Tann 1. mai skal avgerðin vera tikin

Tað er burturvið at brúka so nógvar pengar upp á nakað, sum ger støðuna hjá havnarfólki verri

Enn er ongin greiða fingin á, hvussu verður við vegnum frá Eysturoyartunlinum og til Havnar.

 

Undanfarna býráð og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, gjørdu annars í fjør eina avtalu um, hvussu vegurin skuldi vera og hóast nakrir býráðslimir ikki vóru nøgdir við avtaluna, varð hon kortini einmælt samtykt í undanfarna býráði.

 

Men tey í meirilutanum í nývalda býráðnum eru so mikið ónøgd við hesa loysnina, at tey leggja stóran dent á at kanna aðrar møguleikar. 

 

– Sjálv haldi eg ikki, at vit kunnu leggja ein innkomuveg gjøgnum túnini hjá fólki ovast í Hoyvíkini og síðan gjøgnum bygt øki allan vegin yvir á Marknagilsvegin, segði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri einum mánað síðani.

 

Eftir tí, sum lá í kortunum, skulu bilar, sum koma úr Eysturoyartunlinum fyrst koyra eitt strekki norður eftir aftur, áðrenn teir koma inn á nýggja innkomuvegin.

 

– Tá er nógv lættari hjá teimum at snara til vinstru oman til Havnar og standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum, akkurát sum tey altíð hava gjørt, helt borgarstjórin fyri einum mánað síðani.

 

Tí boðaði hon samstundis frá, at hon hevði sett fólk at kanna, hvat tað hevði kostað at gjørt ein tunnil heilt av Hvítanesi yvir í Krákugjógv, ella enntá heilt yvir í Hotel Føroyar.

 

 

Les eisini: Tunnin av Hvítanesi undir Hoyvik til Havnar

 

Les eisini: Tunnil í Havn fyri 300 milliónir

 

 

Hon sigur við okkum í morgun, at fyribils vísir metingin, at ein slíkur tunnil kostar beint undir 300 milliónir krónur. Men metingin er við tí fyrivarni, at allar neyðugu kanningar ikki eru gjørdar.

 

Tað er lítil munur á prísinum um tunnilin fer upp við Krákugjógv, ella um hann verður førdur heilt yvir til hotel Føroyar, sigur Annika Olsen

 

Hon staðfestir, at sostatt er ein tunnil heilt av Hvítanesi, undir Havnina, heldur bíligari enn tað er at gera veg av Hvítanesi í Krákugjógv, serliga um ein tunnil við Krákugjógv verður ein partur av hesi ætlanini, soleiðis sum talan eisini hevur verið um. 

 

 

Les eisini: Samt býráð samtykt innkomuvegin

 

 

Borgarstjórin sigur, at annars hevði umsitingin í býráðnum sett seinnapartin í gjár av til at arbeiða við málinum, og at fleiri uppskot eru komin fram um, hvussu trupuleikin við ferðsluni frá Eysturoyartunlinum til Havnar, kann loysast.

 

Av tí, at málið enn er á kanningarstigi, vil hon ikki nágreina, hvørjar loysnir eru um.

 

 

Les eisini: Eysturoyartunnilin dýrur fyri Havnina

 

 

Men hon staðfestir framvegis, at tann avtalan, sum undanfarna býráð gjørdi, er ikki nøktandi og tí verður nú kannað um tað ikki ber til at finna eina nýggja loysn.

 

– Loysnin, sum verður vald, verður ein varandi loysn, sum ikki letur seg broyta, og sostatt er tað altavgerandi, at vit finna ta røttu loysnina, sigur borgarstjórin.

 

Hóast ein avtala longu er gjørd ímillum landsstýrið og undanfarna býráð, væntar hon ikki, at tað verður nakar trupulleiki í, at semjast um ein nýggjan innkomuveg.

 

– Tað verður neyvan trupulleikin, staðfestir borgarstjórin.

 

– Tað er burturvið at brúka so nógvan pening at brúka so nógvan pening upp á ein veg, sum fer at gera tað verri fyri havnarfólk, sigur hon.