vita síni livandi ráð. Tey, sum verða pínd so, at ilt verður at fáa nakran gleðisneista aftur at fløva... Tað, vit kanska ikki minnast ella ikki vita, er, at mangan eru teir vakrastu jólasálmarnir og tey [...] sum setti sær fyri at lumpa hann. Hann ætlaði sær at hava ein fugl í hondunum og spyrja: »Er hesin fuglurin livandi ella deyður?« Svaraði vísmaðurin: »Livandi«, so ætlaði hann sær ósæddur at kroysta lívið [...] Vísmaðurin hugdi at honum eitt bil, so svaraði hann: »Tað er upp til tín at avgera!« Soleiðis endar jólaevangeliið hvørt ár við tí opna spurninginum: Eydnast tað Guði okkara at vinna tokka menniskjans
kappingin var lokin segði Regin Vágadal, at hann frammanundan hesi greinini hevði mett, at tað var nokk at lyfta bulin tíggju ferðir fyri at vinna, og rætt fekk hann. Regin lyfti hann tíggju ferðir, og hóast Victor [...] Tríggja fyri steðgin og tvær eftir steðgin. Tann seinasta greinin, sum var á skránni fyri steðgin, var deadlift. Vanligt hevur verið, at tá ið deadlift hevur verið á skránni í kappingini um at gerast sterkasti [...] Ikki kann sigast annað, enn at tað er stórt spell, at so fáir áskoðarar høvdu leitað sær niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi sunnudagin, tá ið kappingin um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1998 var avgreidd
skal - fyri síðani at kasta øðrum fyri, at tey lesa í eyst og skriva í vest. Tað ber eisini til at lesa sínar egnu ábyrgdir so neyvt, at ein ikki á nakran hátt fer uttanum sítt egna høvuðsøki, fyri at bjarga [...] ber til at skjóta frá hond inntil tilvildin vil, at okkurt burðardygt stendur upp av gravarbakkanum. Tað ber til hjá leiðarum at brúka sína leiðsluorku til at skriva »tryggingarskjøl« fyri best at tryggja [...] vald, soleiðis at setningur, heimildir og tilfeingið ikki fylgjast - fyri síðani at kasta øðrum leiðarum fyri, at málini ikki halda ella at yvirtrekk er eina staðni og ov lítið brúkt eina aðra staðni.
samdur við samgoguna, tá sagt verður, at vit ikki hava ráð at avtaka karensdagarnar. ? Sagt verður, at tað kostar einar 15 - 20 mió. krónur. Tað er óetiskt at siga, at tað kostar ov nógv, tá tað kundi hjálpt [...] samgonguni er so vánaligur, at hann ikki førir til fullveldi, sigur Jenis av Rana. Hann nevnir dømi sum eitt nú, at samgongan er ímóti øllum bata fyri tey minni mentu, og at lønarlagið er ov høgt. ? Tað [...] vónsviknan at hann loypir í kórið um lønarlækking, nú lønarsamráðingarnar standa fyri framman. Tað er ein provokatión, sigur jenis av Rana. Hann heldur at størst trupulleikin hjá samgonguni er, at hon tosar
eitt arbeiði at hugsa um, og Daniel Rapa sigur eisini, at tað kann vera trupult at fáa spælararnar at geva nóg nógv undir venjing. ? Men vónandi kann eg fáa teir at koma eftir mær, heldur enn at eg skal fara [...] Hondbóltur hevur sera nógv at siga fyri meg, og tað harmar meg nógv, at eg ikki kann spæla meir í hesum kappingarárinum, sigur VÍF-venjarin. Hann vísir kortini á, at tað altíð ber til at síggja okkurt positivt [...] altso av, at rumenski venjarin hevur verið nógv skaddur í ár. Annars heldur VÍF-venjarin, at kappingin í ár er sera spennandi, og at fleiri lið eru so at siga eins góð. ? Sjálvandi rokni eg við, at vit verða
