Vit vita, at eisini meðan vit syngja og alt tykist verða friður og gleði, so verða børn borin í heim, børn, sum ikki hava so frægt sum eina krubbu at verða reivað í. Vit vita, at eisini hesa løtuna eru tað tey, sum gráta um síni deyðu. Tey, sum ikki vita síni livandi ráð. Tey, sum verða pínd so, at ilt verður at fáa nakran gleðisneista aftur at fløva...
Tað, vit kanska ikki minnast ella ikki vita, er, at mangan eru teir vakrastu jólasálmarnir og tey vakrastu løgini sprottin, meðan yrkjarar og tónasmiðir høvdu almikið at stríðast við. Grundtvig yrkti Vælkomin Guðs einglaflokkur ver meðan jólasorgin var stór og botnleys. Carl Nielsen skrivaði lagið til Mítt hjarta tilhald hevur - sum hann sjálvur roknaði sum tað besta, hann nakrantíð hevði gjørt - í eini álvarsamari persónligari kreppu. Onkursvegna andar ígjøgnum alt tað, sum er sprottið úr jólaevangeliinum, ein djúp sannføring um, at tað er ikki rætt, at alt er tann bera neyð; tað er ikki satt; tað finst ein annar møguleiki enn tann, sum oftast stjelur myndina....
Tað var einaferð - sigur eitt ævintýr - ein vísur maður, sum altíð var góður í ráðum, tí hann gjøgnumskoðaði alt. Eisini tá menniskjuni ikki vóru erlig.
Ein dagin var tað ein, sum setti sær fyri at lumpa hann. Hann ætlaði sær at hava ein fugl í hondunum og spyrja: »Er hesin fuglurin livandi ella deyður?«
Svaraði vísmaðurin: »Livandi«, so ætlaði hann sær ósæddur at kroysta lívið úr fuglinum. Og svaraði vísmaðurin: ?Deyður?, so skuldi hann sleppa honum á flog.
Og hann so gjørdi.
Vísmaðurin hugdi at honum eitt bil, so svaraði hann: »Tað er upp til tín at avgera!«
Soleiðis endar jólaevangeliið hvørt ár við tí opna spurninginum:
Eydnast tað Guði okkara at vinna tokka menniskjans? Sum ein okkara, uttan einglar, uttan fjøldir av himmalskum herskarum, maktarleysur, sárbarur sum vit í gleði og sorg og freistingum og sviki?
Søgan - heimssøgan og allar tær einstøku mannasøgurnar, bæði tær gomlu og tær nýggju - svara helst, at tað eydnaðist Honum ikki. Guð gav seg í mannahendur - og fall. Varð dømdur. Varð vigaður og funnin ov lættur.
Í søgubókunum skilir søga Hansara seg ikki so nógv burturúr teimum mongu, sum settu sítt álit á okkurt annað enn tað, vit vanliga kalla makt: Ríkidømis makt, demagogiska orða-makt, hermenn og vápn og hvat annað, maktin og teir ymisku makthavararnir brúka bæði sum høkju og svørð...
Men evangeliið er ikki ein søgubók.
Evangeliið kennir sjálvandi søguna um, at Guð gav seg í mannahendur - og fall. Og evangeliið ballar tað ikki inn í vatt og glanspappír, at tað er ein beiskur sosialur og politiskur veruleiki. Men tað er ikki søgugongdin í evangeliinum, ikki evangeliið. Jólaevangeliið eins og tað framhaldandi evangeliið yvirum krossfestingina og uppreisnina er beint tvørturímóti, at meira enn at Guð fall í mannahendur og fall, so fullu menniskjuni í Guðs hendur - fyri at standa! Tað sárbara maktarleysa mannalívið fekk tað bláa stemplið av hægsta stað...
