Í flestu stórbýum úti í heimi eru vanliga áhugaverdar framsýningar eins og nýggjar sjónleika- og tónleikaframførslur um jólini. Fólk hava frí og tí stundir at ganga til ymiskt saman við familju og vinum.
Vanliga er stongt og myrkt í Smiðjuni í Lítluvík millum jól og nýggjárs, eins og á flestu øðrum framsýningarstøðum í Havnini. Men í ár eru bæði ljós og fagrir litir at síggja í Smiðjuni. Framsýningin "Havnin
- konstruktión undir stjørnunum" hjá fransmanninum Philippe Carré læt upp tann 17. desember. Hon er opin til 4. januar, so fólk kunnu nýta onkra løtu hesar frídagarnar til at støkka inn á gólvið í Smiðjuni og uppliva Havnina á ein eitt sindur øðrvísi hátt.
Konstruktión
Konstruktión er eitt sera dekkandi orð, tá ið tú skalt greiða frá hesum myndunum. Tað er talan um eina uppbygging, eina laðing, sum eru húsini laðað uppi eitt og eitt, onkuntíð sum í einum setikassa, húsini í hvør sínum lítla kassa formaðir av gøtunum sum eru rundan um tey. Gøturnar eru sæddar úr luftini og á teimum standa húsafasadurnar, ið eru sæddar, sum stóðst tú beint framman fyri tær. Sostatt er ikki talan um nakað vanligt perspektiv í myndini, alt hevur sama støddarstig.
Í hvørji mynd sært tú ein heilan býling. Býurin verður sæddur meira í størri eindum, og ikki bara sum úr einum vindeyga ella á eini vanligari fotomynd. Av tí at gøturnar tykjast vísa veg gjøgnum myndirnar, hevur tú eina kenslu av rúmd í hesum býlingi, hvussu tað er at standa mitt í honum, ella kanska rættari ganga runt í honum. Tú sært øll húsini, sum tú vanliga bara veitst eru har, men ikki sært soleiðis við berum eygum.
Tað sum hevur størsta týdningin er at finna tey serligu arkitekttonisku eyðkennini í hvørjum býlingi, tað sum tú minnst býlingin fyri, og royna at endurskapa atmosferuna.
Hetta fyrsta lagið í myndini, gøturnar við húsunum á, er sum eitt slag av nót, men ofta hevur tú eisini eina kenslu av himmali ella havi ella báðum tveimum í senn. Stjørnurnar koma fram har tú helt tað var hav, ella aldur, har tú hugsaði tær himmal. Í Føroyum verða elementini blandað saman, himmal og hav standa so ofta í einum.
Hugmyndasamband
Oftast er eisini eitt triðja lag aftan fyri hesi fyrru, eitt slag av rimaverki. Philippe sigur frá, at tað eru nógvar ymiskar hugmyndir samanbundnar her, t.d. kunnu vit hugsa okkum rimaverkið sum ein byggipall, sum tá ið tú byggir eini hús, ella stórviðurin á einum húsi undir bygging, sum hann sæst, áðrenn klædningurin er smíðjaður uppá.
Ella sum eitt klivlag á einum spæliplássi, ella sum um vit eru farin handan pall í einum sjónleikarhúsi, og síggja, hvussu pallurin er uppbygdur, tog og ymiskar rammur sum halda allari pallmyndini. Eisini ber til at fara enn longri í hugmyndasambandinum. Rimaverkið kann vera ein fiskinót, grundarlagið undir okkara samfelagi, ella tað kann bindast saman við hesar stálborgirnar, boripallarnar, sum kanska einaferð fara at standa mitt úti í havi okkara. Eisini kann hetta rimaverkið bera okkum aftur í tíðina, fleiri milliónir ár, so vit minna okkum á, at
einaferð var hetta eitt trævaksið land, veldugar metasequoia, sum kolalyndirnar bera boð um.