persónligt bræv til tín, so ivist eg ikki í, at eg tosi fyri meginpartin av stovninum fyri ikki at siga allan stovnin, at vit eru ikki minni enn skelkaði. Kann vera, at eg orði kenslur og tankar eisini hjá fólki [...] komin fyri tey seinnu árini. Tá nú landsstýrismaðurin ikki kann brúka fyrrverandi landsverkfrøðingin, so kenna vit á okkum, at hann heldur ikki hevur brúk fyri okkum øðrum. At so onkur er noyddur at verða [...] Heldur tú veruliga, at tað ber til at vinna fram á leið á henda hátt? Heldur tú veruliga, at hetta er leiðin til størri sjálvræði? Eg ynski ongar viðmerkingar um tað tekniska í at leggja báðar stovnarnar
eins og neyðugt er at seta av til óvæntaðar útreiðslur at standa ímóti við. Framgongdin í búskapinum seinastu árini fer møguliga at halda fram. Men tað er tó ein ávísur vandi fyri, at vit kunnu fáa eitt [...] verður við at økja um útbúgvingarmøguleikarnar fyri m.a. at forða fyri varandi arbeiðsloysi. Nýggju lógirnar um útbúgvingar innan tøkni, yrkisskúlar og yrkisútbúgvingar eru ein týðandi liður í at tilbúgva [...] verið førur fyri at gjalda hvørjum sítt, men ikki nóg mikið til at gera íløgur. Eitt betri kappingarføri og broyttu reglurnar um at virka ein størri part av fiskinum í Føroyum hava ført við sær, at økti út
ella rís fyri. Fakliga standi eg sjálvsagt inni fyri tí, sum eg havi sagt - eisini í útvarpinum hetta kvøldið. At vit eru summi, sum bert nýta eittans maktamboð - alment innlit- ja tað átti ikki at verið [...] samfelag, men kanska heldur ein ábending um, at har er einki at goyma. Kanska er enntá eitt naivt álit á, at hetta er einasta gongda leið, skulu vit vinna framá. Vinarliga Signar P. Heinesen [...] eitt gott skoðsmál til tað, sum undirritaði hevur sagt um almenna bygnaðin ta seinastu tíðina. Takk fyri tað. Men »Nú rakk idealisman líkasum ikki longur, nú tá ið tað rakti hansara egna búk«. Eg vísi til
tað er helst seinasti møguleikin fyri at síggja hendan bólkin á palli í Føroyum. Vinnarin av Prix Føroyar fer heldur ikki sørt burturúr at vinna kappingina. Umframt at sleppa við á stóra tónleikafestivalin [...] Band. At hetta er ein kærkomin møguleiki hjá ungum og evnaríkum føroyskum tónleikabólkum at sleppa fram at bæði áhoyrarum og fjølmiðlum er eyðsæð, og óivað fer okkurt nýtt og spennandi navn at koma fram [...] Festival, í Oslo í juni, so sleppur bólkurin eisini at gera eitt sjónbandalag ókeypis. Haraftrat er ein møguleiki fyri, at vinnandi bólkurin fer at fáa stuðul í samband við eina møguliga fløguútgávu, men
trupulleikar seg upp við tað, at tveir spælarar eru farnir av a-liðnum. Og tað er nú heldur ikki loyvt hjá spælarum at flyta niður í lægri deild at spæla. Men Virgar Djurhuus sigur, at tey á Tvøroyri ikki hava [...] 3-0 (15-7, 15-6, 15-4). Fleyr a fekk ein hvøkk Dagin fyri hevði TB b verið á vitjan í Gundadalshøllini, og heldur ikki her eydnaðist tað teimum at vinna meira enn eitt sett burtur úr tveimum dystum. Settið [...] serliga var tað nakað óvæntað, at Fleyr a vann á TB a. Síðani jólasteðgin hevur TB a mist Gudrid Nolsøe og Tóru Mortensen, og tað hevur sett síni spor á liðnum. ? Tað hevur gjørt, at vit noyðast niður á b-liðið