Seinastu tvey árini hevur besta fótbóltsliðið hjá GÍ ikki heilt rokkið somu hæddirnar, sum tað gjørdi fyrr í 90-unum, tá liðið vann føroyameistaraheitið ikki minni enn fýra ár á rað.
Spælarar eru farnir síðani tá, og serliga hevur saknur verið í John Petersen í álopinum og Jens Martin Knudsen í málinum.
GÍ er framvegis eitt av sterkastu liðum í landinum, men seinastu tvey árini hevur maktin í føroyskum fótbólti flutt seg úr Gøtu til Havnina. Men gøtumenn hava ikki ligið á latu síðuni í vetur, hóast eingin veruligur fótbóltur hevur verið hjá teimum vaksnu monnunum, síðani landsliðið tapti 1-2 í Aberdeen miðskeiðis í oktober.
? Nei, vit hava nógv jørn í eldinum í løtuni, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ, við Sosialin.
Millum hesi jørnini er at gera sáttmála við allar spælararnar í 1. liðshópinum, heilt niður til teir 17 ára gomlu.
GÍ hevur eisini roynt at fingið spælarar aðrastaðni frá, men tað hevur gingið eitt sindur striltið, serliga við at fáa aðrar føroyskar spælarar.
? Gongdin er jú tann, at teir bestu spælararnir fara til Havnar at ganga í skúla o.s.fr., sigur Jógvan Gregersen og vísir eisini á, at tað ikki er so lætt at fáa spælarar úr Havn at koma út á bygdirnar at spæla. Hetta er annars nakað, fólk hava víst á sum ein møguleika, nú teir ungu havnarmenninir ikki sleppa á 1. lið í sínum egnu feløgum.
Tað, at feløgini gera sáttmálar við sínar bestu spælarar, ger tað heldur ikki so lætt hjá spælarunum at skifta felag, sum tað var fyri nøkrum árum síðani.
Umframt onkran føroying arbeiðir GÍ eisini við onkrum útlendskum spælarum, men hetta vil Jógvan Gregersen ikki siga so nógv um nú.
Annars verður fólkið hjá GÍ nakað tað sama sum í fjør, men í Gøtu hava tey ásannað, at um liðið skal gera seg galdandi heilt uppi í toppinum, er neyðugt við styrki uttanífrá, og tað er so tað, arbeitt verður við nú.
Søren Skov Jørgensen
ikki við aftur í ár
Í fjør hevði GÍ danan Søren Skov Jørgensen við á liðnum. Hann kom upprunaliga til Gøtu sum áleypari, men bleiv seinni fluttur aftur á miðjuna og endaði sínar GÍ-dagar í verjuni. Hann er nú farin aftur til Danmarkar at ganga í skúla.
Tað hevur verið sagt, at ein av veteranunum, Jóan Petur Olsen, skal spæla við B68 í ár, men sambært Jógvani er hetta ikki heilt avgjørt enn. Ein annar veteranur, Símun Petur Justinussen, boðaði í 1997 frá, at hann fór at gevast við 1. deildarfótbólti. Síðani tá kom hann upp í nevndina hjá GÍ og byrjaði so aftur á 1. deild nakað inni í árinum, og Jógvan sær onga orsøk til, at hann ikki verður við í ár eisini, tí »hann er so væl fyri sum nakrantíð«, sum formaður sjálvur sigur.
Saman við Símun Peturi verða tað framvegis teir tríggir Jarnskor-brøðurnir Pauli, Magni og Henning, umframt Sámal Joensen, sum fara at vera bulurin á liðnum í ár, og framtíðin sær heldur ikki so galin út. Í fjør hevði GÍ lið í trimum teimum ovastu deildunum, og øll stóðu seg væl. Harafturat blivu unglingarnir við Súna Olsen ? sum er kanska evnaríkasti spælari í 1. deild í dag ? føroyameistarar, so í so máta stendur væl til.
Tað er ikki heilt vist, men nógv bendir á, at GÍ í ár verður einasta liðið í 1. deild, sum hevur ein føroyskan venjara, og hetta er ein serstøk støða, eisini tá hugsað verður um tað stóra skeiðvirksemið o.a., sum FSF hevur skipað fyri seinastu árini millum føroysku venjararnar.
Johan Nielsen er væl lýddur í Gøtu, har hann var venjari trý tey fyrstu av teimum fýra gullárunum hjá GÍ, og tað verður neyvan venjarin, sum verður veikleikin hjá gøtumonnum í ár.
Um tað fer at eydnast GÍ at blanda seg upp í aftur FM-stríðið, veldst hinvegin um, hvussu tað fer at eydnast at stimbra hópin til kappingina, sum nú nærkast.