Ein mynd "Vágsbotn, Smiðjan í Lítluvík - Ponte Vecchio" er eitt dømi uppá eitt annað slag av hugmyndasambandi. Her er tað ein umskapan frá eini mynd til eina aðra, ella nakrir formar í einum býlingi í Havn, sum fáa teg at hugsa um tað kendu Ponte Vecchio í Firenze í Italia. Skapið av gøtunum kring Vágsbotn og Skálatrøð, jólaljósketurnar, skapið sum
ljósini av bilunum gera, tá ið teir koyra um kvøldið, gera nakrar bogar, sum kunnu fáa teg at hugsa um formarnar á Ponte Vecchio, ein brúgv úr miðøld, har hús vóru bygd uppiá. Tá ið tú hyggur at hesi brúnnið fært tú hava eina kenslu av, at húsini bara eru málað uppá sum ein mynd.
Føroyar, Havnin
og ferðamaðurin
Vit hoyra ofta, at føroyskir listamenn hava ringt við at fara aðrastaðni í verðini at fáa íblástur til sínar myndir. Hvat fær ein fransmann til
at halda á at gera myndir av Føroyum og serliga Havnini.
Tað sum fyri ferðamannin er so hugtakandi við Føroyum er fyrst og fremst havið. Tað er havið, sum hevur formað oyggjarnar og fólkið sum býr her. Hugtakandi eru eisini hesar basaltborgirnar, fjøllini klødd við
klorofyl, og at mitt í hesi dominerandi náttúruni glitra her og har hesi stjørnureiðrini innast í dølunum, - bygdirnar. Tá ið tú kemur av Oyggjavegnum og hyggur út yvir Havnina, er tað sum flýgur tú yvir einari dýnu av stjørnudusti. Vanliga siga vit, at allir vegir føra til Rom, men fyri meg føra allir vegir til Tórshavn, sigur Philippe.
- Listamenn finna sær ofta eina modell, eina musu, sum teir avmynda á óendaliga nógvar mátar og royna at gera so stórfingna og vakra sum til ber. Mín musa er Havnin, og har er ongin endi á, hvussu nógvar mátar man kann avmynda hana. Í eygum ferðamansins hevur Havnin eitt slag av reinleika, tú ikki finnur nógva aðrastaðni. Í mun til aðrar høvuðsstaðir hevur Havnin varðveitt sína menniskjansligu dimensión. Hóast alt er her, sum tú væntar tær av einum høvuðsstaði, er ein kensla av bygd ella menniskjansligum nærleika. Havnin er ikki ein "sminkaður" býur, her er onki gjørt fyri at tekkjast ferðavinnuni, hann er ein ektaður býur.
Havið og náttúran sum heild avgera urbanismuna. Tá ið tú gongur framvið einum av hesum stóru klettunum, sum liggja berir so nógva staðni í býnum, skilur tú, hvussu nær tú ert upprunanum. Í øðrum stórbýum er alt slættað og undir í betong, ? her kennir tú, hvussu tað var, tá ið okkara
tíðaraldur byrjaði. Her er enn heyggjut og bratt, gøturnar eru kringlutar og fylgja landslagnum, og húsini liggja sjáldan eftir eini beinari striku. Í mun til ta veldugu, dominerandi náttúruna, og tað óblíða veðurlagið, er býurin sjálvur so hugnaligur. Eitt sum ein kann undrast á er, at hóast tú kundi hugsað tær, at vit kanska áttu at bygt sterkar bygningar, nærmast borgir, fyri at standa ímóti náttúrumáttunum, so er tvørturímóti bygt smátt, lætt og hugnaligt. Havnin hevur staðið ímóti betonginnrásini, teir fáu stóru klombrutu bygningarnir standa heldur sum eitt ræðudømi um, hvussu man ikki eigur at gera, og undirstrika, hvussu hugnaligar og vakrar tær smærru og lættaru trækonstruktiónirnar eru. Í øðrum býum, har náttúran hevur mist valdið, vantar ofta hesin hugnin.
- Litirnir í myndunum eru bjartir og kortini eru teir oftast teir veruligu litirnir, sum vit finna í býnum, tí eitt av sereyðkennunum við
Havnini og øðrum býum og bygdum í Føroyum er hóast alt litirnir, ið standa sum mótsetning til ta ofta myrku náttúruna. Hesar "konstruktiónirnar undir stjørnunum" leiða okkum út á eina ferð, sum er veruleiki okkara, og gevur eygum okkara møguleika at enduruppdaga býin.