So skal landsliðið aftur í eldin

Í kvøld klokkan 17.15 føroyska tíð byrjar fyrsti landsdysturin hjá Føroyum í nyggju EM-undankappingini. Føroyska liðið tykist vera væl fyri og við gott mót undan dystinum

(TALLINN) Føroyska A-landsliðið kom tyskvøldið í øllum góðum til estlendska høvuðsstaðin, har tað í dag á Kadrioru Stadion skal spæla fyrsta undandystin í allari EM-kappingini.

Við í ferðalagnum vóru eisini teir fimm útisetarnir Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen, Julian Johnsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen, sum komu á flogvøllin í Vágum fyrr tysdagin. Longstu ferðina hevði Julian Johnsson, sum fór frá húsum í Kongsvinger í Noregi um seks tíðina um morgunin, áðrenn hann um Keypmannahavn kom til Vágar og so fór avstað aftur til Estlands saman við restini av hópinum.

Í floghavnini í Talinn tóku óvæntaðir trupulleikar seg upp, tá tað vísti seg, at sjálvur venjarin Allan Simonsen ikki kundi finna passið hjá sær! Myndugleikarnir komu uppí, og eftir nógvar tingingar aftur og fram kom venjarin á hotellið hálvanannan tíma seinni enn restin av ferðalagnum.

Fyrrapartin í gjár vandi liðið á einum vølli eini tíggju minuttir við bussi frá Olympia-hotellinum, har hópurin heldur til. Todi Jónsson, Jens Kristian Hansen og Magni Jarnskor vandu ikki saman við hinum, tí teir allir hava smáskaðar at dragast við.

Todi Jónsson fekk ein snudd í seinasta superligadystinum móti AaB, sum FC Keypmannahavn tapti 0-4. Jens Kristian Hansen hevur havt trupulleikar við rygginum og spældi bert eina lítla løtu í dystinum hjá B36 móti B68 2. hvítusunnudag. Og Magni Jarnskor fekk ein skaða í knæið í dystinum móti KÍ, har hann noyddist út í hálvleikssteðginum.

Allir hesir tríggir verða tó ivaleyst spæliklárir í kvøld, og sum heild kann Allan Simonsen stilla eitt tað sterkasta liðið yvirhøvur, tá dysturin byrjar klokkan 17.15 føroyska tíð.

Tann einasti, sum "vantar", er Óli Johannesen, sum er upptikin av próvtøku og tí ikki er við í Estlandi.


Tað verður helst Jens Martin

Sum vant er Allan Simonsen sera natin við upplysingum um, hvørjir ellivu byrja inni á vøllinum í kvøld, og lætta venjingin fyrrapartin í gjár gav onga ábending um, hvussu byrjunaruppstillingin verður. Ein afturvendandi spurningur er, hvør stendur í føroyska málinum. Hóast Jákup Mikkelsen hevur spælt væl í Herfølge í ár, og Jens Martin Knudsen ikki hevur ta somu dystarvenjingina sum klaksvíkingurin, verður millum mongu føroysku fjølmiðlafólkini í Talinn roknað við, at Jens Martin skal verja føroyska málið í kvøld. Jens Martin hevur royndirnar, og landsliðsvenjarin hevur stórt álit á honum.

Todi Jónsson er sjálvskrivaður í álopinum, har hann fær antin Jan Allan Muller ella Una Arge sum makkara. Væntandi verður tað Jan Allan, sum fær kjansin aftur í kvøld, meðan Uni byrjar á bonkinum.

Á miðjuni man plássið hjá Julian Johnsson vera rættiliga trygt, meðan tað er ivasamt, hvør annar sleppur at stríðast á miðvøllinum. Magni Jarnskor er smáskaddur, men hevur eins og Jens Martin eina høga stjørnu hjá venjaranum, og so er hann eisini fyrsta val sum liðskipari. Seinast, føroyska landsliðið spældi tyðandi dyst - í Spania í fjørheyst - kom Sámal Joensen inn fyri Magna tá okkurt um eitt korter var eftir, og stóð seg væl.

Holið eftir Óla Johannesen skal eisini fyllast, og her kann Hans Fróði Hansen, sum hevur spælt væl fyri HB higartil í ár, fáa sín fyrsta landsdyst.

Jan Dam hevur verið skaddur í seinastuni og hevur ikki ta stóru dystarvenjingina, men hann er ein av tydningarmestu monnunum á landsliðnum og byrjar ivaleyst eisini inni.

Í gjárkvøldið skuldi landsliðið royna sjálvan vøllin á Kadrioru Stadion, og í dag klokkan 17.15 føroyska tíð - 19.15 lokala tíð - verður so fyrsti dysturin í EM-undankappingini spældur.