Niclas Johannesen
Astrup knallar hondina í borðið. Kaffikoppurin ristir, blaðmaðurin vaknar av álvara, og bankastjórin hyggur teg beint í eyguni gjøgnum tunna brillustellið. Pointið er skilt. Jørn Astrup Hansen hvørki kann ella vil tosa um ítøkilig mál millum kunda og banka í almenna orðaskiftinum. Tað er til ein og hvørja tíð illoyalt móti kundunum. Tí so kann ongin kundi í prinsippinum kenna seg tryggan. Sostatt má bankastjórin nú og tá finna seg í fáa skotið í skógvarnar í fjølmiðlunum, at Føroya Banki hvørki vildi fíggja hetta ella hatta. Og sostatt má blaðmaðurin finna seg í, at tøgn er bankastjórans einasta almenna aftursvar til slikar atfinningar. Men onkustaðni hevur Jørn Astrup Hansen sjálvsagt sína versjón.
Og hvør veit: Kanska hon liggur undir hesi stóru, væl defineraðu hondini, ið smellir á borðið og hansara notitsblokk í stóra fundarrúminum.
Men tak tað bara heilt róligt. Jørn Astrup Hansen er alt annað enn illur, hóast tú onga orsøk hevur at halda, at 56 ára gamli vestjyden og akademikarin frá Sædding í Skjern manglar temperament. Ja, satt at siga tykist bankastjórin serstakliga vælupplagdur og so kortini passaliga friðsælur henda mánamorgunin, tá hol annars av álvara verður sett á jólavikuna.
Tú uppdagar eisini skjótt, at Jørn Astrup Hansen hevur hetta her við at tala skjótt. Oftani so skjótt, at tú skalt tíðliga upp fyri at kunna fylgja við. Orðini eru livandi, leskilig og ofta fylt við dramatiskum metaforum, og einum humori, ið ein og hvør tekniseriumaður ella aspirerandi Óli P onki hevði havt ímóti at havt í viðførinum. Og donsku setningarnir hava ofta ein poetiskan uppbygning, sum kann vera torførur at umseta til føroyskt í snarari vend. Tí nuansurnar eru so smáar og raffineraðar. Haraftrat hugsar bankastjórin líka skjótt sum hann talar, ja kanska enn tá skjótari. Tað er sjón fyri søgn.
Allir hesir eginleikar hava helst eisini verið neyðugir til tess at yvirliva í tí ? rekonstrueraða ? stjórasessi, sum Jørn Astrup Hansen nú hevur sitið í í samfull seks ár. At arbeiðsumstøðurnar hava ikki verið optimalar og onki serliga innbjóðandi hjá hvørki banka ella bankastjóra, er væl dokumenterað. Aftan á stóra fallið í 92 fingu bankarnir nógvar óvinir í Føroyum. Við ?bankamálinum? kundi tú ikki siga Christiansborg, Fíggjareftirlit, Fíggingargrunnur, Tinganes ella Den Danske Bank uttan at Føroya Banki meira ella minni var innbygdur partur av langa orðastreyminum. Kortini gjørdist bankin rættiliga skjótt ein sunnur banki ? sæð við eygunum hjá eitt nú Fíggjaeftirlitinum.
Framvegis verður tó meira enn so skotið móti háborgini við R.C. Effersøesgøtu ? gamla Sjóvinnubankabygninginum ? har Jørn Astrup Hansen og restin av leiðsluni nú heldur til. Serliga úr politisku skotgrøvini. Men borgin er onkusvegna væl vard. Tølini tala: 64 milliónir krónur í yvirskoti í 1994, 150 mió. kr. í 95, 295 mió. kr. í 96 og 343 mió. kr. í 1997. Nú 98 skjótt fer í kav, dylir bankastjórin ikki fyri, at hann metir, at uppgávun, hann varð settur at loysa í 1993, er loyst. Bankin er bjargaður, og bankin er sunnur.
Og soleiðis kanst tú brádliga fáa ein bankastjóra at gera status og hugsa aftur á hendingarík ár.
Hevði eg vitað!
Hvat fekk teg upprunaliga at siga ja til uppruddingararbeiðið í Sjóvinnubankanum í 93?
