vóru har, at hann ikki var longur. Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum, tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum brosi [...] einaferð og legði afturat:»Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og spaka.« Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi verað týðliga á fótum fyri at síggja hann [...] fólkakærur sum hann var, støðgaði hann altíð á fyri at fáa sær eitt lítið prát. Í 1981 var eg teir seinastu mánadagarnar av skúlaárinum lærari í Syðradali á Streymoynni. Tá koyrdi eg ofta við teimum um
ongin greiða fingin á, hvussu verður við vegnum frá Eysturoyartunlinum og til Havnar. Undanfarna býráð og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, gjørdu annars í fjør eina avtalu um, hvussu vegurin skuldi vera [...] strekki norður eftir aftur, áðrenn teir koma inn á nýggja innkomuvegin. – Tá er nógv lættari hjá teimum at snara til vinstru oman til Havnar og standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum, akkurát sum tey altíð hava gjørt [...] leggja stóran dent á at kanna aðrar møguleikar. – Sjálv haldi eg ikki, at vit kunnu leggja ein innkomuveg gjøgnum túnini hjá fólki ovast í Hoyvíkini og síðan gjøgnum bygt øki allan vegin yvir á Marknagilsvegin
komið á breddan, og at Agenda 21 er á skránni ymsa staðni í landinum. Serliga kann nevnast Vestmanna, ið má sigast at hava verið slóðbotandi hesum viðvíkjandi, og kundu aðrar kommunur lært nógv av Ves [...] møguligt við minst møguligari ávirkan á umhvørvið og á nærumhvørvið hjá borgarum, ið hava sett búgv í góðari trúgv um at tungídnaður og larmandi virksemi ikki verður lagt á grannagrundini av einari ábyrgdarfullari [...] eiga at verða fyrimyndir á umhvørvisøkinum. Landið eigur at lóggeva skynsamiliga røkt av tí, vit nu einaferða hava frá náttúrunar hond. Eisini eiga mál at orðast fyri, at fólk hava ein rætt at liva í økjum
var bara alt for trupult. Spurdur, hvussu hann persónliga var nøgdur um avrikini í teimum báðum dystunum, sum hann nú hevur havt á liðnum, helt hann, at tað mundi vera á eini góðari leið. - Eg haldi aftur [...] Eftir dystin prátaði eg eisini eitt sindur við Ramalöw, og tað einasta, sum hann legði dent á, var, hvussu nógv tað lætnaði hjá honum, tá teir fingu handan bóltin inn. Og hetta seinasta duga helst øll at [...] roknaður sum eykamaður í landsliðshópinum, hevur Jóhannis Joensen nú tvær ferðir á rað fingið møguleikan millum teir fyrstu á landsliðnum. Tað kann eisini róliga staðfestast, at hann so dyggiliga hevur tikið
enn 70.000 fólk, sigur Kristina Hansen. Hon kom av álvara upp í politikk fyri fýra árum síðani, tá hon varð uppstillað til kommunuvalið. Uppstillingin fer fram á tann hátt, at ovasta navnið á atkvøðuseðlinum [...] Og Kristina varð, hóast hon stóð rættiliga niðarliga á listanum, vald í kommunustýrið. Til valið hesaferð, sum fór fram 10. september, stóð hon ovast á listanum, og varð tí fyrst valda fyri Arbejderpartiet [...] plássini í útjaðaranum missa fólk til størru býirnar. Soleiðis er fólkatalið seinastu árini minkað í Nordkapp kommunu úr eini 5.000 til 6.000 fyri nøkrum árum síðani niður til 3.300 fólk í dag. Fiskiskapur er
Fólkaflokkurin um at missa takið á Sambandsflokkinum? Men tað verða teir kortini ikki – kenna vit løgmann rætt. Samgongan skal í dag hava fund, har trýst uttan iva verður lagt á teir tríggjar »óskikkiligu« [...] annaðhvørt atkvøða rætt í morgin, ella onkur millumloysn verður funnin, so fólkini í samgonguni kunnu semjast um, hvussu tingið atkvøður í morgin. Søgan um Jenis av Rana, sum vil sleppa úr [...] hugsa tankan, hvussu skilið verður, um vit finna olju eisini. Sum støðan er nú, er tað Sambandsflokkurin sum ikki er førur fyri at vera stjórnarberandi. Um trýstið frá løgmanni á Eivin Jacobsen
Zachariassen gjørt uppskot um, hvussu ein nýggjur útrokningarháttur til løgtingsval kann síggja út. 1998 og 2004 ring ár Hann vísti á, at einhvør valskipan eigur at verða bygd á nakrar politiskar málsetningar [...] sum gjørligt, og hátturin ger ongan skilnað millum valdømis- og eykaumboð. Fólk kunnu sjálv royna tann nýggja útrokningarháttin á www. setur.fo/valskipanir FAKTA Valskipanir í løgtingssøguni 1854 1906 1923 [...] um. Í øllum førum krevur tað nakrar góðar knokkar og óivað eisini nakrar góðar teldur at rokna út, hvussu vit finna tann besta rokniháttin, so at úrslitið eftir eitt løgtingsval best avspeglar atkvøðurnar
verða lagdur á beinan vegin, er eldraøkið. Tað er alneyðugt, at játtanin til tey eldru verður hækkað, so at umstøðurnar hjá teimum verða betraðar. Til dømis hevur tað seinastu tíðina verið nógv frammi í miðlunum [...] miðlunum um gomul fólk, ið eru innløgd á Landssjúkrahúsinum, tí tey ikki fáa nakra røktarpláss, hóast tey ikki eru før fyri at klára seg sjálvan. Stigtakararnir til Havnarflokkin eru tó fullvæl greiðir [...] greiðir yvir, at tað er avmarkað, hvussu nógvir pengar eru at arbeiða við, men sjálvsagt er tað eisini ein spurningur um raðfesting. Núverandi býráð hevur ikki sovið Tað er ikki, tí at Kartni Olsen er ónøgdur
eitt samfelag fyri øll, eins og yvirskriftin hjá ST sipar til, segði Helena Dam á Neystabø. Landsstýriskvinnan nevndi, hvussu Eldraárið fer at seta dám at hetta síðsta árið í øldini. Hon gjørdi vart við, [...] yngri. Vit mugu byrja frá báðum endum, soleiðis at vit møtast á miðjuni. Tí vit hava brúk fyri hvør øðrum, segði Tómas Tómasson. Ungt fólk í Landsstýrinum Eldraráðið í Føroyum fór til verka í 1995. Tað [...] formaður í Eldraráðnum, at nevndin, ið hevur til uppgávu at fyrireika Eldraárið, fór ov seint til verka. Hvussu er og ikki gekk alt sum fótur í hosu í Klingruni í Norðurlandahúsinum mikudagin, tá ið Eldraárið
Ólavur í Beiti er í dag aftur á gøtuni við eini nýggjari bók, ið sum vanligt er ein viðkomandi viðmerking til okkara tíð og samfelag. Evnið hesuferð er alnetið og serstakliga nógv útbreiddi áhugin fyri tjatt [...] ella net-fríggjaríi, sum tað kanska eitur á føroyskum. Væl vitandi, at tað finnast nógvir fordómar móti hesum nýggja fyribrigdi, roynir høvundurin at fáa tað niður á jørðina, og geva eitt so sakligt innlit [...] nú net-dating gongur sum oftast fyri seg á enskum, og tað hevði jú verið rættiliga kunstigt, um eitt tjatt millum Samfred og eina filipinska dámu gekk fyri seg á føroyskum, sigur Ólavur. Hvørt Samfred og