Havnarfólk drekka vatn úr hundrað ára gomlum røri

Vatnleiðingin oman eftir Áarvegnum í Havn er tað einasta, sum framvegis er í nýtslu av 100 ára gomlu vatnveitingini í Havn. Havnin hevur í dag heimsins reinasta vatn - og vit nøkta øll heilsufrøðilig krøv nógv ár fram í tíðina, sigur Finnur Johansen, sum hevur skrivað bókina um vatnveitingin í Havn

Eirikur Lindenskov


Havnarfólk høvdu leingi gramt seg um skitna vatnið í ánnið, tá menn fyri góðum 100 árum síðani tóku stig til at skipa vatnveiting í býnum.

Sagt varð eisini, at býurin var vaksin »heilt niðan um Húsabrúgv«, og tí varð vatnið dálka í stóradammi, har fólk plagdu at taka vatn. Stóridammur var í Havnará undir vegnum, sum nú er millum Gamla Apotekið og tinghúsvøllin.

Fenaður gjørdi eisini sítt til, at vatnið varð dálkað, eins og tað, at teir, ið áttu jørðina omanfyri tægaðu bøin, sum eisnin dálkaði ánna.

Tað var eitt stórarbeiði, sum varð gjørt, tá vatnveitingin varð liðug fyri 100 árum síðani. Umframt brunnin við Gráastein (og her skal nevnast, at alan ikki er um tann stóra brunnin, vit kenna í dag, men um ein minni, sum var omanfyr8i) vóru løgd oman í Havnina.

Á gomlu myndini síggja vit menn leggja rør eftir Áarvegnum. Fyrstu húsini, vit síggja á myndini eru hjá Angeliku - ella sýnisgluggin hjá Kathrinu Christiansen oman fyri Blákolluna.

Júst hesin partur av rørleiðingini er framvegis í nýtslu. Janus Sørensen, vatnmeistari sigur, at rørleiðingin liggur fram við Hotel Hafni og oman til Blákolluna.

? Umframt gamla býarpartin niðanfyri, so fær eisini Hotel Hafnia vatn gjøgnum hesa 100 ára gomlu vatnleiðing, sigur Janus Sørensen.

Finnur Johansen segði herfyri við Sosialin, at tað fyrsta hann hevur funnið, har talað hevur verið um vatnveitingina, er frá eini bygginevnd, sum sett varð í 1856.

? Tá verður longu røtt um at útvega Havnarborgarum reinari vatn, tí býurin er so nógv vaksin. Seinni eru tað eisini privatfólk, sum taka seg saman, men hetta endar alt við kommunalu vatnveitingini, segði Finnur Johansen.

Tað er nógv hent í Havnini, síðani hendan vatnveitingin varð gjørd, og brunnarnir hava verið fleiri. Tann fyrsti var brunnurin við Gráastein, sum seinni var útbygdur.

Í 1912 var brunnurin uppi undir Varða - uppi undir Oyggjarvegnum - bygdur. Í 1928 var byrgingin í Marknagili gjørd, og tann stóri brunnurin við Gráastein varð bygdur í 1942. Uppi í Villingardali stóð ein brunnur klárur at taka í nýtslu í 1952, og stóra byrgingin í Havnardali varð tikin í nýtslu fyrst í sekstiárunum. Endaliga verkætlanin í Havnardali stóð liðug í 1966 við landsins fyrsta reinsiverki. Eftir hetta eru fleiri ábøtur gjørdar á vatnveitingina við pumpum og øðrum, men størsta útbyggingin seinnu árini er byrgingin í Villingardali, sum var liðug í 1988 - og nú stendur væl til við vatnveiting í býnum, heldur Finnur Johansen.

? Tað er heilt víst, at vatnveitingin úr Villingardali í dag uppfyllir ríkiliga øll heilsufrøðilig krøv nógv ár fram í tíðina, og við teirri vatnveiting, býurin hevur í dag klárar hann seg í nógv ár afturat, sigur Finnur Johansen, sum tó vísir á, at enn vantar eitt reinsiverk til byrgingina í Havnardali.

Reinsiverkið í Villingardali megnar at reisnsa 600 tons av vatni um tíman, meðan reinsiverkið í Havnardali einans megnar at reinsa 150 tons um tíman.

Í dag eru tað byrgingarnar bæði í Villingardali og Havnardali, sum fóðra býin við vatni. Men álitið er framvegis byrgingin í Havnardali, sum letur 75% av vatninum, meðan Villingardalur letur 25%.

Við eini mynd vísti Finnur Johansen, hvussu stóra fíggjarorku Tórshavnar býráð í sekstiárunum nýtti upp á vatnveitingina:

? Tá byrgingin í Havnardali stóð liðug í 1966 kostaði hon 7,7 milliónir krónur. Tá var fíggjarætlanin hjá kommununi eisini 7,7 milliónir - altso kostaði verkætlanin eina heila fíggjarætlan. Tá verkið í Villingardali stóð liðugt í 1988, kostaði tað um 110 milliónir. Tá var fíggjarætlanin umleiði 230 milliónir?

*