Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør fiska gulllaks.
- Fiskiskapurin eftir upsa er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og ein er eystanfyri og fiskar svartkalva.
- Báðir koma inn at landa í vikuni. Skipini hava mest av toski, svartkalva og blálongu.
Lagt verður aftrat, at Jákup Sverri er úti og ger yvirlitstrolingar, og teir fáa mest av hvítfiski.
- Tríggir trolbátar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av tosk, hýsu og nakað av flatfiski.
Allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni.
- Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava góðan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.