leikaraprát
Eftir at hann fyri tað allar mesta hevur verið roknaður sum eykamaður í landsliðshópinum, hevur Jóhannis Joensen nú tvær ferðir á rað fingið møguleikan millum teir fyrstu á landsliðnum. Tað kann eisini róliga staðfestast, at hann so dyggiliga hevur tikið av hesum møguleika, og tí kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at hann ikki fyrr hevur megnað at spælt seg til eitt fast pláss á liðnum.
- Tað veit eg ikki rættiliga hví, men havi kanska ongan tíð fingið kjansin. Hann havi eg so haft nú, og eg má eisini viðganga, at eg kenni meg vera sera væl fyri í løtuni. Eisini hóast eg seinastu løtuna mátti viðganga, at kreftirnar vóru um at vera uppi.
Stóðu væl
Um dystin sjálvan helt Jóhannis, at tað, sum kostaði mest, mundi vera, at okkara menn í so lítlan mun megnaðu at halda upp á bóltin.
- Tað ger jú, at verjan verður undir mest sum støðugum trýsti. Og so hvørt, sum írestandi minuttirnir fækkaðust, koyrdu teir alt meira fólk niðan, soleiðis at trýstið gjørdist enn størri. Somikið stórt, at vit at enda hoyknaðu undan. Høvdu vit bara megna at havt bóltin eitt lítið sindur meira, og harvið flutt spælið nakað niðan, kundi væl verið, at tað sá øðrvísi út, men tað var bara alt for trupult.
Spurdur, hvussu hann persónliga var nøgdur um avrikini í teimum báðum dystunum, sum hann nú hevur havt á liðnum, helt hann, at tað mundi vera á eini góðari leið.
- Eg haldi aftur í dag, at vit standa sera væl í verjupartinum, har vit í stóran mun megna at gera tað trupult hjá teirra monnum. Ikki minst hevur tað gingið væl í samspælinum millum Jákup og meg, men vit kenna nú eisini hvønn annan hampuliga væl, og vita tí, hvussu rennibanarnir hjá hvørjum øðrum eru. Tað hevur so ikki verið nakar trupulleiki.
Frustreraðir
Undir dystinum var Jóhannis sjálvur ein av teimum leikarum, sum brádliga lág eftirá í brotsteiginum eftir deyðbóltsstøðu. Nakað sum av álvara kundi mint um týskar frustratiónir, og hann viðgekk eisini, at tað hevði gingið hart fyri seg.
- Teir dugdu í øllum førum at sláa frá sær. Og samstundis eru teir jú 100% professionellir, soleiðis at terir gera hetta, uttan at dómarin sær nakað sum helst.
- Tá hetta er sagt, so skal eisini sigast, at teir helst kendu seg sera hart kroystar. Á innanhýsis keglarínum skiltist eisini, at teir vóru djúpt frustreraðir. Teir fingu jú ikki handan bóltin í kassan, og tað vildi verið ein skandala fyri teir, um teir ikki vunnu.
- Eftir dystin prátaði eg eisini eitt sindur við Ramalöw, og tað einasta, sum hann legði dent á, var, hvussu nógv tað lætnaði hjá honum, tá teir fingu handan bóltin inn.
Og hetta seinasta duga helst øll at skilja. Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so mundi móttøkan hjá týska liðnum ikki vera nøkur serlig hósmorgunin, meðan tað helst er eitt sindur øðrvísi statt hjá okkara monnum.










