Sálarfrøðingur: Nýggja sensurlógin broytir helst onki

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, roknar ikki við, at nýggja lógin um sensur fer at ávirka tað, ið víst verður í eitt nú SvF. Hann mælir kortini sjálvur til, at SvF ger sær meira ómak við at siga, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru ætlaðir til

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, var ístívliga 20 ár limur og formaður fyri føroyska filmseftirlitið.

Hann trýr ikki, at nýggja sensurlógin, sum løgtingið hevur samtykt eisini skal umfata SvF, fer at fáa avleiðingar fyri tað, ið sent verður frameftir.

? Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa leysar av almennum sensuri. Hinvegin hevur tað ofta ligið implisit í lógini fyri filmsensur, at hetta var eisini nakað, ið sjónvarpsstøðirnar fylgdu.


Áttu at havt aldursmark

Sjálvur er Eyðun Joensen eisini av tí fatan, at Sjónvarpið kundi gjørt meira fyri at kunna hyggjaran um, hvørjar aldursbólkar ymsu filmarnir eru ætlaðir til.

Hann nevnir filmin Postboðið ringir altíð tvær ferðir, sum varð vístur beint eftir andaktina sunnukvøldið í SvF.

? Eg haldi, tað hevði onki gjørt, um sjónvarpið hevði gjørt vart við, hvat minsta aldursmarkið fyri hendan filmin var.

Eyðun Joensen sigur í hesum sambandi, at hann ongnatíð tey 20 árini hann var limur í Filmseftirlitinum minnist, at nakrar frá sjónvarpinum hevur ringt fyri at spyrja um innihaldið og hvat aldursmark hevði verið hóskandi fyri ávísar filmar.

Sálarfrøðingirin sigur seg tó vera varugan við, at allir filmar, SvF sendir, longu hava verið til metingar í Danmark, sum eisini hevur sín egna sensur.


Harðskapur verri

Í nýggju lógini verður dentur lagdur á, at ónærisligar myndir og óneyðugur harðskapur ikki skal vera partur av tí, sjónvapið borðreiðir við.

Eyðun Joensen sigur, at tað fyrr var kikarin serliga settur móti porno og tí skaðandi ávirkan, tað kundi hava fyri ? serliga børn.

? Eg havi verið á mongum ráðstevnum fyri sensur, og heilt inntil í 90?unum var mest fokuserað á, hvønn skaðiligan týdning porno kundi hava.

? Men á síðstu ráðstevnuni eg var á í 1996 var rákið vent, og nú var tað serliga harðskapurin í sjónvarpi, sum serfrøðingarnir ávarðu ímóti.

? Niðurstøðan tá var, at grovar útpenslaðar scenur kundu vera dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá teimum, sum vóru sokallað forhondsdisponerað ? t.v.s. serliga móttakilig.

Eyðun Joesen sigur, at tá tú verður yvirfóðraður við harðskapi, so kann tað til síðst gerast meira legalt í høvdinum hjá tí, ið hyggur. ? Og tað er har, vandin liggur, sigur sálarfrøðingurin.


Grátt øki

Eyðun Joensen viðgongur tó, at talan er um sera grátt umráðið, tá talað verður um, at ?loyvishavarin til kringvarp (og eisini SvF, blðm.) skal ansa eftir, at sendingar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaraldur, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum innihaldi.?

Ráðini hjá Eyðuni Joensen til sjónvarpið er sum sagt at kunna betri um, hvønn aldursbólk ymsu filmarnir eru hóskandi til.

? Haraftrat er tað eisini gott at gera vart við, um harðligar myndir vera vístar í sending, har roknast kann við, at børn sita og hyggja, sigur Eyðun Joensen.