"Er Fólkaflokkurin um at missa takið á Sambandsflokkinum?
Men tað verða teir kortini ikki – kenna vit løgmann rætt. Samgongan skal í dag hava fund, har trýst uttan iva verður lagt á teir tríggjar »óskikkiligu« tingmenninar, sum so annaðhvørt atkvøða rætt í morgin, ella onkur millumloysn verður funnin, so fólkini í samgonguni kunnu semjast um, hvussu tingið atkvøður í morgin.
Søgan um Jenis av Rana, sum vil sleppa úr samgonguni, er endurtikin ofta – so ofta, at hann valla man hava tað so ringt í hasum selskapinum, sum hann letst. Hesaferð stendur allur Miðflokkurin tó saman – báðir tingmenninir atkvøddu tað sama!
Sjónvarpið spurdi Bill Justinussen, um tað var beiggjan hann hugsaði um, sum var størsti keypari á uppboðssøluni í fjør. Men tað avvísti hann blankt – við at spyrja, um hann so ikki átti at verið í Fólkaflokkinum.
Men tað sum hendi í løgtinginum í gjár er tekin um, at samgongan ikki er so sterk, sum vit kanska hava hildið. Fólkaflokkurin hevur havt gott tak um løgmann og Kára P. Højgaard. Tí er tað eitt stórt stig hjá Eivin Jacobsen, sum situr á tingi sum fyrsti varamaður fyri tey trý landsstýrisfólkini hjá Sambandsflokkinum.
Tað er heldur einki dulsmál, at Sambandsflokkurin heldur enn fegin vil hava eina uppboðssølu – ella sum løgmaður segði í tinginum í gjár, at uppboðssølan í fjør var ein dundrandi suksé...
Tað er ilt at síggja, hvør tað er sum ræður – og hvør tað er, sum hevur so stóra ávirkan á politikararnar, at summir ganga púrasta frá sínum stevnumiðum til tess at lívga onkrar lobbyistar. Tað sum er uppaftur meira órógvandi er, at okkara politiska skipan ikki megnar at semjast um at gera ein skipan, sum skal býta út stóru virðini í samfelagnum nøkulunda rættvíst. Politiska skipanin bukkar undir fyri trýstinum hjá lobbyistunum.
Hetta er so makrelurin – spurningurin er so, um vit skulu tora at hugsa tankan, hvussu skilið verður, um vit finna olju eisini.
Sum støðan er nú, er tað Sambandsflokkurin sum ikki er førur fyri at vera stjórnarberandi. Um trýstið frá løgmanni á Eivin Jacobsen fer at elva til móttrýst, fáa vit at síggja seinni í dag – so løgmaður um ikki annað kann telja upp í 17.
Nógv verður uttan iva lagt fyri, tí tað telur nógv at vera løgmaður.