Tí jólaevangeliið er ikki so nógv søgan um einglar, sum tað er søgan um ta maktina, sum letur einglarnar fara aftur til himmals. Ta maktina, sum ikki imponerar við fjøldum av hvørki himmalskum ella jørðiskum herskarum; ta maktina, sum ikki keypir sær tokka og undirbrotligheit við byrðum av takksemi og skuld. Jólaboðskapurin fer framvið kongum og hermonnum og borgum til ógiftar barnakonur og pápar, sum vilja vera pápar at børnum, teir einki eiga í, til lítið virdar hirðar, til fjósfólkið at læna sær krubbu frá kríatúrum. Guð gjørdist menniskja fyri at liva tað sárbara mannalívið sum ein av okkum - ikki so sum vit liva tað, men soleiðis, at nú kom eitt mark - eisini í ta verðsligu heimssøguna - sum býtir tíðina sundur í eitt fyri og eftir Krist...
Einglasangurin - tað er tann sangurin, vit vanliga ikki hoyra. Líkasum uppreisnin er tann hendingin, vit ikki síggja. Fjósið og krubban síggjast, asnin og barnið hoyrast, barnamorðið í Betlehem verður endurtikið eisini í dag. Aðrir keisarar enn Augustus, kongar, einaræðisharrar og forsetar beita enn fólk í allar ættir og gera tey til finnur í onkrum talvi, tey ongantíð bóðu um at leika við í. Krossurin, sum fyri 2000 árum síðani var eitt tað makabrasta pínslu-amboðið, hevur ikki tarnað nýggjum og meira útspekuleraðum amboðum og soleiðis kundu vit hildið fram:
Jólaevangeliið bæði broytir og broytir ikki ta søguna. Barnið í krubbuni verður bæði bókstaviliga og í yvirførdum týdningi lagt í armar okkara. Upp til okkum er tað - fyri ein stóran part ið hvussu so er - um tað lívið, sum verður litið okkum til, kann verða ríkt og gott. Um álit, ábyrgd, samkensla, kærleiki skal vera ein lívsmøguleiki, hóast tað ikki kann gerast upp í pappíri ella tølum.
Einglasongurin - um frið á jørð og Guðs tokka - einglasangurin, sum ikki hoyrist, er ongantíð tagnaður. Mitt í meldrinum, mitt í øllum royndum menniskjans at spæla Guð, mitt í øllum spælidósa-tónleikinum og handils-jólunum hoyrist hann. Kanska ikki so nógv fyri oyrunum í hátalarum og megafonum og hvørji hjálpitól, tann, sum vil hava makt, hevur at brúka, kanska hoyrist hann bara í hjartanum - har sum Maria goymdi øll tey vøkru orðini og hugsaði um tey.
Men har ljóðar hann so, í minsta lagi um jólini, at tað er ikki rætt, at alt er tann bera neyð; tað er ikki satt; tað finst ein annar møguleiki enn tann, sum oftast stjelur myndina.
Tað finst ein onnur makt, ein annar instansur, sum hvørki krubba ella krossur kunnu gera til einkis; ein makt, sum gav tveimum vanligum bygdafólkum eina meining í tí meiningsleysa veruleikanum; ein makt, sum gav tí heilaga Stefani, sum vit eisini hoyra um um jólini, mót til at bæði at liva og doyggja; ein makt, sum eina náttina fyri skjótt 2000 árum síðani gav nøkrum ússaligum hirðum eina ógloymandi guðstænastu. Menniskjan hevur nú ein annan samleika ella identitet enn tann, sum reklamurnar og aðrir makthavarar royna at kroysta niðuryvir okkum:
Kongar, vísmenn, keisarar, hirðar, konur og menn eins og verjuleys børn liggja undir, at menniskjuligur tokki og gleðiboð oftast eru bara til onkran serligan úrvaldan part av fólkinum, men Guðs tokki og gleðiboð er ikki bara til alt fólkið, men ikki minst og serliga til teirra, sum annars ikki høvdu verið tald uppí. Eingin kann øvunda øðrum tað, tí eingin er útihýstur frá tí...
Tí syngja vit vakrar, inniligar hjartagrípandi sálmar um ljós og lív og frið, um gleði og vón, um barnið í krubbuni og einglar og hirðar, um Guð og frelsaran og Mariu moy....
Amen