Roykbumba loypti hvøkk á

Tað líktist eldi, tá ótangar blakaður roykbumbu í dansinum í Runavík 2. jólakvøld

Tað var um trítíðina sunnumorgunin at dyrnar fóru á vígan vegg í Ítróttarhøllini í Rúnavík. Meginparturin av teimum 700 fólkunum í høllini tustu út. Inni stóðu Kjølar og spældu, og hesaferð var tað altso ikki roykmaskinan hjá ADJ Sound, ið flippaði út.

Tjúkkur roykur var undir pallinum og hann vaks bara í vavi, og fylti spakuliga høllina. Bassspælarin í Kjølum Jens Tummas Næss visti ikki um hann skuldi spæla ella lata vera.

? Eldur er í! Rópti onkur, og so kom fer á. Løtu seinni var høllin at kalla tóm, meðan Kjølar spældu ?Last Christmas?.

Eldur var kortini ikki í. Hetta var bert ein roykbumba. Ein sterk roykbumbu, ið hevði eitt slag av táragasskvaliteti. Ið hvussu er gníggjaðu fólk sær óført í eygunum, og onkur helt hetta vera eitt fínt høvið at skola skelkin niður við sterkum løgi.

Við dyrnum á vígum veggi klárnaði tó skjótt inni í høllini. Og fólk fóru aftur á gólvið at dansa tann síðsta tíman, meðan Signar av øllum alvi sang úr teirra egna lagi ?Paying the price of all the damage I´ve done?.