av tí at tað er rúsdrekkaumhvørvi. Hon orkar ikki longur at vera saman við fullum fólki. Jólaaftan fer Julia eins og áður í KFUK, og tað gleðir hon seg til, tí tað er sera hugnaligt. Í fjør var hon í Danmark [...] ? Eg var bara fylla í samfelagnum ? At enda var eg bara ífylla í samfelagnum, gekk sum ein rukka, fullur og tímdi hvørki at vaska mær ella skifta klæðir, sigur Finnbogi Dam. Spurdur hvussu tað kendist [...] fyri einari song, siga tey bæði. Tað hevur rættiliga verið brúk fyri herberginum síðani tað í apríl mánaða varð latið upp. Hóast tey í Frelsunarherinum vistu, at brúk var fyri tí, so væntaðu tey ikki so
trúgvi ikki, at tað at uppsiga fólk er nakað, tú gongur og venur til. Men tað kunnu av og á íkoma støður, har tað er neyðugt at uppsiga fólki. Sigur tú ja til at gerast stjóri ?líkamikið um tað er fyri ein [...] soleiðis sera varug við, hvat tað var vit gjørdu, tá vit í apríl 1994 valdu at føra tann samanlagda bankan víðari undir navninum Føroya Banki. Okkara fatan var hon, at tað er ikki navnið, ið setir dám á [...] vísa seg. Og tað hevur bankastjórin onki í móti at staðfesta: Nú seks ár aftan á. Hevur tað verið, sum tú roknaði við? ? Nei! Og lat tað vera sagt beinanvegin: Hevði eg vitað tá, hvat lá í kortunum, hevði
landinum. ? Jóladag varð farið í kirkju, og tá var væl av fólki í kirkju, eins og tað eisin var 2. jóladag. Men prestur var aldri at síggja í Svínoy um jólini. Tað var deknurin, ið las lestur. ? Gamlaárskvøld [...] heima á borðinum. Eg var komin at standa á prædikustólinum, og mátti eg bert prædika um dagsins tekst, uttan at hava eitt tað einasta orð uppskrivað. Men tað gekk. Fólk hildu tað vera eina deiliga prædiku [...] jólaaftan. Teksturin til prædikuna hevur altíð verið Lukas 2, ið ljóðar: ?Men tað hendi í teimum døgum...? ? Tað, sum eg haldi vera tað stuttliga við at halda jólaaftansguðstænastu er, at ein sær eina rúgvu av
Tað var um trítíðina sunnumorgunin at dyrnar fóru á vígan vegg í Ítróttarhøllini í Rúnavík. Meginparturin av teimum 700 fólkunum í høllini tustu út. Inni stóðu Kjølar og spældu, og hesaferð var tað altso [...] Eldur er í! Rópti onkur, og so kom fer á. Løtu seinni var høllin at kalla tóm, meðan Kjølar spældu ?Last Christmas?. Eldur var kortini ikki í. Hetta var bert ein roykbumba. Ein sterk roykbumbu, ið hevði eitt [...] altso ikki roykmaskinan hjá ADJ Sound, ið flippaði út. Tjúkkur roykur var undir pallinum og hann vaks bara í vavi, og fylti spakuliga høllina. Bassspælarin í Kjølum Jens Tummas Næss visti ikki um hann skuldi
til Australia fyrst í juli mánaða, og tað var ætlanin, at hon skuldi ganga á high-school og so annars bara uppliva landið. At hon so eisini skuldi enda sum modell, var púra óvæntað, men ger hetta uppihaldið [...] uppliving í sínum uppihaldi hinumegin knøttin. Tað, sum hon veruliga hevur hug til, er at gerast fittnessvenjari, og tað ætlar hon sær at læra til, so skjótt, sum tað er gjørligt. Elsa er gjøgnum síni modellarbeiði [...] býnum Melbourne hetta árið, ið hon er í Australia, og tað er eisini har, at modellsøgan hjá Elsu byrjar. Einaferð miðskeiðis í oktober mánaða var Elsa, saman við australsku familjuni hjá sær, á árliga
