Tað var av berum forelskilsi, at Kristina Hansen endaði í fjarskotna Honningsvåg í Norðurnoregi.
- Eg hitti ein mann og fylgdi við honum til Noregs. Tað var um ársskiftið 1988-89, og her havi eg verið síðani, sigur Kristina.
Sum hjá so mongum øðrum vardi forelskilsi ikki við, og í dag býr hon einsamøll saman við 17 ára gomlu dóttir síni í Honningsvåg, har hon sum nevnt trívist sera væl.
Kristina Hansen hevur altíð verið áhugað í politikki, og í barnaheiminum fylti hetta nógv.
- Heima vóru øll tjóðveldisfólk, men her í Noregi er einki sum eitur soleiðis, so fyri meg var tað meiri náttúrligt at fara upp í Arbejderpartiet. Tað kom nærmast av sær sjálvum, tí eg hevði verið aktiv innan fakfelagsarbeiði, sigur Kristina Hansen.
Hon hevur í fleiri ár verið forkvinna í lærarafelagnum í Finnmørkini, ið er fylki, sum umfatar 19 kommunur, millum aðrar Nordkapp kommunu, har Kristina Hansen júst er vald til borgarstjóra.
- Talan er um eitt ógvuliga stórt øki. Finnmørkin er til støddar størri enn Danmark, men her búgva kortini ikki fleiri enn 70.000 fólk, sigur Kristina Hansen.
Hon kom av álvara upp í politikk fyri fýra árum síðani, tá hon varð uppstillað til kommunuvalið. Uppstillingin fer fram á tann hátt, at ovasta navnið á atkvøðuseðlinum verður fyrst valdi, og so víðari. Og Kristina varð, hóast hon stóð rættiliga niðarliga á listanum, vald í kommunustýrið.
Til valið hesaferð, sum fór fram 10. september, stóð hon ovast á listanum, og varð tí fyrst valda fyri Arbejderpartiet. Og fyri viku síðani valdi so nýggja kommunustýrið hana til borgarstjóra fyri komandi fýra árini.
Føroyingar eru allastaðni
Vit fregnast eitt sindur um, antin hon hittir nógvar føroyingar um Honningsvåg-leiðina, men í sjálvum býnum veit hon bert um tveir mans. Hesir hava búð heilt leingi í Noregi og hava verið sjómenn alt sítt lív.
- Men uppi í Hammerfest havi eg hitt fleiri eftirkomarar eftir føroyingum, og annars veit eg, at tað sløðast nakrir aðrir føroyingar runt um í Finnmørkini, sigur Krstina Hansen.
Annars hendir tað javnan, at føroysk skip koma inn í Honningsvåg at bunkra. Serliga er Skálaberg javnur gestur.
- Eg eri tíðum umborð á føroysku skipunum, tá tey koma higar. Ja, eg plagi ofta at fara umborð at bidda seyðarhøvd frá teimum, sigur Kristina Hansen og flennur við.
Men Nordkapp gongur ikki frí av keðiliga trendinum, sum finst um alt Noregi, har smærru plássini í útjaðaranum missa fólk til størru býirnar. Soleiðis er fólkatalið seinastu árini minkað í Nordkapp kommunu úr eini 5.000 til 6.000 fyri nøkrum árum síðani niður til 3.300 fólk í dag.
Fiskiskapur er ein stórur partur av vinnuni í Nordkapp, men ferðafólkavinna er eisini týðandi partur av búskapinum í kommununi.
- Fólk koma upp her at uppliva Nordkapp, sum er norðasta punktið í Europa. Talan er um eini 200.000 ferðafólk um árið, men sesongin er avmarkað frá mai til september, sigur Kristina Hansen.
Olivant sambandið heim
Sum flestum kunnugt, er sólin ikki at síggja á hávetri í Norðurnoregi. Frá 20. november til 20. januar kemur sólin ikki upp.
- Men tað er kortini ikki soleiðis, at tað er bølamyrkt. Kavin ger, at tað er rímiliga ljóst. Tá føroyskir sjómenn siga, at tað er bølamyrkt hesa tíðina, so passar tað úti á havinum, men ikki uppi á landi, sigur Kristina Hansen.
Hóast Kristina hevur verið burturi heimanífrá í skjótt 20 ár, so vitjar hon javnan aftur í Føroyum. Fyrstu árini plagdi hon at vera heima í hvussu er annaðhvørt ár og tíðum hvørt ár. Nú kann gott ganga eitt sindur longri ímillum. Men hon heldur seg kortini dagførda við tað, sum heldir heima.
- Eg plagi at vera inni á Olivant fyri at vita, hvat hendir heima í Føroyum. Eg var inni har nú í vikuni fyri at síggja myndir av, tá NSÍ gjørdist føroyameistari. Men eg kendi ikki nógv av fólkunum. Tað er heldur ikki lætt eftir 20 árum, sigur Kristina Hansen.
Men í gerandisdegnum í Noregi finnur hon seg í hesum døgum til sættis sum borgarstjóri. Hon hevur sum nevnt sitið í kommunustýrinum í fýra ár, so hon er ikki heilt ókend við starvið. Størsta avbjóðingin er at skapa karmar fyri vinnulívinum, sum fyri ein stóran part er knýtt at fiskivinnu. Sum vanlig flakavirki, og so eru eisini tvey krabbavirki í kommununi.
Kommunala økið fevnir um skúlar, læknar, eldraforsorg, mentan, tekniska deild og havnina. Tilsamans eru smá 300 fólk í starvi hjá kommununi.
Kristina Hansen er útbúgvin lærari frá læraraskúlanum í Havn. Hon hevur í løtuni ongar ætlanir um at flyta heimaftur til Føroya, men hon til ikki avvísa, at hon einaferð aftur fer at venda nøsini hendanvegin.
Fyribils hevur hon úr at gera við at stjórna norðastu kommununi í Europa.