John Johannessen
Heri Jógvan Joensen er júst innsettur sum nýggjur prestur í Vesturkirkjuni í Havn, eftir at hann hevur verið prestur í Vági í níggju ár. Vit hava verið inni á gólvinum hjá honum og prátað um leyst og fast, og byrjar hann við at greiða frá Guðstænastum hansara í Vági jólaaftan.
? So langt fólk minnast, hevur jólaaftan verið tann heilt stóri kirkjudagurin í Vági. Vágs Kirkja plagdi at vera yvirfylt jólaaftan. Vit hava mett, at tað ofta hava verið um 800 fólk í kirkju í Vági hendan dagin, og bilarøðin hevur verið so long, at hon hevur rokkið heilt oman á keiðina.
? Tað, ið vit plagdu at leggja dent á í jólaaftansguðstænastuni í Vági, plagdi at vera sangurin. Vit hava altíð byrjað við at syngja ?Nú ringja kirkjuklokkur so hátt?, ið eg meti at vera tann besta av teimum føroysku jólasálmunum. Og endin á jólaaftansguðstænastuni hevur altíð verið, at sálmurin ?Gleðilig jól? hevur rungað í kirkjuni. Afturat sálmasanginum, hevur eisini verið kórsangur. Og hava tað fyri tað mesta verið barnakór hjá Jóannes Nolsøe, ið hava sungið.
? Prædikuna jólaaftan havi eg altíð roynt at hava í ein lættari dur, tí hugsast skal sjálvandi um børnini jólaaftan. Teksturin til prædikuna hevur altíð verið Lukas 2, ið ljóðar: ?Men tað hendi í teimum døgum...?
? Tað, sum eg haldi vera tað stuttliga við at halda jólaaftansguðstænastu er, at ein sær eina rúgvu av útisetum, ið bert eru komin heim til jóla. Og eg haldi, at hesi seta serliga stóran prís uppá, at koma í kirkju jólaaftan.
? Eg haldi, at fólk kenna tað sum, at jólini veruliga byrja í kirkjuni jólaaftan, meðan steikin stendur í ovninum og brúnkar. Men fyri at steikin ikki skal brennast í ovninum, royni eg altíð at bera so í bandi, at Guðstænastan er liðug klokkan fimm minuttir í seks.
? Tá eg var prestur í Suðuroynni, hevði eg altíð bert eina Guðstænastu jólaaftan, og var tað Guðstænastan í Vágs Kirkju. Tó kundi onkuntíð henda seg, at Guðstænasta varð hildin á ellisheiminum ella sjúkrahúsinum klokkan hálvgum tvey.
? Hvussu heldur tú, at tað fer at kennast at skula standa á prædikustólinum í aðrari kirkju jólaaftan í ár?
? Størsti munurin er helst, at í Vági kendi eg flest øll fólkini, ið vóru í kirkju. Her norðurin er ómøguligt at koma at kenna øll beinanvegin. Tó rokni eg við fullari kirkju, eins og tað plagdi at vera í Vági, men munurin her er, at talan er um tvær Guðstænastur jólaaftan. Berur Debes Joensen hevur eina Guðstænastu klokkan 15:00, og eg sjálvur havi Guðstænastuna klokkan 17:00.
? Í Havnini, eins og aðrastaðni, eru ógvuliga nógv sokallaði jólaaftanskristin fólk, ið bert koma í kirkju jólaaftan, men hesi skulu sjálvandi øll somul vera hjartaliga vælkomin. Tey skulu fáa eina hugnaliga og góða jólaprædiku, meðan steikin stendur í ovninum. Men sum sagt, er prædikan jólaaftan ein lættari prædika, ið er gjørd, so børnini fáa nakað burturúr henni. Í prædikuni jóladag verður meira hugsað um tey vaksnu.
? Ert tú byrjaður at skriva prædikuna?
? Ja, eg eri byrjaður uppá prædikuna. Hon kemur m.a. at inihalda eina søgu til børnini.
? Er tað hugaligari at vera prestur um jólini, enn tað er aðrar tíðir?
? Tað er sagt um sjónleikarar, at teir spæla betri fyri fullum húsum, enn teir gera fyri hálvtómum. Men tá vit lærdu til prest, varð okkum sagt, at ein skal altíð prædika, eins og ein prædikar fyri fullari kirkju. Hetta kann tykjast einn sindur torført viðhvørt, men ein eigur altíð at royna at halda hetta. Men sjávnadi er tað altíð meira gleðiligt at síggja út yvir eina fulla kirkju. Og eg veit, at jólaaftan verða kirkjurnar fullar.