? Eg hevði áður verið stjóri í einum banka, og eg var aftur farin at sakna luktin av saguspønum. Og so helt eg satt at siga, at eitt starv sum stjóri í Sjóvinnubankanum ljóðaði serstakliga spennandi. Á hesum økinum eri eg ikki blivin vónbrotin! Eg trúgvi eisini, at hetta eggjaði mína fáfongd. Í roynd og veru bleiv eg biðin um at søkja starvið. Tað eru jú annars bert unt prestum at verða kallaðir til sítt embæti.
Áðrenn Jørn Astrup fekk fyrispurning frá nýggju nevndini í Sjóvinnubankanum, sum kom til í november 1992, hevði hann longu víst, at hann megnaði at venda søkkandi skútu í ringum sjógvi. Í 1988 fekk Jørn Astrup Hansen uppgávuna at rudda upp í Midtbank, eftir at bankin kom í álvarsliga fíggjarkreppu. At rudda upp í næstan kollsigldari fíggjarskútu var sostatt ikki naka ókent fyri hann, tá hann byrjaði í Sjóvinnubankanum 1. január 1993. Men er Norðsjógvurin ringur, so kann Norðuratlantshavið vera upp aftur óndari, skuldi tað kortini vísa seg. Og tað hevur bankastjórin onki í móti at staðfesta:
Nú seks ár aftan á. Hevur tað verið, sum tú roknaði við?
? Nei! Og lat tað vera sagt beinanvegin: Hevði eg vitað tá, hvat lá í kortunum, hevði eg sagt nei takk. Tað hava rætt og slætt verið ov nógvir boðar og flúrar í tí sjógvi, sum bankin hevur verið noyddur at sigla ígjøgnum. Fleiri sker hava havt politisk sermerki, og sovorðin sker kunnu vera sera torfør at vara seg ímóti.
? Tá eg í november 1992 á fyrsta sinni hoyrdi um Sjóvinnubankan, hevði eg ikki hugflog at ímynda mær, at bankin, og tað føroyska bankakervið sum heild, var so løstað, sum tað í hesum førinum vísti seg at vera. Og eg hevði ikki minstu hóming av, at Føroya Banki eisini skuldi gerast ein trupulleiki fyri meg. Tað var næstan ov nógv at gloypa um í einum bita.
? Og ringast av øllum: Í næstan fimm ár hevur bankin verið ein politisk kastibløka. Vit fingu tað føroyska bankamálið. Ein sak, sum vit í bankanum ongan lut áttu í, og sum vit ikki kundu gera nakað við. Men tað skuldi vísa seg, at stórir partar av almenninginum, og tað skilji eg væl, høvdu ilt vit at skilja munin millum sakina og bankan. Og ein stóran part av tí illvilja, sum fylgdi í kjalarvørrinum á bankasakini, kom bankin síðani at hanga uppá. Tað var ein frustrerandi uppliving.
? Men sæð í bakspeglinum nú, tá tað heila er yvirstaðið, so eri eg takksamur fyri, at henda uppgávan fall mær í lut, og at eg fekk ta sera stóru upplivingina at vera við til at endurreisa bankavirksemið í Føroyum.
Føroyskt settur
Hetta ljóðar næstan sum um, tú nú ætlar at takka fyri teg. Fíggingargrunnurin gerst eisini føroyskur 1. január 1996, merkir tað eisini, at Jørn Astrup Hansen takkar fyri seg í Føroya Banka?
? Eg vil illa trúgva, at tann sannroynd, at eg gjørdist stjóri í Føroya Banka í 1993, og nú í seks ár havi verið stjóri í bankanum, hevur nakað at gera við, at tað hevur verið ein danskur meiriluti í nevndini fyri Fíggingargrunnin frá 1992.
? Tað eru einans viðurskiftini millum nevndina í bankanum, ið telur sjey limir, harav seks eru føroyskir, og meg, ið avgera míni starvsetanarviðurskifti í bankanum. Og so hevur mín søta hústrú eisini eitt stórt orð at siga! Fyri meg ger tað ikki nakran mun, at ein nýggj nevnd nú kemur í Fíggingargrunnin. Men tað er sjálvsagt greitt, at eg kann ikki vera stjóri í Føroya Banka, um eg ikki verið bakkaður upp av bankaeigarunum.
