Trívast nógv betri í Føroyum enn væntað

Í fyrstani vildi Ingelise Dinesen ikki til Føroya, men nú hon hevur verið her í nærum hálvt triðja ár trívist hon so væl, at hon og maðurin hava avgjørt at leingja tíðina her til fram móti árslok 2002. ? Vit trívast væl her. Tað hevur verið nógv betri enn væntað. Vit hava fingið nógvar føroyskar vinir og kenningar, so vit hava biðið Verjuna um at leingja starvstíðina her, siga tey bæði

Hvør hevur ikki lagt til merkis bæriligu og ráru húsini, villuna, sum í hesum myrku desemberdøgum við Nólsoyarfirði í baksýni, strálar við jólastjørnum í hvørjum glugga og minnir um eitt ævintýrslott?

Í húsunum Úti við Strond, ið liggja so nær havinum, at bert ein væl røktur grasvøllur eigur mun millum hús og hav, býr kommandørparið Ingelise og Jesper Dinesen. Síðani juli 1996 hava tey búð í húsunum, og tey lata fegin hurðarnar upp til stórfingnu villuna, ið innan er jólaprýdd og innbúgvið er merkt av teirra mongu antikvitetum og ráru brúkslutum, keyptir í t.d. Belgia og Rom.

? Tá fólk hoyra um, at vit búgva her, siga tey: »Húsini hava vit lagt til merkis, tá vit koyra framvið úti við Strond«. Vit læta fegin upp, so fólk kunnu síggja húsini innan. Húsini hava hoyrt til Færøernes Kommando síðani 1953, og kommandørarnir, ið eru sendir til Føroya í tíðaravmarkað starv, hava síðani skiftivís búð her, sigur Ingelise Dinesen, sum í juli fyri tveimum árum síðani kom til Føroya við manni sínum Jesper Dinesen. Meðan hann tók við starvinum sum leiðari fyri Færøernes Kommando (Marinustøðini og verjuskipini, ið skiftast at vera í føroyskum sjógvi), fór Ingelise í gongd við at innrætta heim teirra komandi árini við egnum innbúgvi.

? Upprunaliga stóð nakað av mahogniinnbúgvi her, sum Færøernes Kommando hevði keypt fyri mongum árum síðani. Húsini kendust myrk og afturlætin. Ístaðin fyri at nýta innbúgvið, ið var her, loysti tað seg betri fíggjarliga hjá Verjuni at læta okkum fáa við okkum eina bingju við innbúgvi okkara, sum av tilvild vísti seg at hóska væl til húsini, sigur Ingelise, ið skjótt innrættaði húsini ljós og bærilig.

Tað hevði skund at seta húsini í stand hevði skund, tí kommandørparið skuldi taka ímóti danska verjuovastanum Hans Jørgen Garde og fylgi hansara. Sum kunnugt fekk ferð teirra til Føroya syrgiligan enda. Flogfarið datt niður nærhendis flogvøllinum í Vágum. Millum teirra í Føroyum, sum upplivdu vanlukkunar ræðuleika tætt hjá, vóru Ingelise og Jesper Dinesen.

Í nýinnrættaða heiminum hjá parinum stóð Ingelise klár við døgurðanum til verjuovastan og konu hansara og eisini millum onnur ríkisumboð og løgmann, tá óhugnaligu boðini um flogvanlukkuna komu.

? Tað var ræðuligt og veruleikafjart, minnist Ingelise Dinesen, sum síðani hevur havt nýggja danska verjuovastan Christian Hvidt á vitjan í kommandørhúsunum.

Kommandørbústaðurin - sum húsini verða rópt - er í sonevnda funkisstílinum og vórðu bygd í 1951. Eitt lið av føroyskum arkitektum bað um at síggja funkishúsini, stutt eftir at kommandørparið var flutt til Føroya. Ingelise Dinesen greiðir frá, at arkitekturin, ið teknaði húsini, Eyðun á Heygum, ofta argaðist inn á byggiharran, handilsmannin Havgrím Johannesen, sum alla tíðina gav arkitektinum boð um broytingar eftir enskum sniði. Havgrím Johannesen ferðaðist tá nógv í Onglandi og kom heim við nýggjum hugskotum um, hvussu húsini skuldu síggja út. Tá húsini stóðu liðug í 1951, flutti Johannesen og familja innar. Men tey vóru ikki einsamøll. Táverandi ovastin fyri Marinustøðina, E.H. Madsen, leigaði eitt kamar í húsunum og tá Havgím Johannesen í 1953 seldi húsini, keypti Færøernes Marinedistrikt, soleiðis kallaðist Færøernes kommando tá, húsini.