? Hóast eg eri fluttur til Havnar, hevði mær eisini dámt at staðið í Vágs Kirkju jólaaftan klokkan 17:00. Eg eri vísur í, at tankar mínir fara at leita í Vágs Kirkju, meðan eg standi á prædikustólinum í Vesturkirkjuni hetta kvøldið. Somuleiðis fara tankarnir at leita suður í Vágs Kirkju, tá klokkan verður trý korter til fimm jólaaftan, og farast skal í kirju.
? Tú ert væl yngri enn teir undanfarnu prestarnir í Vesturkirkjuni. Væntar tú, at hetta kemur at broyta arbeiðslagið í Vesturkirkjuni nakað?
? Allir prestar hava sama endamál við starvi sínum. Hetta er at upphevja Kristurs í fólki okkara. Hetta er fyrsta og fremsta uppgáva prestsins. Sjálvandi verður arbeiðið tó litað av teimum persónunum, sum nú einaferð eru prestar. Men, sum sagt, er endamálið hjá øllum prestunum og kirkjuni tað sama.
Snøklar
? Ein prestur møtir nógvum ymsikum fólkum í bæði gleði og sorg, men kanst tú nevna onkra skemtiliga hending, tær er komin fyri í starvi tínum?
? Ein kann siga, at ein er komin víða í starvinum. Í sínari tíð hevði eg ógvuliga nógvar jarðarferðir í Suðuroynni. Har minnist eg serliga ein augustmánaða, har eg hevði serstakliga nógvar jarðarferðir á Tvøroyri. Á Tvøroyri plagdi eg at bera so í bandi, at eg plagdi fara undan fylginum, úr kappellinum á sjúkrahúsinum og út í kirkjuna. Síðan plagdi eg standa við kirkjuna, klárur at taka ímóti líkfylginum. Hendan augustmánaðan gjørdi eg tað sama, og sótu eg og klokkarin ofta á einum bonki uttanfyri kirkjuna og sólaðu okkum, til fylgið kom. Meðan vit plagdu sita á hesum bonkinum, plagdu vit at eygleiða eitt par, ið altíð plagdi at standa við vegjaðaran og kyssast og kyssast. Tey stóðu ofta har so greipaði og umvavd um hvønn annan, at líkfylgið koyrdi framvið, uttan at tey gáðaðu um tað. Og hetta hendi fleiri ferðir.
? Tað er eisini komin fyri, at onkur gumma, ið ikki hevur verið von at standa gumma, hevur svarað ja uppaftur í saman. Eg plagdi at siga við tær, ið skulu vera gummur, at tær skulu svara nei, tá eg spyrji um barnið er heimadoypt, og síðani skulu tær svara einar fimm ella seks ferðirnar ja, tá ið eg spyrji. Men onkur gumma hevur bara svarað ja, ja, ja, ja.... allatíðina, hvørjaferð eg havi hugt uppá hana.
? Eg minnist eisini fyrstu ferð eg skuldi til Fámjins at hava Guðstænastu. Tá hevði eg, sum so mangan, sitið í telefonini ov leingi. Eg sat í telefonini til klokkan hálvgum tólv, og fór so í skundi avstað til Fámjins. Men eg havi tvær ritualbøkur, og plagdi eg altíð at leggja prædikuna í ritualbókina, ið eg skal hava við mær í kirkju. Hendan dagin uppdagaði eg tó, tá eg kom til kirkjuna í Fámjin og opnaði ritualbókina, at eg hevði tikið ta skeivu. Tískil lá prædikan í hinari ritualbókini heima á borðinum. Eg var komin at standa á prædikustólinum, og mátti eg bert prædika um dagsins tekst, uttan at hava eitt tað einasta orð uppskrivað. Men tað gekk. Fólk hildu tað vera eina deiliga prædiku, sigur Heri og smílist.
? Ert tú nakrantíð vorðin ov seinur í kirkju ella hevur tú gloymt nakra Guðstænastu?
