VALSKIPAN
Fólkaræðið er kanska torskildari, enn vit ofta geva okkum far um. Í øllum førum krevur tað nakrar góðar knokkar og óivað eisini nakrar góðar teldur at rokna út, hvussu vit finna tann besta rokniháttin, so at úrslitið eftir eitt løgtingsval best avspeglar atkvøðurnar fra veljararunum. Harafturat er torført at siga, hvat eitt sokallað rættvíst býti av atkvøðum er. Tey politisku atlitini eru nógv. Eitt nú skal støða takast til, um atlit skulu takast til eitt nú útjaðaran, ella um tey størru økini eru fyri vanbýti. Fólkatalið í teimum ymsu valdømunum kann eisini broytast.
Fyrrapartin skipaði Innlendisráðið fyri kunnandi fundi á Hotel Hafnia um nýggjan útrokningarhátt til løgtingsval. Fleiri av okkara fólkavaldu vóru komin saman at lurta eftir m.ø. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingi, sum greiddi frá, hvørjum valskipanum føroyingar hava valt sínar løgtingslimir eftir gjøgnum tíðirnar, og Peturi Zachariassen, hagfrøðingi, sum fortaldi um valskipanir kring heimin.
Eftir fleiri kunnandi framløgur átti Martin Zachariassen, teldufrøðingur, tørn. Hann hevur saman við Peturi Zachariassen gjørt uppskot um, hvussu ein nýggjur útrokningarháttur til løgtingsval kann síggja út.
1998 og 2004 ring ár
Hann vísti á, at einhvør valskipan eigur at verða bygd á nakrar politiskar málsetningar. Møguligir málsetningar fyri eina føroyska valskipan átti verið at tryggja flokkarnar lutfalsliga, at tryggja eina støðuga landafrøðiliga samanseting, at sterkar staðbundnar fylkingar skulu hava møguleika fyri tingsessir og at valdømini skulu tryggjast lutfalsliga umboðan eftir stødd teirra.
Martin Zachariassen vísti á, at eitt nú vóru valini 1998 og 2004 ring sæð frá einum støddfrøðiligum sjónarhorni. Tá hendi nenviliga tað, at flokkar, sum fingu flestar atkvøður, ikki fingu flestar tinglimir.
Valdømini fáa sum nú er heldur ikki lutfalsliga umboðan sambært teirra stødd, og óvissa kann verða um tulkingar av pørtum av uppgerðini.
Fleiri hættir eru, at rokna eitt valúrslit. Um tann nýggi hátturin, sum feðgarnir Petur og Martin Zachariassen hava gjørt fyri Innlendismálaráðið, hevði verið samtyktur, hevði valúrslitið í 2004 sæð øðrvísi út, enn tað bleiv við verandi hátti. Eitt nú hevði Sambandsflokkurin fingið 8 tinglimir í mun til 7 í dag, av tí at Sambandsflokkurin reelt sambært tí endaliga roknistykkinum fekk 7,5 tinglimir. Tjóðveldisflokkurin hevði farið frá 8 til 7 tinglimir, tí kvotan hjá Tjóðveldisflkkinum sambært valúrslitinum í 2004 fekk 6,89 tinglim.
Kann roynast á netinum
Tann nýggi hátturin hevði eisini ávirkað býtið av tingssessum í valdømunum. T.d. hevði Samnbandsflokkurin mist sín tinglim í Norðstreymoy, meðan Javnaðatflokkurin hevði fingið eitt umboð afturat í Suðurstreymoy. Bert ein tinglimur hevði verið valdur í Suðurstreymoy, meðan nógv tað fólkaríkasta økið í landinum, Suðurstreymoy, hevði fingið 12 tinglimir.
Fyrimunurin við hesum nýggja rokniháttinum hevði sambært Martini Zachariassen verið, at hann uppfyllir teir politisku málsetningarnar betri ella eins væl og núverandi skipan, eins og hann tryggjar serliga at flokkarnir og valdømini fáa lutfalsliga umboðan eftir atkvøðutølunum. Harafturat verða veljararnir so javntstillaðir sum gjørligt, og hátturin ger ongan skilnað millum valdømis- og eykaumboð.
Fólk kunnu sjálv royna tann nýggja útrokningarháttin á www. setur.fo/valskipanir
FAKTA
Valskipanir í løgtingssøguni
1854
1906
1923
Núverandi valskipan er frá 1978
27 valdømisumboð eru og 5 eykavaldSíðan 1987 hevur valrættaraldurin verið 18