Trygdin hjá havnarfólki í stórum vanda

­ Ikki vardi tað meg, at tað skuldi verða borgarstjórin í Havn og fyrst valdi limurin í Føroya Løgtingi, sum skuldi ganga á odda at seta trygdina hjá havnarfólki í vanda, sigur Guttorm Eysturoy, formaður í Havnar Bjargingarfelag

­ Vit eru tveitt á dyr.

­ Og tað eru eingir annar enn borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, og fyrst valdi limurin í Føroya Løgtingi, Bjørn á Heygum, sum hava tveitt okkum á dyr.

­ Men eg kann lova teimum báðum: Vit flyta okkum ikki ein tumma fyrrenn vit antin verða tveitt út, ella Býráðið hevur útvea okkum onnur høli at verða í.

Guttorm Eysturoy, formaður í Havnar Bjargingarfelag í næstan 20 ár, er ein illur og vónbrotin maður í dag.

Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna nú hevur tveitt Havnar Bjargingarfelag úr húsinum niðri í Vágsbotni, sum felagið hevur havt í 20 ár og hevur brúkt 200.000 krónur uppá at gera ístand, umframt eitt ótal av sjálvbodnum arbeiðstímum.

­ Og tað er gjørt eftir kravi frá fyrst valda liminum í Føroya Løgtingi, Birni á Heygum við vælsignisi frá borgarstjóranum í Havn, Leivuri Hansen.

­ Sostatt hava tveir av okkara fremstu politikarum sett trygdina hjá havnarfólki í vanda.

­ Og tað hava teir gjørt, tí, tí teir vilja troka eitt felag, sum Bjørn á Heygum er ráðgevari hjá, og virkin limur í, inn í húsið hjá Bjargingarfelagnum.

Talan er um nýliga endurstovnaða felagið fyri smábátaeigarar í Havnini, sum nú eisini skal hava høli í húsinum bjargingarfelagnum.

­ Sotatt er trygdin hjá havnarfólki sett í vanda, tí bjargingarfelagið skal blakast út til frama fyri eitt felag fyri - stuttleikabátseigarar, og tað haldi eg er ótrúligt, sigur Guttorm Eysturoy.


Vóru vælkomnir

Forsøgan er, at menn í Havn tóku seg herfyri saman at stovna eitt felag fyri smábátseigarar.

Felagið vendi sær til kommununa um at fáa høli at vera í.

Endin var, at kommunan vísti felagnum á pakkhúsið hjá Mjólkaforsýningini niðri í Vágsbotni, sum, bjargingarfelagið heldur til í.

­ Bátafelagið gjørdi beinanvegin greitt, at tað vildi hava, at ovara hæddin skuldi verða felags uppihalds- og goymsluhøli, sigur Guttormur Eysturoy. ­ Samstundis vildi tað hava oljufýrið flutt í kjallaran, so at brúsa og wc kundi gerast, har fýrrúmið nú er.

­ Tað førdi so við sær, at bjargingarfelagið mátti flyta í kjallaran við allari sínari útgerð.

Guttormur Eysturoy sigur, at Bjargingarfelagið svaraði, at tað var ikki sinnað at sleppa hølum sínum.

­ Men vit boðaðu frá, at bátafelagið er hjartaliga vælkomið í kjallaran.

Felagið er eisini vælkomið at flyta oljufýrið í kjallaran og at gera brúsu og wc til gestasiglarar, har fýrrúmið nú er.

Býráðið hevur sett 50.000 av í stuðuli til at gera húsið í stand fyri.

Guttorm Eysturoy sigur, at Bjargingarfelagið hevur heldur onki ímóti, at allir pengarnir verða brúktir til hølini hjá Bátafelagnum.

­ Men vit vilja ikki verða koyrdir úr hølunum, vit hava havt seinastu 20 árini.

­ Vit hava brúkt 200.000 krónur uppá at gera tey í- stand, umframt eitt ótal av sjálvbodnum arbeiðstímun, sum vit ikki hava fingið eitt oyra fyri.


Krevja leigu

Men Býráðið hevur givið Bátafelagnum viðhald í sínum krøvum

Býráðið ætlar eisini hereftir at krevja 3.600 krónur um mánaðin í leigu fyri húsið.

­ Tvs, at hvørt felag skal betala 1.800 krónur um mánaðin.

Afturat tí skulu feløgini tryggja rútar og innbúgv, og betala fyri ljós og varma.

­ Hetta er ikki tað nógva, men eg haldi, at tað er prinsipielt skeivt at eitt bjargingarfelag við sjálvbodnum bjargingarfólki, skal beinleiðis skal betala kommununi fyri at verða til, sigur Guttormur Eysturoy.

­ Vit í bjargingarfelagnum fáa ikki eitt reytt oyra fyri tað arbeiðið, vit gera, og vit halda, at tað líkist ongum, at vit harafturat skulu betala fyri at vera til.

Guttormur Eysturoy sigur, at felagið hevur ikki betalt leigu higartil.

­ Tað, eg veit frá øðrum bjargingarfeløgum í landinum, betala tey ikki leigu fyri høli, tey fáa frá kommununum.

