Eftirlønarskipanir í tráð við dagsins samfelag

- Fólkaeftirlønin var stórt framstig í sínari tíð, men síðani eru fortreytirnar broyttar. Rákið talar fyri persónligum avtalum, heldur enn standard-veitingum, og hartil kemur, at eftirlønarskipaninar eru óheftar av búskaparkonjunkturunum og sostatt virka stabiliserandi uppá samfelagsbúskapin

Broytingar á tryggingarøkinum førdi frá ársskiftinum við sær, at Føroya Lívstrygging varð loyst frá Tryggingarsambandinum og fekk egna nevnd og egnan stjóra.

Tummas Eliasen eitur nýggi stjórin. Hann er 42 ár og útbúgvin innan politisk vísindi á universitetinum í Århus; skal tað vera uppá fínt, so eitur tað cand. scient. pol. Sjálvur er hann leirvíkingur, men í dag býr hann á Toftum saman við konuni Helenu og 20 ára gomlu dótrini Kirstin.

Tá ið hann var liðugur við útbúgvingina við árslok í 1985 fór hann í starv á Almannastovuni sum fulltrúi í gott ár. Í mars 1987 tók hann við starvinum sum fíggjarstjóri á Tryggingarsambandinum Føroyar og Føroya Lívstrygging. Síðani 1995 hevur hann eisini havt dagligu ábyrgdina av rakstrinum á lívstryggingini.

Fyri ein tryggingarstjóra er cand. scient. pol.-útbúgvingin ikki tann býttasta at hava, tí hon lærir teg m.a. at lesa av, hvørji áhugamál, ið ymiskir samfelagsbólkar hava, hvørjar fortreytir teir hava fyri at røkja síni áhugamál, og hvussu hesar fortreytir broytast við samfelagsgongdini; tá ið talað verður um fortreytir, so verður m.a. hugsað um, hvørja støðu teir hava í samfelagnum og hvussu væl ella illa teir eru fyri við ymiskum ressursum sum t.d. leiðslu og fyriskipan, pengum o.s.frv.

Broyttar fortreytir

Og Tummas Eliasen vísir á, at samfelagsbroytingarnar tey seinastu 10-15 árini hava havt við sær avgerandi broytingar á hansara virkisøki, kanska serliga tá ið tað kemur til eftirlønarspurningin.

Áðrenn fólkapensiónin ella fólkaeftirlønin kom í gildi í Føroyum í 1959, so var spurningurin um eftirløn roknað sum ein privat søk. Við fólkaeftirlønini broyttist hesin hugburður til tað, sum hevði verið vanligt í skandinavisku londunum í áravís: Eftirlønin var ikki longur ein privatur spurningur, men eitt knæsett politiskt prinsipp, galdandi eins fyri øll og fíggjað yvir almennu fíggjarlógina.

Síðani er so mangt broytt í okkara samfelag, soleiðis at eisini fortreytirnar í spurninginum um eftirløn eru broyttar. Tí kemur tað ikki av ongum, at rembingar hava verið á eftirlønarøkinum í nøkur ár og meira nú enn nakrantíð.

Hesar rembingar síggjast fyri ein part á tryggingar- og uppsparingarmarknaðinum, eftirsum tað eru alt fleiri, ið tekna privatar skipanir at hava aftrat almennu eftirlønini. Og fyri ein part síggjast hesar rembingar í hesum, at eftirlønarspurningurin er vorðin alt meiri sjónligur á politisku dagskránni síðstu árini. Javnaðarflokkurin hevur gjørt »samhaldsfasta« til eitt hjartamál, meðan Fólkaflokkurin hevur havt uppskot frammi um eina fólkatrygging; og herfyri segði landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, at tey, sum hava eina eftirlønarskipan, skulu ikki rokna við at fáa eina almenna eftirløn.

Við hesum úttalilsi gjørdi landsstýrismaðurin rættiliga hol í sjógvin; hann segði snøgt sagt, at tað, sum í skjótt 40 ár hevur verið roknað sum eitt sjálvsagt rættarkrav, als ikki verður nøkur sjálvfylgja í framtíðini. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi eftirløn til øll, og játtanin tískil má brúkast til tey, sum eru ringast fyri, tá ið tey kom í eftirlønaraldur.

Hvør so tann almenna eftirlønarskipanin verður í framtíðini, so er Tummas Eliasen grundleggjandi samdur við landsstýrismannin í hesum, at tað almenna ikki framyvir verður ført fyri at figgja eina nøktandi eftirløn fyri allar samfelagsborgarar.