Og bankastjórin leggur aftrat.
? Eg varð í sínari settur í starv av nevndini í Sjóvinnubankanum. Eg eri starvsettur lokalt. Eg eri ikki útsendur, ella útlæntur, av nøkrum. Eg eri púrasta eg sjálvur.
At vera seg sjálvur í førinum Jørn Astrup Hansen, er nú heldur ikki at vera hvør sum helst.
Jørn Astrup er útbúgvin á Aarhus Universitet sum cand. oecon. ? t.e. økonomur ? í 1973. Áðrenn hevði hann tikið hægri handilsskúlaútbúgving. Hann klárar seg í týskum og fronskum, harumframt talar og skrivar hann flótandi enskt.
Hann hevur eisini tikið eftirútbúgvingar í trimum umførum. Í 1984 The City University Business School í London, í 1986 The Institute of Bankers í Cambrigde og árið eftir ? í 1987 ? IMEDE í Lausanne.
Jørn Astrup Hansen hevur eisini verið sáttmálastarvsettur í Baltica Forsikring A/S í eitt ár, har hann skuldi standa fyri avtøku av virkseminum innan kredit- og ábyrgdaratrygging. Haraftrat var hann í 1991-92 ráðgevi fyri bæði Uttanríkismálaráðið (Danida) og Heimsbankan.
Burðardygt
Men ongantíð hevur hann skula brúkt so sterkan lút sum í Føroyum. Og nakrar av hansara avgerðum elvdu beinleiðis til tár og frysta tøgn. Eitt nú tá uppsagnir vóru á skránni
Tú hevur í trimum umførum sagt tilsamans yvir hundrað starvsfólkum upp í Føroya Banka. Hvussu lærir ein bankastjóri at siga fólki upp?
? Eg trúgvi ikki, at tað at uppsiga fólk er nakað, tú gongur og venur til. Men tað kunnu av og á íkoma støður, har tað er neyðugt at uppsiga fólki. Sigur tú ja til at gerast stjóri ?líkamikið um tað er fyri ein banka ella eina skipasmiðju ? sigur tú eisini ja til at átaka tær slíkar uppgávur, hvussu ótespiligar tær enn kunnu vera.
? Um tú sum stjóri fírir fyri at gera tað neyðuga, so svíkir tú upp á longri sikt tey mongu til fyrimuns fyri tey fáu. Í bankanum máttu vit velja, um vit vildu lata skipa fara til botns við øllum 300 monnum umborð, ella um vit vildu bjarga skipinum við 200 monnum umborð.
Tað verður meira enn so funnist at útlánspolitikkinum hjá Føroya Banka frá føroyska vinnulívinum í føroysku fjølmiðlunum. Hvar liggur trupulleikin ? hjá bankanum ella vinnuni?
? Tað er mín fatan, at bankin í dag førir ein nakað øðrvísi útlánspolitik, enn gjørt varð áðrenn samanbrotið í 1992. Og tað er væl náttúrligt, vil eg halda, at tað frá tíð til aðrari kann elva til reaktiónir í vinnulívinum, sum er vant við annað. Men alt í alt vil eg tó meina, at vit liva í sátt og semju við nógv teir flestu av okkara mongu vinnulívskundum.
? Haraftrat haldi eg, at man í almenna orðaskiftinum er alt ov upptikin av, hvussu henda ella handan íløgan skal fíggjast. Hinvegin er man ikki serliga upptikin av, um íløgan kann rentast. Víst livir bankin av at lána út pengar. Men vit liva í roynd og veru enn betur, um vit fáa pengarnar aftur. Tað er ein myta, at her manglar fígging. Men her hava manglað og her mangla framvegis rentablar ætlanir. Og her hevur manglað og her manglar framvegis vágafúsur kapitalur. Og vissuliga, um ikki hesi bæði tingini eru tengd at hvør øðrum!
