havnarmonnum í sínari herferð. Trúgvi Poulsen, sum man verða tann allarbesti miðspælarin í Føroyum, var so at siga ikki at síggja í fyrsta setti. Í hvussu er ikki á sínum upprunaliga plássi. Hann var við í nøkrum [...] síðani í fjør, og tað merktist tíðiliga, at Klæmint Isaksen, sum í fjør var venjari hjá klaksvíkingum, nú leikti hinumegin netið. Mjølnirleikararnir vaknaðu ikki fyrr enn annað sett var farið í gongd, [...] ánni í fyrsta setti. Sum sagt vóru servurnar neyvar og á tí økinum vóru tað serliga Klæmint Isaksen og Janus úr Dímun, sum gjørdu um seg. Klæmint við sínum góða eyga fyri at raka rættan leikara í móttøkuni
úti og í næstan fimm ár hevur Høgni saman við mammuni búð í Århus, har hon fær sær útbúgving. Eini jól flyta tey heimaftur, og hann fer í skúla, ivaleyst í 3. flokk, men hetta verður ikki nevnt. Í fyrstani [...] bara inn í eitt enn verri myrkur enn tað í titlinum. Aftan á ynskir hann, at tað var hann, sum varð avbukaður: »So hevði eg ikki havt hesa lemjandi kensluna av hatri til mín sjálvan. So hevði eg í staðin [...] At Høgni sleppur burtur úr síni kroystu støðu, eiga teir ongan lut í, í staðin eru tað ein annar skúli og ein góður vinmaður sum í felag fáa teir røttu karmarnar til vega. Børn og vaksin Høgni fylgist
og mest týðandi fiskavirkjunum í Føroyum. Tað varð stovnað í 1966 og var tá eitt sildavirki. Men í 1979 fingu teir eitt av teimum fyrstu, fýra aliloyvunum, sum vóru latin í Føroyum. Og nú hevur Bakkafrost [...] tí tíðin er so ómetaliga long av smoltstøðini í kølidiskin í handlinum niðri í Evropa. ? Verður avkastið minni, skal ikki nógv henda, áðrenn alingin endar í somu støðu sum so mong onnur virki, at tey forvinna [...] ? Í løtuni útflyta vit fyri yvir 100 milliónir um árið. ? Og vit betala yvir 20 milliónir í lønum. ? Men vit standa ikki í stað, og um tvey, trý ár eru vit komin uppaftur longri. Bakkafrost á Glyvrum er
vatn lagt inn í øll húsini í býnum, men vatnpostar vórðu settir upp í øllum býlingum, so øll uttan stórvegis hóvasták kundu fáa vatn borið í húsið. Í hesum sambandi gav Tórshavnar býráð í gjár út bókina [...] oktober í ár vóru liðin 100 ár síðani, at skrúvað varð frá fyri vatninum í Havnar kommunu. Tá var fyrsta kommunala vatnveitingin í Føroyum tikin í brúk, og havnarborgarar sluppu nú undan at fara í ánna eftir [...] bókina Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár, sum Finnur Johansen hevur skrivað. ? Tað var Janus Sørensen, vatnmeistari, sum kom við hugskotinum at fáa eina bók út um vatnveitingina í sambandi við 100 ára haldið
bygdur. Í 1928 var byrgingin í Marknagili gjørd, og tann stóri brunnurin við Gráastein varð bygdur í 1942. Uppi í Villingardali stóð ein brunnur klárur at taka í nýtslu í 1952, og stóra byrgingin í Havnardali [...] Havnardali varð tikin í nýtslu fyrst í sekstiárunum. Endaliga verkætlanin í Havnardali stóð liðug í 1966 við landsins fyrsta reinsiverki. Eftir hetta eru fleiri ábøtur gjørdar á vatnveitingina við pumpum og [...] árini er byrgingin í Villingardali, sum var liðug í 1988 - og nú stendur væl til við vatnveiting í býnum, heldur Finnur Johansen. ? Tað er heilt víst, at vatnveitingin úr Villingardali í dag uppfyllir ríkiliga