- Hóast almenna fólkaeftirlønin í rúma tíð enn verður tað berandi hjá mongum, so verður tað alt meiri vanlig uppfatan, at soleiðis verður tað ikki, tá ið vit hyggja longur fram.


Fólkaeftirlønin tá og nú

Tummas Eliasen vísir á, at fólkaeftirlønin í dag er lutfalsliga nógv minni enn hon var í síni tíð.

- Fólkaeftirlønin var eitt ovurstórt framstig í síni tíð. Tað mest vanliga í sekstiárunum í Føroyum var, at maðurin hevði lønt arbeiði, meðan konan var heima. Tá ið tey komu í eftirlønaraldur, so komu tvær líkinda eftirlønir í staðin fyri ta einu lønina. Í hesum viðfangi er vert at geva gætur, at sjálvt um lønarlagið í Føroyum var munandi lægri enn í Danmark, so var eftirlønarupphæddin tann sama í báðum londunum.

Stjórin á Føroya Lívstrygging vísir á, at millum tey, sum vóru á arbeiðsmarknaðinum í seks- og sjeytiárunum, var tað vanligt at spara upp, hóast tey kundu síggja fram til eina almenna eftirløn, - tey vóru so at siga børn av teirri gomlu tíðini. ÿðrvísi við teimum, sum hava verið í vinnuførum aldri í átta- og nítíárunum, - millum teirra hevur ikki verið siðvenja at spara upp. Hetta hevði eisini samband við høga kostnaðarstøðið, ikki minst á húsamarknaðinum, í áttatiárunum, og ógvusligu niðurgongdini í nítíárunum.

- Fyri tey verður tað at fara uppá eftirløn eitt stórt afturstig, hjá summum kanska ein katastrofa, sigur Tummas Eliasen.

Samfelagið er í dag nógv meiri sundurgreinað, soleiðis at skilja, at vit í dag hava nógv fleiri ymiskar samfelags- og vinnubólkar, sum eru heilt ymiskt fyri. Hendan sundurgreining og so tað at fólk kenna seg minni bundin av siðvenju enn áður hevur, so eisini havt við sær eina hugburðsbroyting, har tann einstaki ikki longur er ein av fleiri, men heldur er einstaklingur við sínum tørvi og sínum persónliga lívsstíli.


Avtala eftir tørvi

- Ein privat eftirlønarskipan hóskar tí betur til eitt slíkt sundurgreinað samfelag. Har almenna eftirlønin er ein standard-veiting, stórt sæð uttan mun til tína persónligu umstøður, so kanst tú við eini privatari eftirlønarskipan avtala teg til eina eftirløn, ið passar júst tín tørv, sigur tryggingarstjórin.

Tað, sum sipað verður til, er, at tú kanst avtala teg til, hvussu stór eftirlønin (og harvið inngjaldið) skal vera, og tú kanst avtalað, at ein partur av inngjaldinum skal fara til eitt ella fleiri sløg av tryggingum, t.d. við óarbeiðsføri ella deyð.

Í høvuðsheitum eru tríggir inngangir til eina eftirlønarskipan. Ein er hesin, at tú persónliga vendir teg til tryggingina og gert eina avtalu; ein annar er, at tú ert í starvi hjá einari fyritøku, sum í forhond hevur gjørt eina trygging fyri sínar meðarbeiðarar sum part av setanarsømdunum, ein sokallað virkiseftirlønarskipan (eftirlønarsømdir verður alt meiri roknað sum ein týðandi liður hjá fyritøkum í kappingini um arbeiðsmegina); og tann triði er, at tað fakfelagið, sum tú ert limur í, hevur gjørt eina eftirlønarskipan fyri sínar limir.

Gongdin í Føroyum líkist henni, ið verið hevur t.d. í Danmark. Fram til fyrst í sjeytiárunum var eftirløn stórt sæð bara alment fíggjað, men við og við varð greitt, at alment fíggjað eftirløn var ikki framtíðin. Serliga fakfeløgini tóku hendan táttin upp, og í 1989 høvdu øll fakfeløg gjørt eina arbeiðsmarknaðareftirløn fyri sínar limir; ætlandi verður inngjaldið átta prosent, tá ið tær endaliga eru komnar í fasta legu. Hendan gongdin, at fakfeløg gera eftirlønarskipanir fyri sínar limir, hevur eisini vundið uppá seg í Føroyum seinastu árini; eins og í t.d. Danmark er at fáa í lag eina skipan, sum eisini er nøktandi fyri tey, sum eru komin upp um tey 50 árini og sostatt hava lutfalsilga stutta tíð at spara upp til eftirlønarárini.