? Sostatt hava kommandørar búð í húsunum síðani tey vóru liðug, nakrir hava havt konuna við, men verri enn so allir, og tað hevur merkt húsini, at ein persónur ikki hevur verið inni, ið gjørdi tað hugnaligt og gott at vera. Tó skal sigast, at tann dag, Færøernes Kommando ikki longur nýtir húsini, so hevur Tórshavnar Kommuna forkeypsrætt, sigur Ingelise Dinesen, sum eisini nýtir stóran part av síni tíð til at fáa tann sosiala partin á Marinustøðini at virka. Tey umleið 40 fólkini, ið starvast á støðini - nógv tann størsti parturin av donsku monnunum eru giftir føroyskum konum - hava m.a. nýliga verið til jólatræ við børnum, eitt tiltak, ið Ingelise var primus motor í. Ingelise og maðurin trívast eisini so væl í Føroyum, at tey hava biðið Verjuna um longda tíð her.

? Vit trívast væl her. Tað hevur verið nógv betri enn væntað. Vit hava fingið nógvar føroyskar vinir og kenningar, so vit hava biðið Verjuna um at leingja starvstíðina her, til Jesper skal pensjónerast móti endanum av ár 2002. Upprunaliga áttu vit at farið heim við árslok 1999. Tað er óvanligt at biðja um tað og líka óvanligt, at ein fær loyvi til tess, sigur Ingelise, sum í síni tíð segði nei til at fara til Føroya.

Maður hennara Jesper var annars sera hugtikin av Føroyum, eftir at hann í 1988 hevði vitjað táverandi kommandørin.

? Tað var í mai mánað og veðrið var av tí fagrasta. Sólin stóð høgt á himni og kommandørurin tók meg við ein túr, har vit sóu nógv av Føroyum, m.a. Kirkjubø. Eg var seldur, fyri at siga sum er, og heimkomin segði eg við Ingelise: Vit mugu til Føroya. Men hon var sera avgjørd og segði nei takk, sigur Jesper Dinesen, sum nøkur ár seinni fekk tilboð um at gerast kommadørur í Føroyum.

? Eg segði nei í fyrstani, tí eg helt ikki Ingelise vildi koma við. Men tað vísti seg, at hon hevði broytt meining. Millum annað, tí hon fyrr hevði sagt starv frá sær, fyri at fylgja mær 3 ár í Belgia. Eg skundaði mær tí at boða frá, at eg hóast alt fegin vildi til Føroya, sigur Jesper Dinesen, sum kom til Føroya, eftir 3 ár í Belgia. Har var hann í starvi hjá ovastanum fyri felagsverjuliðunum í Europa, og hann skifti um pláss við fyrrverandi kommandørin Knud Erik Christiansen, ið tók plássið í Belgia, meðan Jesper Dinesen gjørdist kommandørur í Føroyum. Jesper Dinesen er ovasti fyri umleið 40 monnum, ið starvast á Marinustøðini, og er somuleiðis ovasti fyri vaktarskipini, ið eru í føroyskum sjógvi.

Parið, bæði koma úr Keypmannahavn - hon er uppvaksin á Frederiksberg og hann á Eysturbrúgv- hevur einmælt samtykt, at tá tíðin í Føroyum er av, so skal pensjónistatilveran ikki livast í Keypmannahavn.

? Tað hevði verið okkum ógjørligt at flutt til slíkan stórbý, eftir at hava búð í hesi náttúruni. Vit skulu til eitt stað, har ein hevur frið og náðir. Vit eru liðug við Keypmannahavn og rokna við at fara til Jútlands, siga Ingelise og Jesper Dinesen.