Ikki kann sigast annað, enn at tað er stórt spell, at so fáir áskoðarar høvdu leitað sær niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi sunnudagin, tá ið kappingin um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1998 var avgreidd. Høllin var neyvan meiri enn hálvfull, men tey, sum vóru komin niðan, fingu nakað fyri pengarnar.
Fyrireikararnir høvdu fingið kendan danskan búktalara at undirhalda í steðginum, og haraftrat var hin navnframi íslendingurin, Magnus Ver Magnusson, dómari í kappingini.
Millwalk
Fyrsta kappingargreinin, sum teir seks luttakararnir skuldu royna seg í, var tann sokallaða ?millwalk?, har tað ræður um at ganga í ring, meðan man ber eina stong við eini tungari vekt í miðjuni.
Fyrstur at royna seg var Victor Andreasen úr Havn, og hann gekk trý umfør og 23 stig, t.v.s. samanlagt gekk hann 1103 stig, um vit rokna hvørt umfar til 360 stig.
Síðani var tað knái kollfirðingurin, Gunnar Hansen, og hóast hann ikki er av størstu monnum, so gekk hann trý umfør og 330 stig, altso nærum fýra umfør. Hetta gav honum sostatt 1410 stig.
Tá ið fjórði maðurin, Tummas Kjærbo úr Skopun, fór at royna seg, kom veruligani lív í áskoðarafjøldina. Tummas er, eins og Gunnar, ikki av størstu monnum, men hann gjørdi tó ikki mætari enn at ganga heili fimm og eitt fjórðings umfar, sum harvið gav honum 1890 stig og ein fyribils oddasess.
Síðsti maðurin at royna seg, var verjandi meistarin Regin Vágadal. Lætt sá tað út, tá ið Regin fór hálvgum rennandi við stongini runt á pallinum, og tá ið hann fór fram við avrikinum hjá Tummasi, sum hevði staðið seg best av hinum, støðgaði Regin á og setti stongini frá sær, og so var tað gjørt.
Halda 20 kilo í strektum armi
Næsta kappingargreinin var at halda einum kassa, ið vigaði 20 kilo, í strektum armi so leingi sum gjørligt. Hendan kappingin gjørdist rættuliga jøvn, og tíðarmunurin millum vinnaran og tann, sum endaði á fimtaplássinum, var einans 4,64 sekund.
Vinnari av hesi kappingargreinini gjørdist, heldur óvæntað, Tummas Kjærbo, sum var góð tvey sekund framman fyri Regin Vágadal á øðrum plássi, sum síðani var einans eitt knapt hálvt sekund framman fyri Hans Jákup Berg á triðja plássinum.
Úrslitið av hesari kappingargreinini førdi so við sær, at støðan eftir tvey umfør var tann, at teir báðir Regin Vágadal og Tummas Kjærbo vóru ájavnir við hvør sínum ellivu stigum. Hetta var heldur óvæntað fyri tey flestu, men treiski skopuningurin vildi so sanniliga vísa, at tað ikki bert eru havnarmenn, ið eru sterkir.
200 kilo í deadlift
Tað vóru fimm ymiskar kappingargreinar, sum teir seks luttakararnir skuldu royna seg í. Tríggja fyri steðgin og tvær eftir steðgin. Tann seinasta greinin, sum var á skránni fyri steðgin, var deadlift.
Vanligt hevur verið, at tá ið deadlift hevur verið á skránni í kappingini um at gerast sterkasti maður í Føroyum, so hevur tað snúð seg um at lyfta so nógv sum gjørligt, men soleiðis var ikki hesaferð.
Deadlift-kappingin sunnudagin gekk út uppá, at luttakararnir skuldu lyfta tey 200 kiloini upp av gólvinum og í strektan rygg, so ofta sum gjørligt innan eitt minutt.
Aftur hesaferð var tað Regin Vágadal, sum var stinnastur við sínum 13 lyftum, men eisini Victor Andreasen við 11 lyftum og Gunnar Hansen við 9 lyftum royndust væl í hesi kappingargreinini.
At Regin vann hesa kappingargreinina, og Tummas Kjærbo samstundis endaði á næstaftasta plássi, hevði tað við sær, at støðan í steðginum, og áðrenn tvær tær seinastu greinarnar, var tann, at Regin Vágadal hevði trygga leiðslu við sínum 17 stigum í mun til Tummas, sum hevði ognað sær 13 stig í trimum teimum fyrstu greinunum.
