Innihaldið er sum árini frammanundan fjølbroytt við søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum.
Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur.
Jólanátt á Drangoy er íslendsk søga, sum Leon Andreassen hevur umsett. Freydis Poulsen skrivar grein, sum hon nevnir Myrkjanoyri, grein um lagnuna hjá fleiri bóndum har, og har eisini so mætir menn sum Nólsoyar Páll hava búð.
Egon Hansen leggur fram áhugavert tilfar, mest eftir pápan, um staðanøvn fram við Nólsoynni. Andras Mortensen hevur skrivað um ólavsøkuhaldið í Føroyum. Páll Mortensen hevur stuttsøgu, sum hann nevnir: Soleiðis var tað tá. Poul Vestergaard hevur grein, hann nevnir Tróndur í Gøtu, Janus skald og Óðin gudur.
Eftir Einar Joensen, sála, er grein um Føroyar í gomlum døgum. Petra Arge skrivar um skúlabarnaferð til Danmarkar fyri meiri enn 50 árum síðani.
Nicodemus Rasmussen, sum hevur skrivað av hundrað tals síður úr gomlum skjølum, hevur her brot úr tingbókini fyri Eysturoy.
Seinasti partur av skaldsøguni "Júvíkingar" eftir Olav Duun er við, Dánjal Niclasen umsetti.
Yrkingar eru eftir Svenning av Lofti, Róðin Thomsen og Martin Næs.
Bókaummælini hesa ferð eru: Jens Chr. Carlsson ummælir bókina Samfelagsfrøði 2, tilfeingi og búskapur eftir Petur Ova Petersen.
Hanus Andreassen hevur ummæli, hann nevnir: hugflog og støðufesti, bókaummæli av leikinum Dreymur Jóansøkunátt eftir William Shakespeare, Aksel Tórgarð týddi.
Aftast í Varðanum hesa ferð er ummæli hjá Jóannes Hansen av bókini Frælsmannamál, 1899-1926 blaðgreinir, fólkafundir og røður. Tummas Lenvig legði til rættis og Bókagarður gav út.
65. bind av Varðanum er 221 síður til støddar og kostar 195 krónur í bókabúðunum. Limagjaldið í Varðanum er 140 krónur um árið og limir fáa Varðan ókeypis.