð lurta eftir venjaranum hjá mær, og tað dugi eg væl at síggja nú hevur gjørt munin.
Og undir venjingni hendan fríggjadagin kýtir Jákup seg allatíðina til at gera tað, sum venjarin hjá honum vil hava hann at gera, og tað er týðuligt, at Jákup er nógv betri fyri enn kappingarneytin Kai Larsen, sum hevur havt skaða at dragast við í vár.
Svend Knudsen drívur á báðar málverjarnar, men tað er líka so týðuligt, at hann er betri nøgdur við avrikini hjá Jákupi undir tveir tímar longu venjingini.
? Jákup og Kai eru tættir, men Jákup hevur nakrar fyrimunir fram um Kai. Jákup er størri og hann er nógv betri bóltspælari, sigur Svend Knudsen eftir venjingina.
Jákup ov friðarligur
Tá málmansvenjarin í Herfølge skal finna fram veikleikar hjá Jákupi, verður tað sama drigið fram, sum so ofta fyrr er drigið fram.
? Jákup manglar temprament. Við hvørt er hann ov friðarligur, men eisini á tí økinum hevur hann lært nakað, og hann rópar meira nú. Eg havi eisini lært, at Jákup helst vil hava frið áðrenn dystirnar, og tí tosi eg ikki nakað serligt við hann fyrr enn beint upp undir dystin, sigur Svend Knudsen.
? Tá Jákup byrjaði á superligaliðnum var hann sera spentur til dystirnar, og gekk og hugsaði um teir í fleiri dagar. Tað var stressandi hjá honum, men nú dugir hann betri at slappa av, og tað kemur sjálvandi saman við royndunum, hann hevur fingið.
Svend Knudsen gleðir seg til at arbeiða saman við Jákup næstu tvey árini.
? Vísir Jákup sama viljan næstu tvey árini, sum hann hevur gjørt higartil, so veit eg ikki hvat tað kann blíva til hjá honum. Men tað er fullkomiliga upp til hann, tí hann hevur evnini og møguleikarnar at menna seg, hann skal bara gera av við seg sjálvan um hann vil.
Ivast í landsliðnum
Jákup Mikkelsen hevur gjørt rættiliga vart við seg í donskum fótbólti, men á føroyska landsliðnum er hann ikki sloppin fram at.
Allan Simonsen hevur hildið fast um, at Jens Martin Knudsen er fyrsta málverja á landsliðnum, og tað hevur ført við sær eitt fast pláss á beinkinum fyri Jákup Mikkelsen.
Jákup hevur spælt fýra landsdystir og tann seinasti var móti Estlandi 6. august í fjør. Um eina lílta viku skulu Føroyar aftur hitta Estland, og enn einaferð er spurningurin hvør skal verja føroyska málið.
? Eg vóni sjálvandi, at eg sleppi at spæla, og verði skuffaður, um eg ikki sleppi. Eg havi sitið nógv á beinkinum, og havi fleiri ferðir umhugsað at gevast, tí tað er sera óhugaligt, sigur Jákup Mikkelsen.
? Eg havi tó allatíðina hildið fast í vónini um, at eg fór at fáa kjansin, men tað hevur ikki eydnast higartil.
Í Herfølge skilja teir tað ikki, men í Føroyum kenna øll til frálíku avrikini hjá Jens Martin Knudsen.
Um tíðin nú er komin til eitt skiftið á málmansplássinum veit bert Allan Simonsen, og tann avgerðin verður ikki almenn fyrr enn ein tíma áðrenn dystin móti Estlandi hósdagin!