­ Tey fáa tvørturímóti hølini ókeypis - og harafturat fáa tey fíggjarligan stuðul frá kommununi.

­ Vit fáa ongan, fíggjarligan stuðul frá kommununi, men skulu harafturat nú betala leigu.

Guttormur Eysturoy heldur, at arbeiðið, sum Bjargingarfelagið ger, er av slíkum slag, at kommunan átti at givið tí best møguligar umstøður.

­ Nú arbeitt verður við at gera eina tilbúgvingarskipan, kann tað ikki lata seg gera, uttan virknan leiklut frá bjargingarfeløgunum.

­ Hetta átti Býráðið at havt í huganum og skuldi tí heldur hugsa um at givið Bjargingarfelagnum so góðar umstøður sum gjørligt, sigur Guttormur Eysturoy.

Hann sigur, at Bjargingarfelagið tí heitti á Býráðið at taka málið uppaftur.

­ Tað gjørdi býráðið eisini. Men úrslitið var tað sama.


Útkoyrdir

Býráðið sigur, at tað er ikki sinnað at skifta støðu.

­Vit kunnu ikki tvinga Bjargingarfelagið at vera við til at gera brúkssáttmála um nýtslu av ognini. Úrslitið verður á, at um Bjargingarfelagið ikki vil vera við, verður sáttmáli gjørdur við Bátafelagið einsamalt, varð svarið frá Býráðnum.

Formaðurin í Bjargingarfelagnum sigur, at Býráðið hevur boðað frá, at arbeiðið at innrætta og umvæla húsið skuldi byrja fyrsta dagin og tí skuldi Bjargingarfelagið svara áðrenn 1. mars, um tað vildi vera við í ætlanini, ella ikki.

­ Vildu vit ikki verða við, skuldu vit fara úr húsinum og at taka ognir okkara við okkum, varð kravið frá býráðnum.

Guttormur Eysturoy sigur, at Býráðið gjørdi púra greitt, at arbeiðið uppá húsið fór at byrja, hóast ognirnar hjá Bjargingarfelagnum vóru inni.

­ Tó kravdi Býráðið, at vit skuldu vera farin úr húsinum í seinasta lagið 2. mars, sigur hann.

­ Sostatt eru vit tveitt á dyr, leggur hann afturat.

Hann sigur, at sum støðan er, veit hann ikki, hvussu verður vorðið við arbeiðnum hjá felagnum.

­ Men tað er eyðsæð, at ta ið viðurskiftini eru so ógreið, fer tað at ganga út yvir trygdina hjá havnarfólki.


Skulu tveitast út

Evstamarkið hjá Býráðnum var mánadagin.

Men enn er Bjargingarfelagið ikki í húsinum.

­ Vit fara ongan veg, fyrrenn vit antin verða tveitt úr húsinum, ella Býráðið vísir okkum á onnur, hóskilig høli, sigur hann.

Guttormur Eysturoy harmast stórliga um, at kommunan ger arbeiðsumstøðurnar hjá Bjargingarfelagnum so truplar.

­ Tey, sum manna bjargingarfelagið, gera eitt stórt arbeiði.

­ Tí hvør verður boðsendur, tá í stóreldur er, og sløkkiliðið ikki maktar tað einsamalt? Bjargingarfelagið.

­ Hvør verður boðsendur, tá í vanlukkur eru, sum krevja størri manning, enn vanligt? Bjargingarfelagið.

­ _Hvør verður boðsendur, tá ið farast má í hagan at leita eftir vilstum og meiðslaðum haruskjótarum, seyðamonnum og ferðafólki? Bjargingarfelagið.

­ Hvør verður boðsendur at bjarga fólki og húsum tá í ódnir herjað? Bjargingarfelagð

­ Fólkið í Bjargingarfelagnum gera eitt stórt arbeiði, uttan at fáa eitt oyra aftrufyri - og uttan at vænta eitt oyra afturfyri.

­ Men kommunan mátti kortini sæð tað sum sína uppgávu at givið okkum so góðar sømdir sum gjørligt, tí bjargingarfeløgini bjarga monum mannalívið og bjarga stórum virðum ímillum ár og dag.

Somuleiðis eiga og røkja bjargingarfeløgini kring alt landið eina rúgvu av útgerð og hjálparamboðum, báði børum, togum, metalsaksum, teppum o.s.fr.

Ein annar limur í Havnar Bjargingarfelag vísir á, at tað er ein hættislig gongd, sum hevur tikið seg upp.

­ Støðan er tann, at táið tað er brúk fyri hjálp, stendur ongantíð á at fáa hjálp.

­ Men tá ið fólk verða boðsend til venjingar er hopleyst at fáa nakran.

M.a. verður víst á, at ringjast mátti til næstan 40 mans, áðrenn átta, ella níggju fingust at taka lut í venjingini herfyri ,tá ið ein bussur skuldi eitast at vera farin útav á veg oman til Norðadals.

­ Tí skuldi Kommunan heldur roynt at lívga Bjargingarfelagið, heldur enn at fryst tað úti.