So mikið er greitt, at við teirri gongd, sum tryggingarstjórin vísir á, at so ber til at siga, at tess sterkari tú stendur á arbeiðsmarknaðinum, jú betur ert tú fyri til at gera tær eina góða eftirlønaravtalu. Ella sagt øvugt: Tey, ið ikki hava verið so væl fyri á arbeiðsmarknaðinum, t.d. veri láglønt ella verið nógv arbeiðsleys, tey fara í høvuðsheitum bert at hava almennu eftirlønina á at líta. Spurningurin er so, um ikki hetta er ein óheppin gongd, ið fer at hava stórar ójavnar við sær.

Altíð eitt politiskt element

- Tað kanst tú siga, men tað er trupult at síggja, at hendan gongd er undansleppandi ella kann vendast, tá ið hugsað verður um, at talið av eldri verður lutfalsliga størri og krøvini til tað almenna alt størri. Tí fer altíð at hanga ein politiskur partur uppivið eftirlønarspurninginum, og tað er tað orðaskiftið, ið landsstýrismaðurin hevur sett sjøtul á.

Tummas Eliasen vísir á, at eftirlønar- og tryggingarskipanir hava eina uppsparingareffekt, hvørs týdningur ikki eigur at vera undirmettur í samfelagsbúskapinum. Í 1986 javnvigaði roknskapurin hjá Føroya Lívstrygging við 196 mió. krónum; á 1997-roknskapinum er javnvágin útvið 900 mió. kr. Krøvini til trygga plasering av slíkum peningi eru sera stór, og einar 600 mió. kr. eru plaseraðar uttanlands í virðisbrøvum.

- Meðan fígging av eftirlønin yvir almennu fíggjarlógina altíð fer at vera tengd at búskapargongdini, so koma longu nú árliga einar 60 mió. kr. til landið sum rentur frá okkara plaseringum, og tað uttan mun til, um tað gongur væl ella illa í føroyska búskapinum.

Tummas Eliasen minnir á, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, ið grundar sína tilveru á náttúrtilfeingi, og tí kann vera sera viðbrekið; privata eftirlønaruppsparingin hevur sostatt eina stabiliserandi ávirkan á føroyska búskapin.

- Í praksis vil tað siga, at ommur og abbar óheft av konjunkturunum kunnu fara út at ferðast ella hvat tey prioritera, sigur Tummas Eliasen.

Í hesum viðfangi vísir hann á, at í 1993, tá ið kreppan var uppá tað ógvusligasta, tá var skarvað av viðbótini hjá pensiónistum millum 67 og 70 ár, sum t.d. egndu ein stamp.

- Politikkarnir sóu seg noyddar at gera hetta, tí almenna fíggjarlógin var so hart fyrispent. Hava fólk egnar eftirlønarskipanir, so eru tey ikki so heft av almennum veitingum, og hartil kemur, at tey standa meiri frítt í spurninginum um, nær tey fara av arbeiðsmarknaðinum og hvussu nógv tey vilja arbeiða eftir at tey hava gjørt av at fara uppá eftirløn.

Í Danmark og hinum skandinavisku londunum hava eftirlønargrunnar fingið alt størri týdning fyri íløgumynstrið í samfelagnum, og serliga frá borgarligari síðu var stúrt fyri, at hesir grunnar fóru at fáa ov stórt vald. Í dag er hesin óttin burtur, tí eisini vinnulívið hevur sanna tann týdning, ið grunnarnir hava.

- Lívstryggingin hevur fyrst og fremst skyldu mótvegis tryggingartakarunum at umsita inngoldnu pengarnar trygt, og tí verða teir fyri tað mesta plaseraðir í virðisbrøvum uttanlands. Hinvegin kann tað sjálvsagt eisini vera skilagott at læna ein part út til kommunur, fyritøkur og stovnar eins og vit hava gjørt árini frammanundan; og vit ætla okkum eisini at vera virkin í føroysku samfelagsmenningini í tann mun tað er ráðiligt, sigur nýsetti tryggingarstjórin, sum í frítíðini er virkin í B68, m.a. sum nevndarlimur, dámar væl at fara á flot og at fiska síl.