? Nei, eg má takka Guði fyri heilsuna og siga, at eg aldri havi avlýst nakra kirkjuliga handling av heilsuávum ella nøkrum øðrum. Tað er tó komið fyri, at onkrar Guðstænastur eini páskir herfyri vórðu avlýstar orsaka av illveðri.
? Ov seinur havi eg ikki verið, men eg eri ofta komin í seinna lagi. Einar tveir minuttir áðrenn Guðstænastuna eri eg ofta komin rennandi.
Prestajól
? Hvussu halda nýggij havnarpresturin og familja hansara jól?
? Jólaaftan í ár havi eg Guðstænastur í Norðadali, á Argjum og í Vesturkirkjuni. Men klokkan 18 rokni eg við at verða leysur, so eg kann halda jól saman við familjuni. Eftir gomlum vana úr Svínoy, haðani eg eri ættaður, byrja vit við at lata pakkarnar upp. Tá hetta er liðugt, verður sessast við døgveðraborðið.
? Eg fari ikki ov seint til songar jólaaftan, orsaka av, at eg skal hava Guðstænastu jóladag. Eg skal nevniliga hava sjónvarpsguðstænastu úr Vesturkirkjuni klokkan 11 fyrsta jóladag. Hendan dagin havi eg bert hesa einu Guðstænastuna.
? Annan jóladag fari eg út í Hest at hava Guðstænastu. Eg ætli at lata fólk í Hesti hoyra jólaprædikuna frá fyrsta jóladegi.Viðmerkjast kann, at eg aldri havi verið úti í Hesti fyrr, so eg gleði meg at koma út hagar at heilsa uppá fólk.
Prátið fellur aftur á fyrrverandi starvið hjá Hera í Suðuroynni, og Heri greiðir frá, at hann vanliga plagdi at hava fimm Guðstænastur í Suðuroynni jóladag. ? Eg plagdi at byrja í Vági kl. 11, har Ljómur plagar at syngja, og eg plagdi at enda í Porkeri kl. 19. So eg var sjálvdan heima hjá familjuni fyrr enn klokkan 21 jólakvøld. Tískil plagdi eg at hava frí 2. jóladag. Men ofta kom tó fyri, at eg noyddist at hava jarðarferð hendan dagin, sigur Heri, ið tó metir tíðina í Suðuroynna at hava verið nýggju sera góð ár.
? Millum jóla og nýggjars plagdu eisini at vera nógvar jólaveitslur ymsastaðni, har prestur pladi at vera við. Harafturat, plagdu vit at halda ?de gamles juletræ? heima í prestagarðinum stutt eftir nýggjár, har søgur vórðu sagdar um m.o. Lears og Annilenu og um Signinu og Griðas. Sjálvandi plagdu vit eisini at syngja jólasangir, leggur Heri afturat, og sigur, at um fimti eldri fólk plagdu at vitja til hugnaligu løtuna, ið frá gamlari tíð hevur fingið navnið ?de gamles juletræ?.
? Alt hetta krevur sínar fyrireikingar, og tað kann vera eit sindur undarligt fyri familjuna, at ein arbeiðir so nógv, tá hini hava frí. Men fyrimunir eru eisini í at vera prestur. M.a. kann ein prestur sova leingi um morgnarnar, sigur Heri og flennir.
Barnajól í Svínoy
? Nú ert tú Svínoyingur, og tíni barnajól hava helst verið hildin í Svínoy . Hvussu vóru jólini hildin í Svínoy, tá tú vart barn?
? Jólini í Svínoy byrjaði við, at dreingirnir við smáum leypum fóru eftir jólatorvi. Torvið varð borið til ommurnar og mammurnar, ið skuldu standa fyri bakstrinum til jólini. Og tá tað leið væl til jóla, varð jólaærin dripin, fyri at fáa fekst kjøt til jólini.
? Í Svínoy varð ikki farið í kirkju jólaaftan. Tað varð bert kimað við kirkjuklokkuni kl 18, fyri at bera boð um, at nú var heilagt. Tá kirkjuklokkan hevði ringt, fóru fólk at lata jólapakkarnar upp, áðrenn farið varð at eta. Maturin jólaaftan var útvatnaður ræstur fiskur við garnatálg afturvið. Men í dag eru Svínoyingar farnir at eta dunnu, eins og fólk aðrastaðir í landinum.
? Jóladag varð farið í kirkju, og tá var væl av fólki í kirkju, eins og tað eisin var 2. jóladag. Men prestur var aldri at síggja í Svínoy um jólini. Tað var deknurin, ið las lestur.
