Janus Kamban heiðraður

Signar á Brúnni, landstýrismaður í mentamálum, handaði seinnapartin í gjár Janusi Kamban, listamanni, heiðursgávu áljóðandi 110.000 krónur

Signar á Brúnni, landstýrismaður í mentamálum, handaði á samkomu í Tinganesi seinnapartin í gjár, Janusi Kamban, myndahøggara, heiðursgávu. Landstýrismaðurin letur gávuna eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk.

Nevndin avgjørdi á fundi 8. desember at mæla landstýrismanninum til at lata Janusi Kamban serstaka heiðursgávu, soleiðis sum heimild er til sambært galdandi reglugerð.

Heiðursgávan er á 110.000 krónur og nevndin hevur hesa grundgeving fyri at lata Janusi Kamban gávuna:


Sum myndahøggari hevur Janus Kamban brotið upp úr nýggjum og vegað gøtur. Hábærslig tign lýsir av eymu og virðiligu bringumyndum hansara, ið eru granskandi persónslýsingar. Standmyndirnar lýsa føroyska gerandisdagin. Útróðrarmenn við bátum sínum og reiðskapi, grindamenn, fiskagentur, neytakonur og seyðamenn, kvøðarar og skøld verða lýst við spekt og sóma og hugskygnari vitan um treytir og kor. Einfalt skap og reinar linjur eyðkenna høggmyndir Janusar, eins og tann smidliga føroyska bátin, ið hann hevur tikið fram og lýst við innliving og sannførandi formkenslu í grafisku myndum sínum. Í linoliumskurðunum eru myndevnini havið og fjøran og tað lív, ið rørist kring bátar og skip við lendingar og bryggjur. Seyður og neyt, fuglur og hvalur eru partar av hesum íheimliga veruleika.


Janus Kamban, ið er 85 ára gamal, er Føroya elsti listamaður. Hann telist millum fyrstu føroyingar, ið nomu sær hægri listaútbúgving. Hann hevur verið virkin listamaður og eisini innan listafelag og listaskála hevur hann verið virkin. Arbeiðið har hevur eisini verið við til at menna listina og gjørt sítt til, at føroyingar hava tikið so væl ímóti og givið henni innivist í samfelag okkara.