Verkfrøðingar kalla nýggja stjóran líkrænara

Verkfrøðingar og deildarleiðarar hjá Landsverkfrøðinginum staðfesta í skrivi til Anfinn Kallsberg, løgmann og landsstýrismannin Finnboga Arge, at tann, ið troystar sær at taka starvið upp eftir frákoyrda Landsverkfrøðingin Henning Jacobsen er líkrænari

Tað er ongin innilig móttøka nýggi stjórin í samanløgdu stovnunum Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum Reidar Nónfjall fær frá deildarleiðarum og verkfrøðingum hjá Landsverkfrøðinginum:

?Tekniskt púra ókvalifiseraður? eru boðini frá verkfrøðingunum í notati og mótmælisskrivi, sum er sent til Anfinn Kallsberg, løgmann, og Finnboga Arge, landsstýrismann. Og teir halda fram:

?Vit skulu bara vita, at tann, sum troystar sær at søkja starvið sum landsverkfrøðingur ella sum troystar sær at taka óhumskuna upp undir øðrum bygnaði, er sjálvur líkrænari??

Tað vóru sostatt ikki deildarleiðarar og verkfrøðingar hjá Landsverkfrøðingum, sum vildu av við teirra stjóra ? landsverkfrøðingin Henning Jacobsen ? tá hann fekk uppsøgn í mandelgávu um jóltíðir. Tvørturímóti.

Í notati og mótmælisskrivi leggja ymsu deildarleiðararnir og verkfrøðingarnir dent á, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður hevur ?avhøvdað? teirra ?dugnaliga og vælkvalifiseraða stovnsleiðara uttan grund?.

Sjálvur segði Finnbogi Arge við ÚF mánakvøldið, at hann meti Reidar Nónfjall at vera vælkvalifiseraðan, og vísti til arbeiðið, Nónfjall hevði útynt á síðani hann kom til á Strandferðsluni, har tveysiffrað milliónsparing var framd við Reidari við róðrið.

Landsstýrismaðurin vísir eisini til bygnaðarbroytingar sum orsøk til, at Henning Jacobsen er sagdur úr starvi. Signar P. Heinesen, ið er deildarleiðari hjá Landsverkfrøðinginum, og eisini hevur gjørt vart við seg í orðaskiftinum um júst bygnaðarbroytingarnar í almennu umsitingini, saknar tó eina grundgeving frá landsstýrismanninum.

? Finnbogi vísir til bygnaðarbroytingar. Men hann grundgevur ikki út frá hesum, men út frá samskiftistrupulleikum millum eitt nú landsstýrið og Landsverkfrøðingin, sigur Signa P. Heinesen.

Hetta hevur hann ilt við at góðtaka. Og í mótmælisskrivinum, sum leiðarar hjá Landsverkfrøðinginum hava sent til løgmann og Finnboga Arge, verður eisini ynski lagt fram um, at hvørt einstakt mál verður tikið fram ? eitt fyri eitt ? til tess at síggja, hvar trupulleikin liggur. Sum skilst, so eru deildarleiðararnir og verkfrøðingarnir annars hjá Landsverkfrøðinginum rættiliga sannførdir um, at hundurin liggur grivin aðrastaðni enn hjá teimum.


Kúlustoyparin Arne

Og siga teir tað ikki beinleiðis, so liggur tað líkasum í kortunum, at meðan Finnbogi Arge hevur tendrað fjúsið, so hevur Vinnumálastýrið við Arna Poulsen smíðjað kúglurnar til nýggju kollveltingina innan almenna stovnssamanlegging.

Sum skilst, so eru tað framvegis bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normani Christensen, ið spøkja. Ja, sambært beinleiðis kjarnin til nýggja rokið innan føroyska landsumsiting.

Í notatinum til løgmann og Finnboga Arge staðfesta verkførðingarnir, at ?embætini í tí aktuella málinum eru landsstýrismaðurin í samferðslumálum og landsverkfrøðingurin. Onkustaðni í onkrum myrkaskoti er ein vinnumálastjóri eisini?

Teir halda fram ? uttan at vísa til nakað ítøkiligt ? og siga, at ?tað ber til at senda skriv út til onnur at ummæla uttan at gera hvørki sær sjálvum ella øðrum greitt, hvat skal ummælast, hvussu og við hvørjum endamáli - undir hvørji mannagongd ummælast skal - fyri síðani at kasta øðrum fyri, at tey lesa í eyst og skriva í vest?, siga verkfrøðingarnir og koma síðan við fleiri dømum um, hvussu, landsverkfrøðingingurin á reiðiligan og konstruktivan hátt hevur roynt at fáa sum frægast burtur úr ?ígjøgnum tey, sum hava tultuksað sær valdið?.

Boðini til landsstýrið eru greið. Anfinn og Finnbogi kunnu velja tað óhumsku leiðina. Ella teir kunnu velja tað proffessionellu og sømiligu.

 

Millum mongu dømini verður dýping í Leirvík tikin fram, har starvsfólkið hjá Landsverkfrøðinginum siga, at projektið var tikið frá skeivum enda, og har málið endaði við, at landsstýrið. Til løgmann og Finnboga Arge skriva deildarleiðarnir:

?Skriv var sent landsstýrinum aftur við frágreiðing um alt málið og við eini ætlan fyri hvussu Dúgvan skuldi fáast at sigla alt árið um Leirvíksfjørð millum Leirvík og Klaksvík. Dýpingin var tá leysliga mett til at kosta 10 mió. kr.

Hóast hesar frágreiðingar, so sendir landsstýrið fíggjarlógaruppskot til løgtingið, har sagt verður, at brúkast skulu 2 mió. kr. í 1998 fyri at fáa Dúgvuna at sigla alt árið um Leirvíksfjørð. Eftir mátistokkinum hjá Landsverkfrøðinginum er hetta at ljúgva fyri tinginum.?

Lesið annars alt notatið, sum er sent til løgmann og landsstýrismannin við vinnumálum á næstu síðu.