Fleyr smurdi Mjølnir av

Flogbóltur, menn: Dysturin millum Fleyr og Mjølnir var bert spennandi eina løtu í øðrum setti tá Mjølnir spílaði seg út. Annars átti Fleyr allan dystin, sum teir vunnu 3-0

Tað var ongantíð ivi um hvør fór at vinna dystin millum Fleyr og Mjølnir í meistaradeildini hjá monnum í Havn sunnudagin. Til tað var munurin ov stórur og tað var Fleyr sum átti munin á hesum sinni.

Tað vóru serliga Jóhannes Ejdesgaard og Tummas Óli Mortensen sum leiktu væl henda dagin og vunnu næstan alt sum teir fingu fatur á.

Mjølnir liðið er sera nógv skert síðani í fjør, og tað merktist tíðiliga, at Klæmint Isaksen, sum í fjør var venjari hjá klaksvíkingum, nú leikti hinumegin netið. Mjølnirleikararnir vaknaðu

ikki fyrr enn annað sett var farið í gongd, men tað vardi ikki so leingi áðrenn teir fingu sær enn ein blund, tí Fleyrleikararnir lótu sær ikki lynda at vera við undirlutan henda dystin.

Fyrsta sett byrjaði rættiliga væl hjá Fleyr og teir fingu lagt trýst á Mjølnir. Servurnar hjá Fleyr liðnum vóru sera neyvar og tað gav klaksvíkingum stórar trupulleikar at fáa hendur á teimum.

Og tá móttøkurnar ikki eru av teimum bestu, so er trupult at fáa álopsspælið at virka sum best.

Ikki tí, klaksvíkingarnir hava royndar spælarar á liðnum, men tað var bara ikki nóg mikið til at forða havnarmonnum í sínari herferð. Trúgvi Poulsen, sum man verða tann allarbesti miðspælarin í Føroyum, var so at siga ikki at síggja í fyrsta setti. Í hvussu er ikki á sínum upprunaliga plássi. Hann var við í nøkrum álopum á miðjuni, men tað var verri enn so nóg mikið, tí tá hann fór inn á miðjuna at spæla, vóru bóltarnir ikki nóg neyvir til at hann kundi fáa stórvegis burtur úr álopum sínum.

Hjá Jóannesi Poulsen gjørdist eisini trupult at vinna bóltarnar ? av somu orsøk sum hjá Trúgva.


Góðar servur

og góðar blokadur

Hjá Fleyr gekk harafturímóti sum eftir ánni í fyrsta setti. Sum sagt vóru servurnar neyvar og á tí økinum vóru tað serliga Klæmint Isaksen og Janus úr Dímun, sum gjørdu um seg.

Klæmint við sínum góða eyga fyri at raka rættan leikara í móttøkuni og Janus við hørðum, lágum og sera neyvum servum, sum klaksvíkingar als einki fingu gjørt við.

Tá klaksvíkingar so einaferð vunnu servuna, so vóru teir so óhepnir, at teir fyri tað mesta raktu Jan Hentze, og hansara móttøkur vóru perfektar henda dagin.

Tí var arbeiðið hjá Tummas Óla munandi lættari, enn tað var hjá Boga á Mjølnirliðnum og hevingarnar lógu perfekt gjøgnum allan dystin.

Fyrsta sett endaði eisini við einum rættiligum avsmurningi til klaksvíkingar. Teir taptu 15-3.


Mjølnir gongd

á álopsspælið

Í byrjanini av øðrum setti gekst munandi betri hjá Mjølnir. Teir fingu gongd á álopsspælið og tað var tí at móttøkurnar vóru munandi betir í byrjanini av hesum settinum. Men tað var kortini ikki nóg mikið til at sleppa nóg langt vekk frá Fleyr. Hóast undir trýsti, so hildu Fleyr leikararnir høvdið kalt, og tá harðast leikaði á vístu teir, at teir ikki bara eru góðir í viðgongd.

Klæmint skifti Steinar inn á miðblokkin at spæla í staðin fyri Rasmus og teirri uppgávuni kom Steinar sera væl frá. Hann er stórur og fekk fatur á fleiri týdningarmiklum bóltum, og so var

Fleyr aftur inni í dystinum. Og tá teir høvdu fingið kroyst seg framum, so var einki at gera hjá Mjølnir og Fleyr vann eisini hetta settið.

Seinasta sett gjørdist meira ein avgreiðsluspurningur fyri Fleyr. Tað sá mestsum út til at fleiri av Mjølnirleikarunum høvdu mist mótið, og tá er einki at gera. Fleyr setti seg á settið og fekk sær so góðan fyrimun, at Mjølnir ikki fekk fatur í teimum, og tískil vann Fleyr eisini triðja sett og harvið dystin 3-0.

Við sigrinum sunnudagin liggur Fleyr framhaldandi á øðrum plássi. ÍF er nummar eitt og má metast at verða besta boð uppá ein FM-vinnara, men við spælinum, sum Fleyr vísti sunnudagin, eru teir eisini eitt sera gott boð uppá ein FM-vinnara.

 

Men skal nakað sum helst hald vera í tí, so er neyðugt, at Fleyr vinnur dystin móti Fram, sum verður á Eysturskúlanum hóskvøldið. Gera teir tað ? og møguleikin eru til staðar ? so mugu teir metast at vera næsta boð til eitt FM-heiti eftir ÍF.

Hjá Mjølnir er harafturímóti ikki at missa mótið. Teir vunnu FM í fjør, men hava mist so nógv fólk, at tað má síggjast aftur á avrikunum í ár. Tað sum tó er positivt í mótgongdini er, at

klaksvíkingar hava fingið ungar og góðar leikarar á liðið, sum, tá teir hava neyðugu royndirnar, nokk skulu fara at vísa seg.

Soleiðis hevur tað altíð verið við Mjølnir. Tað kann gott verða at teir fáa ein »niðurtúr«, men teir koma altíð aftur í aftur.