? Poul Mohr, sum sat í nevndini fyri Sjóvinnubankan í november 1992, og sum var við til at starvseta meg ? øll hava vit ein kross at bera! ? hevur einaferð sagt við meg, at ? um ikki annað ? so vil man í Føroyum minnast meg fyri at hava vera gubbi at hugtakinum ?burðardyggar? ætlanir. Og tað er jú nokk so tankavekjandi.
Men Jørn Astrup, á pappírinum er tú ein succes sum stjóri í Føroya Banka. Kortini verður bankin og ikki minst tú stundum kritiseraður í fjølmiðlunum og kanska serliga av ávísum politikarum. Hevur tú eina forkláring?
? Í 1992-93, tá bankarnir fóru á húsagang, avgjørdu politisku myndugleikarnir, at bankarnir skuldu átaka sær arv og skuld. Tað meini eg, var ein røtt og virðilig avgerð. Men tað hevur sanniliga verið ein tungur arvur at lyfta hjá Føroya Banka.
? Teir føroysku politikararnir máttu í 1992-93 leggja rygg til eina kapitalinnspræning upp á 2,7 milliardir krónur til bankarnar. Tað er ein ræðandi stór upphædd, ikki bert í føroyskum, men í einum og hvørjum, høpi.
? Kortini upplivdu politikararnir, hvussu bankin legði eina óhefta kós, og at bankin ikki lat seg ávirka politiskt. Hetta eru ivaleyst viðurskifti, sum av og á hava argað politikararnar. Og eg trúgvi, at hetta argilsi kann hava freistað politikararnar til at gera bankan til Prügelknabe. Bankin gjørdist tað sýnliga symbolið fyri búskaparliga kollapsið. Eitt heilt samfelag, meira ella minni, fór á húsagang fyrst í 90?unum og tók bankarnar við í fallinum. Bankarnir vóru ikki uttan ábyrgd, men teir vóru so avgjørt heldur ikki teir einastu, ið høvdu ábyrgd av húsaganginum. Men tað var bæði lætt og nærliggjandi, eisini fyri politikararnar, at geva bankanum skyldina.
Tjóðskapur og image
Hvønn leiklut hevur tað tjóðskaparliga eyðkennið, tá tú rekur bankavirksemi?
? Um vit halda okkum til aktuella orðaskiftið um eigaraviðurskiftini í alivinnuni ? og fiskivinnuni eisini ? so meini eg, at hasin spurningurin er av politiskum slag. Politikarar leggja eitt nú karmarnar fyri, hvussu stórur prosentpartur av einum alibrúki kann vera á útlendskum hondum.
? Og tað er heilt náttúrligt, at sterkar kenslur eru tengdar at hesum spurninginum um, hvør kann og skal eiga eina vinnu, sum er grundað á einkarloyvi til at gagnnýta ein part av náttúruríkidøminum og tilfeinginum í samfelagnum.
? Eg meini ikki, at vit í bankanum skulu hava nakra meining um, í hvønn mun vinnulívið kann eigast av útlendskum íløgumonnum. Men vit í bankanum ansa væl eftir, at við ikki luttaka í fígging av nøkrum, ið kann metast sum uttanumvik av reglunum.
Hevur Føroya Banki tað image ? ella umdømið ? sum tú ynskir, bankin skal hava?
? Nei, tað haldi eg ikki. Ikki enn. Sum eg áður havi nevnt, so hava vit í bankanum mugað drigist við ein sera tungan arv. Vit hava ikki kunnað, og heldur ikki viljað, avnokta okkara søgu. Vit vóru soleiðis sera varug við, hvat tað var vit gjørdu, tá vit í apríl 1994 valdu at føra tann samanlagda bankan víðari undir navninum Føroya Banki. Okkara fatan var hon, at tað er ikki navnið, ið setir dám á barnið, men barnið, ið setir dám á navnið.
? Eftir mínari fatan, hevur tað ? og undir ekstremt torførum umstøðum ? verið gjørdur ein ektaður og samvitskufullur innsatsur í bankanum síðani kollapsið í 1992-93. Og eg trúgvi, at hesin innsatsur fer at bera ávøkst í longdini. Tað er mín ambitión, at Føroya Banki skal vera ein seriøsur og álítandi samstarvsfelagi ? fyri vinnulívið og fyri alt tað føroyska samfelagið.