? Gamlaárskvøld varð eisini lisin lestur í Svínoyar kikju, og tá var tað soleiðis, at lesturin steðgaði á midnátt. Á midnátt fór klokkarin í tornið og ringdi tólv sløg við klokkuni. Hetta merkti, at nú var eitt nýtt ár komið, og fólk heilsaðust og ynsktu hvørjum øðrum gott nýggjár, áðrenn hin helvtin av lestrinum varð lisin.
? Hesi kvøldini var blíðskapurin stórur í hvørjum húsi, og fólk gingu húsagongd, og fingu tey alt gott, bæði av einum og øðrum.
Nýggjarshald
Heri minnist aftur á nýggjársguðstænasturnar og tað serliga nýggjárshaldið í Vági, og byrjar at greiða frá:
? Í Vági hevur verið vanligt at hava Guðstænastu klokkan hálvgum tólv gamlaárskvøld. Prædikan í hesari Guðstænastuni skal vera liðug klokkan tveir minuttir í tólv. Tá ið prædikan palgdi at vera liðug, plagdu vit at standa uppi og bíða til klokkan slóg tólv, og síðani plagdu vit at syngja ?Ver vælkomið Harrans ár?, meðan tað brast og buldraði uttanfyri. At enda plagdu vit at syngja ein sálm afturat, áðrenn vit plagdu at fara út, so kyndlagongan vestur gjøgnum býin kann byrja.
? Tey, ið bera kyndlarnar, plagdu at standa uttanfyri kirkjuna og bíða til Guðstænastan er liðug. Men eg haldi, at hesi áttu at komi við til Guðstænastuna og latið kyndlarnar staðið uttanfyri. Tað ger als einki, um onkur luktar eitt sindur av olju. Tað er jú berti at sita inni í hitanum í kirkjuni, enn at standa úti í kuldanum og bíða eftir, at Guðstænastan gerst liðug.
? Nú verður tað ikki longur eg, ið komi at prædika í Vági við ársskiftið, men í ár verður tað helst Andreas Andreassen, og eg eri vísur í, at eisini hann heldur hevði viljað havt kyndlafólkið at verið við til Guðstænastuna. Tá Guðstænastan er liðug kann hvør maður taka sín kyndil og byrja kyndlagonguna heim gjøgnum býin.
? Hvat hevur presturin Heri Joensen at siga um tað slagið av nýggjarshaldi, ið vit halda?
? Eg haldi, at ein líkasum sigur árinum farvæl við ?pomp og pragt? og heilsar tí nýggja. Bálið kann vera ein ímynd um, at ein brennir burtur tær gomlu syndirnar. Men, ov lítið fólk kemur til Guðstænasturnar gamlaárskvøld, sigur hann hugsunarsamur.
Útisetajól
Heri Joensen hevur eisini mangan hildið jól sum útiseti, tá hann las í Íslandi. Han greiðir frá, at hann sum ungur og leysur plagdi at arbeiða á sálarligum sjúkrahúsi um jólini. Hann arbeiddi vanliga á hesum sjúkrahúsinum, og av tí at hann var ungur og leysur, valdi hann at lata familjufólkini hava frí um jólini.
Heri sigur, at sjálvt um hann arbeiddi, so vóru hetta stak hugnalig jól. Hann minnist serliga aftur á, tá hann plagdi at fáa visnaða skøtu við hamsatolg afturvið tollaksmessudag. Hann sigur, at honum dámdi stak væl hendan rættin, hóast hetta er ein sterkur rættur, ið ikki allir íslendingar eta.
Prestur greiðir frá, at tey plagdu at fáa stak góðan døgurða á sjúkrahúsinum jóladag, og tá plagdi hann eisini at lesa jólaevangeliið.
Hugsið um tey einsamøllu
Nýggi havnarpresturin, Heri Jógvan Joensen, endar hugleiðingar sínar, við at heita á fólk, um at hugsa um tey, ið sita einsamøll á jólum, og biðjur okkum royna at vitja tey, ið eru á sjúkrahúsi ella ellisheimi. Hann heitir eisini á okkum, um at hugsa um tey, ið hava mist og umstøðurnar eru broyttar hjá, og ynskir at enda øllum føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.