Búktalari í heimsklassa
Í steðginum var skipað fyri einum øðrum slagi av undirhaldi. Kendi danski búktalarin, ella magaprátarin sum onkur doypti tað, Preben Palsgaard, trein nú inn á pallin, og í ein knappan hálvan tíma undirhelt hann áskoðarafjøldina við sera skemtiligum práti við bæði dukkum, skóm, jakkum og ikki minst, tá ið hann tók onkran av áskoðarunum upp á pallin.
Áskoðarin, sum bleiv hálaður upp á pallin, fekk boð um, at hann bert skuldi opna munnin eftir tekin frá búktalaranum, men tó einki siga, tí tað tók Preben Palsgaard sær av, og tað var ikki sørt, at fleiri tók synd í hesum neyðars áskoðara, ið var tikin upp á pallin og hildin fyri tað turra spott, hóast tað tó ikki var pínligt ella nakað sovorðið.
Ein avgjørt undirhaldandi løta, sum bert alt ov fáir føroyingar nýttu høvi til at sleppa at uppliva.
85 kilo strekt upp um høvd
Tann fyrra av teimum báðum kappingargreinunum eftir steðgin var at lyfta eitt skapilsi, sum var mest álíkt einum viðabuli og vigaði 85 kilo, í strektum ørmum upp um høvd so ofta sum gjørligt í ein minutt. Kappingargreinin verður rópt log-lift.
Fyrsti maður at royna seg var Tummas Kjærbo, og hann lyfti bulin seks ferðir upp um høvd. Síðani lyfti útisetin Hans Jákup Berg hann tríggjar ferðir, áðrenn túrurin kom til Regin Vágadal. Eftir at kappingin var lokin segði Regin Vágadal, at hann frammanundan hesi greinini hevði mett, at tað var nokk at lyfta bulin tíggju ferðir fyri at vinna, og rætt fekk hann. Regin lyfti hann tíggju ferðir, og hóast Victor Andreasen beint aftaná lyfti hann átta ferðir, so var tað eingin, ið rakk tær tíggju ferðirnar hjá Regini.
Fimm kaggar og eitt hav
Tann seinasta greinin í kappingini var ein sokallað lastivenjing. Tað vil siga, at luttakararnir skulu lyfta ymsar tungar lutir upp á ein platt so skjótt sum gjørligt. Lutirnir, ið vóru nýttir sunnudagin, vóru fimm kaggar av Føroya Bjór øli, sum vigaðu 100 kilo hvør, og so eitt hav, sum vigaði 150 kilo.
Allir luttakararnir megnaðu at lyfta teir fimm kaggarnar upp á plattin, men tað var bert ein maður, ið eisini kláraði at lyfta havið upp á plattin. Tað var Regin Vágadal, sum longu undan seinastu greinini hevði vunnið kappingina, og hann lyfti teir fimm kaggarnar og havið so skjótt, at tað bert vóru tveir av hinum luttakarunum, sum kláraðu at lyfta fimm kaggar skjótari, enn Regin lyfti fimm kaggar og eitt hav!
Einasti spenningurin, sum var undan seinastu kappingargreinini, var um Victor Andreasen fór at klára at taka annaðplássið frá Tummasi Kjærbo. Um hetta skuldi lukkast Victori, so skuldi Tummas gerast aftast, meðan Victor minst skuldi gerast nummar tvey, og tað var júst tað, ið hendi.
Sostatt endaði Regin Vágadal á einum greiðum fyrstaplássi við 29 stigum út av 30 møguligum. Næstur var Victor Andreasen við 19 stigum, bert eitt stig framman fyri Tummas Kjærbo á triðjaplássinum við 18 stigum. Nummar fýra gjørdist Hans Jákup Berg við 16 stigum, nummar fimm Gunnar Hansen við 12 stigum og nummar seks Jákup Jacobsen við 11 stigum.
Vælfyriskipað tiltak
Mangan hevur verið funnist at, at tað hevur verið ov drúgt, tá ið slíkar styrkiskappingar hava verið í Føroyum, men hetta kann ikki sigast um kappingina sunnudagin.
Kappingin tók góðar tveir tímar íroknað sjálvum steðginum, og tað vóru ongir langir og keðiligir støðgir, sum ein kundi finnast at.
Haraftrat virkaði alt tað tekniska, sum tað skuldi, og tað var ongantíð so, at tónleikurin aftanfyri var til ampa fyri áskoðararnar.
Alt í alt eitt frálíka gott tiltak, sum bert fleiri føroyingar skuldu havt verið til.