? Vit fingu ikki fígging til skipið í Føroyum. Tí var onki at gera, enn at leita okkum eftir fígging uttanlands.
Svend Aage Ellefsen sigur, at orsøkin til, at teir hava norska fígging uppí í nótabátinum, sum teir nú hava keypt úr Noregi, er, at tað fekst ikki fígging í Føroyum.
Nú eru nøkur fiskiskip komin til Føroyar, har í norðmenn eiga ein triðing av partapengunum og føroyingar tveir triðingar og skipini verða so fíggjað úr Noregi.
Svend Aage Ellefsen sigur, at hetta er ein avleiðing, at fígging fæst ikki í Føroyum og tí eru teir heilt einfalt noyddir til at leita sær fígging uttanlands.
Hann sigur, at roynt varð at fáa fígging í Føroyum, men tað var ómøguligt.
Eitt av skipunum, sum eru komin í flotan við norskari fígging, er nótabáturin ?Vendla?, sum Svend Aage Ellefsen, og aðrir hava keypt og givið navnið Krúnan.
Krúnan er ein trol- og kraftblokkabátur.
Hann varð bygdur í 1948, men Svend Aage Ellefsen sigur, at tað er at kalla bara kjølurin eftir frá teirri tíðini, tí alt omanfyri sjógv er skift út. Ein stórur partur av bátinum er ikki meiri enn 10 ára gamal og hann er í sera góðum standi.
Hann tekur 1.000 tons.
Fyri at fáa loyvi til Krúnuna, hava teir keypt Neshamar av Strondum og selt hann til Estlands.
? Krúnan hevur so fingið ídnaðarloyvið hjá Neshamar.
Svend Aage Ellefsen sigur, at, at leisturin er hin sami, at norðmenn eiga 1/3 av partapeninginum og at føroyingar eiga 2/3.
?Hevði tað borið til at fingið fígging í Føroyum, var óneyðugt at fara uttanlands at leita eftir pengum.
Men hann avsannar at tað eru aðrar avtalur galdandi, sum geva norðmonnum serligar sømdir útyvir tann eina triðingin, teir hava sett í felagið.
Men annars skilir hann væl, um norðmenn seta ymsar treytir fyri at seta pening í føroysk feløg.
? Tann, sum eigur minnilutan í einum felag, fer sjálvandi altíð at royna at tryggja seg so væl sum møguligt ímóti, at teir fullkomiliga missa ræðið á felagnum.
? Tí gera teir ikki tað, kunnu teir, sum eiga meirilutan t.d. tøma felagið, uttan at teir fáa lyft ein fingur fyri at forða tí.
Annars sigur vágamaðurin, at tað kunnu eisini verða fyrimunir við at hava, eitt nú norskan kapital í fiskivinnuni.
? Norðmenn eru fremri enn vit á summum økjum.
? Norðmenn hava fiskað longu, brosmu og háv á djúpum vatni undir Føroyum.
? Tí kann eitt samstarv við norðmenn geva okkum ein kunnleika, sum vit ikki høvdu frammaundan.
Ongin vandi
Nógv eru ímóti at útlendingar sleppa uppí føroyskt vinnulív, tí eiga útlendingar uppi í, fer ein partur av vinninginum eisini av landinum.
Men hesum er lítil og ongin vandi fyri, heldur Svend Aage Ellefsen.
? Í fyrstu syftu er tað lógarfest, at føroyingar skulu eiga minst 2/3 av einum felag.
? Og tann, sum eigur 2/3 eigur at kenna seg tryggan.
Hann sær heldur ongan vanda í, at tað so ber til at gera serligar avtalur ímillum føroysku og norsku partaeigararnar, sum gevur norðmonnum størri ávirkan og størri part í einum møguligum yvirskoti, enn teir eiga á pappírinum.
Hann sigur, at fiskivinnan kastar heilt einfalt onki av sær og av tí sama er snøgt sagt ongin vinningur at býta sundur ímillum eigararnar.
Hann sigur, at tað er bara nú støðan er heilt óvanlig við tað, at fiskiskapur og prísir eru í topp, at eitt sindur møguliga verður til avlops.
?Annars hevur søgan lært okkum, at í føroysku fiskivinnuni er ongin vinningur at luta sundur.