hevur skrivað um ólavsøkuhaldið í Føroyum. Páll Mortensen hevur stuttsøgu, sum hann nevnir: Soleiðis var tað tá. Poul Vestergaard hevur grein, hann nevnir Tróndur í Gøtu, Janus skald og Óðin gudur. Eftir Einar [...] Bókagarður gav út. 65. bind av Varðanum er 221 síður til støddar og kostar 195 krónur í bókabúðunum. Limagjaldið í Varðanum er 140 krónur um árið og limir fáa Varðan ókeypis. [...] søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum. Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur. Jólanátt á Drangoy er íslendsk søga, sum Leon Andreassen hevur umsett
Signar á Brúnni, landstýrismaður í mentamálum, handaði á samkomu í Tinganesi seinnapartin í gjár, Janusi Kamban, myndahøggara, heiðursgávu. Landstýrismaðurin letur gávuna eftir tilmæli frá nevnd umboðandi [...] føroyska bátin, ið hann hevur tikið fram og lýst við innliving og sannførandi formkenslu í grafisku myndum sínum. Í linoliumskurðunum eru myndevnini havið og fjøran og tað lív, ið rørist kring bátar og skip [...] krónur og nevndin hevur hesa grundgeving fyri at lata Janusi Kamban gávuna: Sum myndahøggari hevur Janus Kamban brotið upp úr nýggjum og vegað gøtur. Hábærslig tign lýsir av eymu og virðiligu bringumyndum
okkara, Janus Kamban. Einamest listafólk, umboð fyri nevndina, ið ger tilmæli til landstýrismannin viðvíkjandi heiðursgávuni og fólk, ið í mentunararbeiði hava havt við Janus at gera og embætisfólk í ment [...] Jákupson, limur í tilmælandi nevndini, hevði orðið vegna nevndina. hann hugleiddi millum annað um navnið Kamban. - Tað var ættfaðir Janusar, Grímur Kamban, sum í sínari tíð grundaði alla búðseting í Føroyum. [...] lítlari tjóð. Í dag ber ikki til at savna øll føroysk listafólk á einari sýning, so menningin, ið Janus hevur upplivað, hevur verið stór. Bárður endaði við at endurgeva úr bókini um Janus, sum Listasavnið
Johannesen, tað hevur verið fyrst í 20'unum. Mikines byrjaði á Akademinum í '28 og eg kom ikki niður til Danmarkarar, fyrr enn í 1930 og byrjaði á Akademinum í '32, sigur Janus, sum nýtti tey fyrstu tvey árini [...] sigur Janus Kamban, sum heldur, at í grundini hevur tað gingið so nøkulunda hjá sær. - Men, tað sum ein kallar forstáilsi, tað var jú ongantíð serliga stórt, sigur Janus og nevnir, at fyrst í øldini vóru [...] fara at fjasa inni í atelierinum. Eg eri ikki givin at arbeiða, men einki stórvegis er fyri framman, sigur Janus Kamban, sum mikudagin fekk handaða heiðursgávu frá landstýrismanninum í mentamálum, Signar
útlendingum frítt at gera íløgur í allar aðrar vinnur, eisini í fiskivinnuna á landi. Hann heldur, at tað er hóskandi, at útlendingar kunnu eiga 1/3 í alibrúkum og 1/3 í fiskiflotanum. Hann heldur sostatt [...] ikki í Føroyum og tí eru teir heilt einfalt noyddir til at leita sær fígging uttanlands. Hann sigur, at roynt varð at fáa fígging í Føroyum, men tað var ómøguligt. Eitt av skipunum, sum eru komin í flotan [...] eina triðingin, teir hava sett í felagið. Men annars skilir hann væl, um norðmenn seta ymsar treytir fyri at seta pening í føroysk feløg. ? Tann, sum eigur minnilutan í einum felag, fer sjálvandi altíð