Tilhaldið letur upp í mars

Í løtuni verður arbeitt við at innrætta miðhæddina í gamla Føroya Banka til ítriv og annað virksemi fyri pensionistum, avlamnum og einkjum. Væntandi letur Tilhaldið upp 12. mars í ár

Tey vaska og umvæla hølini, har Tilhaldið hevur fingið innivist, og tað gongur sum ætlað, sigur Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum.

Innbúgvið er fingið til vega, eisini ein køkur, sum skal nýtast sum ítrivkøkur, verður settur upp.

Tilhaldið er í Tórsgøtu 21, har har verður opið fyri almenninginum, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum felag, fyri at sleppa inn. Pláss er fyri eini 50 fólkum.

Tórshavnar Kommuna hevur tikið stig til Tilhaldið, ið er skipað undir umsorgararbeiði, sambært grein 1, í kunngerð frá 1994.

Hetta merkir, at pensionistar, avlamispensionistar og einkjur yvir 55 ár, hava atgongd til Tilhaldið.

- Vit fara m.a. at skipa fyri tiltøkum, har fólk verða gjørd virkin, sigur Wanja Petersen. Upplatingartíðin er frá kl. 10 - 15, frá mánadagi til fríggjadag.

Spurd um tað ikki er óhøglig upplatingartíð hjá eldri fólki, sigur Wanja Petersen, at tað bert er fyribils.

-Í fyrstuni fara vit at skipa fyri, men ætlanin er at fólk sjálvi skulu standa fyri tiltøkum, og tá er hugsandi, at klokkutíðirnar broytast. Wanja Petersen væntar sær nógv at nýggja tiltakinum. Umstøðurnar eru góðar innanhýsis, og uttan fyri er vakur urtagarður, sum vónandi kann vera karmur um tiltøk í summartíðini. - Harnæst steðgar bussurin beint uttan fyri, so tað skuldi lætt um hjá teimum, sum ætla sær í Tilhaldið, sigur Wanja Petersen.