Hinir báðir nevndarlimirnir eru Nicodemus Nicodemussen í Klingruni og Ragnar Fossdalsá. Eykalimur er Sigurd E. Simonsen. Útróðrarfelagið á Sandi er limur í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna. Aftur til virkið [...] heima á Sandi. Nú kunnu bátarnir aftur avreiða til virkið í Sandoynni, og tað eru teir fegnir um, sigur Terji T. Dalsgaard, sum er skrivari í útróðrarfelagnum á Sandi. Sands Útróðrarfelag hevði aðalfund [...] partar sera væl nøgdir við. Men tað hevði tað við sær, at felagið mátti leiga ovaru hædd í virkinum at arbeiða fiskin í, áðrenn hann fór víðari. Neyðugt varð eisini at hækka limagjaldið fyri at fáa fyri leiguna
nýtast sum ítrivkøkur, verður settur upp. Tilhaldið er í Tórsgøtu 21, har har verður opið fyri almenninginum, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum felag, fyri at sleppa inn. Pláss er fyri eini 50 [...] urtagarður, sum vónandi kann vera karmur um tiltøk í summartíðini. - Harnæst steðgar bussurin beint uttan fyri, so tað skuldi lætt um hjá teimum, sum ætla sær í Tilhaldið, sigur Wanja Petersen. [...] Tórshavnar Kommuna hevur tikið stig til Tilhaldið, ið er skipað undir umsorgararbeiði, sambært grein 1, í kunngerð frá 1994. Hetta merkir, at pensionistar, avlamispensionistar og einkjur yvir 55 ár, hava atgongd
við tað? Sum so mangan má ein eisini í hesum føri leita aftur í søguna, skal ein skilja viðurskiftini í hesum landi. Turkaland er gamalt stórveldi í hesum økinum. Í umleið 600 ár ráddu turkar við Balka [...] bumbur hava verið sprongdar í ferðamannabýum, at undantaksstøða er alla tíðina í landsynningspartinum av landinum (har flestu kurdarnir búgva), at vanligt fólk - við hvørt í hópatali - er dripið av hermonnum [...] fundamentalum religiøsum sjónarmiðum sleppa ikkki upp í politik. Men av teirri grund at Turkaland hevur so stóran hernarðarligan (er t.d. limur í NATO) og búskaparligan týdning fyri Vesturheimin, verður
og heilt inntil í 90?unum var mest fokuserað á, hvønn skaðiligan týdning porno kundi hava. ? Men á síðstu ráðstevnuni eg var á í 1996 var rákið vent, og nú var tað serliga harðskapurin í sjónvarpi, sum [...] verður frameftir. ? Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa leysar av almennum sensuri. Hinvegin hevur tað ofta ligið implisit í lógini fyri filmsensur, at hetta var eisini nakað, ið sjón [...] eftir andaktina sunnukvøldið í SvF. ? Eg haldi, tað hevði onki gjørt, um sjónvarpið hevði gjørt vart við, hvat minsta aldursmarkið fyri hendan filmin var. Eyðun Joensen sigur í hesum sambandi, at hann ongnatíð
Tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina hjá John Petersen, fiskimálaráðharra, um at taka íløgustuðulin av fyrst í mars. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur mangan gjørt seg til [...] hesum sambandi, tí øðrumegin er hann formaður í Fiskimannafelagnum og hevur skyldur mótvegis fiskimonnum, men hinvegin er hann samstundis limur í eini politiskari samgongu og er tí eisini skyldur tann vegin [...] mótviga við størri effektiviteti í vinnuni og betri prísum. Framstigini í fiskivinnuni tá vóru nógv størri, enn nakar kundi hugsað sær. Fleiri meiningar Og tað er í stuttum støðan hjá Óla Jacobsen til
Komi í hesum sambandi at hugsa um okkara løgreglufólk, sum einaferð í 80 árunum vóru í Sjónvarpinum og boðaðu frá, at nú vildu teir gerast føroyskir tænastumenn. Vit hoyra ikki eitt orð um hetta í dag, [...] hevur hann nógv betri møguleikar at koma í fólkatingið. Mær vitandi er Zacharias limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Er Zacharias ónøgdur við eitthvørt í flokkinum, so er at møta á fundi og fáa hetta [...] kunnu vit ikki nýta økta tjóðskaparrákið í Føroyum til nakað sum helst, tí øvundsjúka, maktgirnd og klandur hava góð gróðrarlíkindi í okkara lítla oyggjasamfelag. Í staðin fyri at standa saman á tjóðskap
kom í gildi í Føroyum í 1959, so var spurningurin um eftirløn roknað sum ein privat søk. Við fólkaeftirlønini broyttist hesin hugburður til tað, sum hevði verið vanligt í skandinavisku londunum í áravís: [...] vísir á, at fólkaeftirlønin í dag er lutfalsliga nógv minni enn hon var í síni tíð. - Fólkaeftirlønin var eitt ovurstórt framstig í síni tíð. Tað mest vanliga í sekstiárunum í Føroyum var, at maðurin hevði [...] ið tey komu í eftirlønaraldur, so komu tvær líkinda eftirlønir í staðin fyri ta einu lønina. Í hesum viðfangi er vert at geva gætur, at sjálvt um lønarlagið í Føroyum var munandi lægri enn í Danmark, so
Meistarafelagið eigur fastan lim í nevndini av tí at umleið 2/3 av limunum í Tor eru handverksmeistarar. Og harafturat skal Tor húsast í hølum meistarafelagsins, og skrivarin í meistarafelagnum er eisini skrivari [...] ikki er limur í felagnum. Enn eru bara vinnurekandi limir í felagnum, men einstaklingar kunnu eisini melda seg inn. Limagjaldið er 1.500 krónur um árið fyri einstaklingar. Eru 2-5 starvsfólk í eini fyritøku [...] vinnulívið á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum og í útlondum. Knútur Nygaard sigur, at ætlanin er at seta fólk í starv. Fingið størri øki uppí Knútur Nygaard sigur, at í fyrstu atløgu er felagið fyri tvørafólk
danskar skúlar í kapping á jøvum føti við danskar næmingar. Vit hava frælsi at flyta hagar vit vilja í ríkinum og føroyskir myndugleikar kunnu fáa stóra nýttu av samstarvið við serkunnleika í Danmark. Oyggjarnar [...] tydning fyri Føroyar og soleiðis fer ivaleyst eisini at vera, langt fram í tíðina. Meira enn ríkisstuðul Prátið um ríkisfelagsskapin kemur í flestu førum ikki longur enn til ríkisstuðulin, og tað er spell. R [...] sera stóran týdning fyri føroyska búskapin. Men hann er ikki tað týdningarmiklasta í ríkisfelagsskapinum. Gulleggið í felagsskapinum er samstarv. Við heimastýrislógini fingu føroyingar møguleika fyri at
er ráðgevari hjá, og virkin limur í, inn í húsið hjá Bjargingarfelagnum. Talan er um nýliga endurstovnaða felagið fyri smábátaeigarar í Havnini, sum nú eisini skal hava høli í húsinum bjargingarfelagnum [...] ella Býráðið hevur útvea okkum onnur høli at verða í. Guttorm Eysturoy, formaður í Havnar Bjargingarfelag í næstan 20 ár, er ein illur og vónbrotin maður í dag. Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna nú hevur [...] vælkomið í kjallaran. Felagið er eisini vælkomið at flyta oljufýrið í kjallaran og at gera brúsu og wc til gestasiglarar, har fýrrúmið nú er. Býráðið hevur sett 50.000 av í stuðuli til at gera húsið í stand