býlingi, hvussu tað er at standa mitt í honum, ella kanska rættari ganga runt í honum. Tú sært øll húsini, sum tú vanliga bara veitst eru har, men ikki sært soleiðis við berum eygum. Tað sum hevur størsta [...] eisini eina kenslu av himmali ella havi ella báðum tveimum í senn. Stjørnurnar koma fram har tú helt tað var hav, ella aldur, har tú hugsaði tær himmal. Í Føroyum verða elementini blandað saman, himmal og hav [...] allari pallmyndini. Eisini ber til at fara enn longri í hugmyndasambandinum. Rimaverkið kann vera ein fiskinót, grundarlagið undir okkara samfelagi, ella tað kann bindast saman við hesar stálborgirnar,
táverandi kommandørin. ? Tað var í mai mánað og veðrið var av tí fagrasta. Sólin stóð høgt á himni og kommandørurin tók meg við ein túr, har vit sóu nógv av Føroyum, m.a. Kirkjubø. Eg var seldur, fyri at siga [...] liðug, nakrir hava havt konuna við, men verri enn so allir, og tað hevur merkt húsini, at ein persónur ikki hevur verið inni, ið gjørdi tað hugnaligt og gott at vera. Tó skal sigast, at tann dag, Færøernes [...] við árslok 1999. Tað er óvanligt at biðja um tað og líka óvanligt, at ein fær loyvi til tess, sigur Ingelise, sum í síni tíð segði nei til at fara til Føroya. Maður hennara Jesper var annars sera hugtikin
.. .... Tórsvøllur. Tað skuldi verða so stórt og gott og flott, men tað endaði við eini bíligari discountloysn. Tórsvøllur ? einki oysl! Í fleiri ár snúði kjakið seg um, tað nú skuldi verða við ella uttan [...] uttan rennibreyt, nú snýr tað seg um, um tað yvirhøvur skula verða áskoðarapláss uttan um vøllin. Jú, víst er tað ein praktisk loysn, men við hesum lag verður Tórsvøllur teldutøkur áðrenn vit vita av. [...] .... Poul Nyrup Rasmussen. So er tað man spyr seg sjálvan, Poul, hvussu heldur tú sjálvur tað gongur? .... TINGMANNALØNIRNAR. Tað er ótrúligt, at tingmenninir ikki kunnu fáa avgreitt málið um lønirnar
Tað er ongin innilig móttøka nýggi stjórin í samanløgdu stovnunum Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum Reidar Nónfjall fær frá deildarleiðarum og verkfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum: ?Tekniskt púra [...] at hundurin liggur grivin aðrastaðni enn hjá teimum. Kúlustoyparin Arne Og siga teir tað ikki beinleiðis, so liggur tað líkasum í kortunum, at meðan Finnbogi Arge hevur tendrað fjúsið, so hevur Vinnumálastýrið [...] sær valdið?. Boðini til landsstýrið eru greið. Anfinn og Finnbogi kunnu velja tað óhumsku leiðina. Ella teir kunnu velja tað proffessionellu og sømiligu. Millum mongu dømini verður dýping í Leirvík tikin
sleppa á 1. lið í sínum egnu feløgum. Tað, at feløgini gera sáttmálar við sínar bestu spælarar, ger tað heldur ikki so lætt hjá spælarunum at skifta felag, sum tað var fyri nøkrum árum síðani. Umframt onkran [...] verður fólkið hjá GÍ nakað tað sama sum í fjør, men í Gøtu hava tey ásannað, at um liðið skal gera seg galdandi heilt uppi í toppinum, er neyðugt við styrki uttanífrá, og tað er so tað, arbeitt verður við nú [...] er væl lýddur í Gøtu, har hann var venjari trý tey fyrstu av teimum fýra gullárunum hjá GÍ, og tað verður neyvan venjarin, sum verður veikleikin hjá gøtumonnum í ár. Um tað fer at eydnast GÍ at blanda seg