Bæði Fleyr og TB hava tvey lið við í meistaradeildini hjá kvinnum, og tað sást eisini aftur á dystarskránni hjá feløgunum um vikuskiftið. Leygardagin var TB b í Havn og spældi móti ávikavist a- og b-liðnum hjá Fleyr, og dagin eftir var tað so a-liðið hjá Fleyr, sum var í Trongisvági og spældi móti teimum báðum TB-liðunum.
Og tá vikuskiftið var av, vóru tað Fleyr-kvinnurnar, sum hildu høvdið høgt. Fleyr vann allar fýra dystirnar, og serliga var tað nakað óvæntað, at Fleyr a vann á TB a.
Síðani jólasteðgin hevur TB a mist Gudrid Nolsøe og Tóru Mortensen, og tað hevur sett síni spor á liðnum.
? Tað hevur gjørt, at vit noyðast niður á b-liðið eftir nýggjum spælarum, og tað sæst so aftur á b-liðnum eisini, samstundis sum a-liðið er viknað, sigur Virgar Djurhuus, sum er venjari hjá teimum báðum TB-liðunum.
? Tær vóru bara betri, sigur hann um teir fýra dystirnar um vikuskiftið, sum TB altso tapti allar.
Dysturin millum a-liðini var í Trongisvági sunnudagin, og Fleyr vann hann 3-1. Settúrslitini vóru 15-12, 9-15, 15-12 og 15-12. Fýra jøvn sett, og dysturin var eisini javnur, men Fleyr var betra liðið og hevði sigurin uppibornan.
Aftan á dystin móti TB a spældi Fleyr a so ímóti TB b, og her var spenningurin ikki so stórur. Fleyr-kvinnurnar vunnu 3-0 (15-7, 15-6, 15-4).
Fleyr a fekk ein hvøkk
Dagin fyri hevði TB b verið á vitjan í Gundadalshøllini, og heldur ikki her eydnaðist tað teimum at vinna meira enn eitt sett burtur úr tveimum dystum. Settið varð vunnið móti Fleyr a, og tað var eitt sindur óvæntað. Og so var tað harafturat fyrsta settið, sum TB vann 15-11. Tað var lítið høpi í Fleyr-spælinum í hesum fyrsta settinum. Ofta misskiltu spælararnir hvønnannan ? hvørgin vildi taka bóltin, og so endaði hann á gólvinum í staðin.
Men so kom betri skil á, og Fleyr a vann tey næstu trý settini ávikavist 15-2, 15-12 og 15-4.
Áðrenn henda dystin høvdu Fleyr b og TB b spælt, og Fleyr vann 3-0. Tað var bert í seinasta settinum, sum Fleyr b vann 17-16, at veruligur spenningur var í. Hini bæði settini vann Fleyr b ávikavist 15-4 og 15-5.
Tað hevur higartil ikki staðið á hjá TB at manna tey bæði kvinnuliðini í meistaradeildini, men nú stinga trupulleikar seg upp við tað, at tveir spælarar eru farnir av a-liðnum. Og tað er nú heldur ikki loyvt hjá spælarum at flyta niður í lægri deild at spæla. Men Virgar Djurhuus sigur, at tey á Tvøroyri ikki hava gjørt tað fyrr í ár, so tað verður ikki størsti trupulleikin hjá TB, sum eisini hevur eitt lið við í næstbestu kvinnudeildini.