? Og skuldi nakað lopið av, verður tað -í hvussu so er í okkara felag- lagt til síðis at styrkja felagið, so at tað kanska ber til at keypa størri og betri skip seinni.
Men hvussu ber tað so til, at norðmenn vilja seta pengar í? Hvat er teita áhugamál í øllum hesum? Er tað ikki fyri at fáa vinning?
?Sjálvandi vóna teir, at teir geva vinning einaferð. ? At eiga 1/3 í einum felag, sum klárar seg, er ikki at forkasta.
?Vónirnar eru sjálvandi, at felagið klárar seg og at partabrøvini verða meiri verd seinni so at tey kunnu kanska kunnu seljast aftur við vinningi.
Annars sigur Svend Aage Ellefsen, at tað er ongin føroyingur so lítið at sær komin, at hann letur norðmenn fara við vinninginum, um talan er um eitt felag, sum kastar nógv av sær.
Hinvegin vísur hann á, at ar talan um eina vinnu, sum kastaði nakað av sær, hevði tað uttan iva borið til at fingið føroyskar peningastovnar at fíggja íløgurnar og so var tann vandin av, av sær sjálvum.
? Men skuldi tað kasta av sær, má eisini tann, sum er sinnaður at seta pengar í eina íløgu, eisini kunna fáa eitt hampiligt avkast, ella ger hann tað ikki.
Hann vil ikki kalla hetta ein máti hjá norðmonnum at sleppa av við sínar gomlu rustikustar.
? Norska útgerðarfelagið, sum átti bátin, er ikki á nakran hátt við í felagnum, sum eigur bátin nú. Tað er eitt annað norskt felag, sum er komið uppí.
Eiga yvir 50.000 tons
Svend Aage sigur, at teir hava keypt bátin, tí vit eiga eitt stórt náttúruríkidømi, sum ikki verður gagnnýtt í løtuni.
? Vit eiga kvotur uppá yvir 50.000 tons av ídnaðarfiski í norskum sjógvi og ES sjógvi.
? Men vit fiska bara í mesta lagi 18.000 tons av hesi kvotu. Tvs, at vit eiga yvir 30.000 tons til góðar.
? Og tað er fyri at fáa gagnnýtt hesa kvotu, at vit hava keypt hendan bátin, sigur hann.
Skulu varðveita ræðið
Annars heldur Svend Aage Ellefsen, at føroyingar eiga at ansa eftir at vit ikki missa ræðið á føroysku fiskivinnuni.
? Eg haldi, at føroyignar skulu sjálvir eiga og hava ræði á teimum náttúrgivnu, grundleggjandi møguleikunum fyri framleiðslu.
? Tvs, at eg haldi, at føroyingar skulu eiga og hava ræði á alibrúkunum, á fiskiskipunum og fiskiríkidøminum undir Føroyum.
? Hinvegin haldi eg, at tað skal standa útlendingum frítt at gera íløgur í allar aðrar vinnur, eisini í fiskivinnuna á landi.
Hann heldur, at tað er hóskandi, at útlendingar kunnu eiga 1/3 í alibrúkum og 1/3 í fiskiflotanum.
Hann heldur sostatt, at tað er skeivt at rúmka ræsurnar hjá útlendingum í alivinnuni, so at teir kunnu eiga 49% av alibrúkunum, sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp - ella 40%, sum ein partur í vinnunevndini hevur skotið upp.
? Væl hava vit tosað um at menna alivinnuna. Men um vit ikki klára tað akkurát so skjótt, sum ætlanin hevur verið, eiga vit heldur at lata tað taka eitt ár longri, heldur ennn at brúka tað sum grundgeving fyri at at lata útlendingar sleppa uppí alivinnuna.
? Í fiskivinnuna á sjónum, eru lítlir og ongir møguleikar at draga meiri upp úr sjónum, enn vit gera nú, so har eru at kalla allir møguleikar brúktir.
? Og tá er tað skeivt at hava sleppa útlendingum ov nógv uppí, heldur Svend Aage Ellefsen.
Ikki at hitta
Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá Føroya Banka.
Men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, tí báðir stjórarnir, Jørn Astrup Hansen og Janus Petersen, vóru upptiknir á fundi allan fyrrapartin í gjár.