Hvussu hevur tú tað sum danskur stjóri í einum alment fíggjaðum føroyskum banka við fullveldisætlanini?
? Ikki tí eg eri ein danskur stjóri í Føroya Banka, men einans tí eg bert havi búð her lutfalsliga stutta tíð, havi eg nokk ikki so djúpkendar kenslur til fullveldisætlanina sum føroyingar hava.
? Men eg dugi tó væl at skilja, at man í Føroyum ? aftan á royndirnar í tíðarskeiðinum 1992-98 ? ger sær tankar um ríkisfelagsskapin og heimastýrislógina. Tað haldi annars eisini man átti at gjørt í Danmark.
Skuldi tú givið títt boð upp á eyðkennismunir millum danskarar og føroyingar, hvussu hevði títt boð ljóðað?
? Eg upplivi tað soleiðis, at føroyingar hava eitt søguligt grundað kompleks í viðurskifti-num til Danmark. Eg haldi, at vit í Føroyum eru so ríkiliga upptikin av alla tíðina at fyrihalda okkum til Danmark ? alla tíðina at samanbera okkum við danskarar. Eg eri ikki vísur í, at tað er serliga sunt fyri føroysku fólkasálina.
? Føroyingar eru meira nasjonalt tilvitandi enn danskarar. Hesi viðurskifti eru helst politiskt-søguligt grundað og Føroyar eru væl eisini tengdar at støddini og landafrøðiligu frástøðuni. Men vit eiga nokk at geva okkum far um, at nationalisman ikki kókar yvir og gerst til isolatión.
? Á tí persónliga stiginum vil eg fegin leggja aftrat, at eg havi tað serstakliga gott millum føroyingar. Henda beinleiðis jargonin tiltalar meg, og so havi eg ein veikleika fyri tí føroyska humorinum, sum eg í kraft av mínum vesturjydska uppvøkstri haldi meg hava serstakliga góðar fyritreytir fyri at skilja.
Allergi
Tú ert ein av teimum stjórunum, ið oftast gerst viðmerkingar í bløðunum. Hví?
? Lat meg fyrst siga, at eg haldi tað er ynskiligt, at fólk í vinnulívinum luttaka í samfelagskjakinum. Eg haldi, at leiðarar í vinnuni hava skyldu til at luttaka í kjakinum um viðurskifti í samfelagnum. Tað kann væl ikki vera meiningin, at orðaskiftið bert er ætlað politikarum og journalistum. Við einari flokstrúgvari pressu, sum vit kenna tað í Føroyum, vildu vit lættliga fingið eitt sera innforstaðið og alt ov einstáttað kjak.
? Lat meg haraftrat minna á, at eg í seks ár havi verið stjóri í eini fyritøku, sum hevur fingið ekstremt nógva umtalu. Tað er ikki so løgið, at vit í bankanum frá tíð til aðrari hava kent okkum tvungin at mala aftur, tá vit hava hildið, at kjakið um bankans viðurskifti er farið skeiva kós. Tað er eisini mín uppgáva at verja bankan og tess starvsfólk, um tað hendir seg, at vit fáa órímiliga viðferð í fjølmiðlunum. Og tað hendir jú.
? Og so skal eg eisini viðganga, at eg havi útviklað eitt slag av allergi, ella ovurviðkvæmi, mótvegis hesum sokallaðu Føroya-ekspertunum. Føroya-ekspertar, sum eru uppfunnir í pressuni, eru eftir hondini líka talríkir sum soppar í skógbotninum ein dag seinna partin av sumri. Føroya-ekspertar eru persónar, sum altíð búgva í Danmark. Vanliga í Keypmannahavn ? ofta í Studiestræde ? og onkuntíð eisini í Århus. Tú skuldi væl trúð, at Føroya-ekspertar búðu í Føroyum. Hetta ovurviðkvæmi mótvegis Føroya-ekspertum kemur til sjóndar hjá mær við einum serstakliga sterkum hugi at skriva.
Til síðst. Hvat starv hevur Jørn Astrup Hansen ár 2000?
? Tað er ein spurningur, eg fyrst vil tosa um við mína hústrú, harnæst við nevndina í bankanum. Og ikki fyrr enn tá við Sosialin.