Í seinasta blað skrivaðu vit um nýggja flokkin, ið fer at stilla upp til býráðsvalið í Havn í heyst. Flokkurin, ið ber heitið Havnarflokkurin, er eitt alternativ til verandi politisku flokkar, ið allir eru knýttir at ávísum politiskum hugsanum.
Meiri pengar til tey gomlu
Ein av stigtakarunum til nýggja flokkin er Kartni Olsen. Hann sigur, at enn hevur flokkurin ikki heilt nágreiniliga stungið út í kortið, hvønn politik teir ætla at reka, men meiri sett nakrar yvirskriftir til tað, ið teir ætla at arbeiða fram ímóti.
Kartni Olsen sigur tó, at eitt av teimum málum, ið stórur dentur eigur at verða lagdur á beinan vegin, er eldraøkið. Tað er alneyðugt, at játtanin til tey eldru verður hækkað, so at umstøðurnar hjá teimum verða betraðar. Til dømis hevur tað seinastu tíðina verið nógv frammi í miðlunum um gomul fólk, ið eru innløgd á Landssjúkrahúsinum, tí tey ikki fáa nakra røktarpláss, hóast tey ikki eru før fyri at klára seg sjálvan.
Stigtakararnir til Havnarflokkin eru tó fullvæl greiðir yvir, at tað er avmarkað, hvussu nógvir pengar eru at arbeiða við, men sjálvsagt er tað eisini ein spurningur um raðfesting.
Núverandi býráð hevur ikki sovið
Tað er ikki, tí at Kartni Olsen er ónøgdur við núsitandi býráð, at hann hevur verið við til at taka stig til nýggja flokkin. - Eg haldi ikki, at býráðið hevur sovið, tí tey hava fingið nógv gott av skafti, sigur Kartni Olsen, men leggur afturat, at tað er tó altíð okkurt, ið man sjálvur hevði gjørt øðrvísi.
Í skrivi, sum stigtakararnir til Havnarflokkin sendu fjølmiðlunum í vikuni, stendur at lesa, at millum annað við flokkurin leggja dent á eitt nú bátahavnina í Vágsbotn. Tað er ikki nakað dulsmál, at hetta er hjartabarnið hjá Kartna Olsen, sum eisini er formaður í Tórshavnar Bátafelag. Hann sigur tó, at hetta skal ikki skiljast sum um, at hann persónliga er ónøgdur við tað, sum Tórshavnar Býráð í verandi valskeið hevur gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá smábátum í Vágsbotni. - Sum formaður í Tórshavnar Bátafelag eri eg væl nøgdur við tað, sum býráðið hevur gjørt fyri bátaeigararnar seinastu árini. Millum annað eru fýra milliónir brúktar upp á økið fram við Bakkahellu nærheindis felagshølunum hjá bátafelagnum, og vit skulu eisini minnnast til, at pengarnir eru avmarkaðir, so alt kemur ikki í einum, sigur Kartni Olsen.
Síðsta summar vóru stórir trupulleikar í Vágsbotn, tí har luktaði so illa, men nú er bøtt um hetta. Kartni Olsen sigur, at hjá teimum okkurt um 100 fremmandu bátunum sum vitjaðu í Vágsbotni í fjør, var ikki altíð líka hugaligt at sita á dekkinum ella bryggjuni og fáa sær ein kaffimunn ella ein bita, tí tað luktaði so ómetaliga illa. Hetta er nú bøtt um, og tað er sjálvsagt at fegnast um, sigur hann.
Sum vit eisini umrøddu í seinasta blað, ætlar nýstovnaði Havnarflokkurin at leggja dent á eitt nú ferðavinnu, handilslívið mentanarlívið og at skapa karmar fyri einum virknum framleiðsluskapandi vinnulívi í høvuðsstaðnum. Flokkurin er av teirri hugsan, at karmarnir hjá framleiðsluvinnuni í Havn ikki eru nøktandi, og í næstum fer flokkurin óivað at koma við einum útspæli, har greitt verður frá, hvussu hesir karmar kunnu betrast.