Í ár verður á triðja sinni skipa fyri kappingini, sum nevnist Prix Føroyar. Kappingin, sum Norðurlandahúsið skipar fyri í samstarvi við sjónvarpið og útvarpið, hevur víst seg at hava stóran áhuga millum tónleikarar her á landi, og í summum førum hava eisini føroyskir tónleikarar búsitandi uttanlands boðað frá luttøku.
Tað er ikki bert ungir og óroyndir tónleikarar og tónleikabólkar, sum vilja verða við í kappingini, tí fleiri royndir og kendir bólkar hava teknað seg til kappingina.
At kappingin eisini hevur áhuga millum royndar og "etableraðar" bólkar, sæst týðuliga, um man hyggur eftir vinnarunum undanfarnu árini. Fyrstu kappingina vann Moira, og fyri tveimum árum
síðani var tað Mark No Limits, sum endaði á ovastu rók.
Av teimum kendu bólkunum, sum hava teknað seg til kappingina í ár, kunnu nevnast Wild Child,Kjølar, Visible Fish, Bims og Crumb, ið er mannað av teimum tónleikarunum, sum vit kenna frá Malan Eyðunsdóttir Band.
At hetta er ein kærkomin møguleiki hjá ungum og evnaríkum føroyskum tónleikabólkum at sleppa fram at bæði áhoyrarum og fjølmiðlum er eyðsæð, og óivað fer okkurt nýtt og spennandi navn at koma fram í sambandi við hesa kappingina.
Trý ella fýra umfør
Tá ið Yngd tosaði við fyrireikararnar fyri nøkrum døgum síðani, var tilmeldingarfreistin til kappingina ikki úti. Tískil var ikki endaligt greitt, hvussu nógvir bólkar fara at taka lut, men tá
høvdu so einir 14 bólkar boðað frá luttøku, og fyrireikararnir vóru greiðir yvir, at onkur bólkur aftrat fór at tekna seg til kappingina.
Av tí at tað enn ikki er greitt, hvussu nógvir luttakandi bólkar verða, er heldur ikki greitt, hvussu nógv innleiðandi umfør verða. Um tað verða einir 15-17 bólkar, so verða tað helst bert tey trý
umførini, men verða bólkarnir fleiri í tali, so verður helst talan um fýra umfør.
Fyri fyrst hava fyrireikararnir bert sett trý umfør á skránna. Tað fyrsta av hesum verður á Tvøroyri leygarkvøldið 30. Januar. Tríggjar vikur seinni, tann 27. Februar, verður so tað næsta umfarið, og
verður tað í Miðvági. Tað triðja og seinasta umfarið verður so tann 6. Mars í Klaksvík.
Verða umførini fýra í tali, so verður tað fjórða umfarið helst tann 13. Februar antin á Sandoy ella í Eysturoynni.
Í mun til undanfarnar kappingar, so verða áskoðararnir ikki við til at døma í ár. Ístaðin verður rættuliga fitt av dómarum, sum komu úr tónleikaheiminum og frá fjølmiðlunum.
Finalan
Tann stóri endabresturin á Prix Føroyar 99 verður í Norðurlandahúsinum í Havn tann 10. Apríl.
Hvussu nógvir bólkar, ið verða við í finaluni, er ikki greitt enn, tí at hetta veldst um, hvussu nógv innleiðandi umfør eru. Tað sleppa tveir bólkar víðari frá hvørjum umfari, so verða tey trý í tali, so
eru seks bólkar við í finaluni, men verða tað fýra umfør, so verða átta bólkar við í finaluni.
Aftrat finalistunum fer eisini vinnarin av seinasta Prix Føroyar, Mark No Limits, á pallin í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið, og tað er helst seinasti møguleikin fyri at síggja hendan bólkin á
palli í Føroyum.
Vinnarin av Prix Føroyar fer heldur ikki sørt burturúr at vinna kappingina. Umframt at sleppa við á stóra tónleikafestivalin, Norwegian Wood Festival, í Oslo í juni, so sleppur bólkurin eisini at gera eitt sjónbandalag ókeypis. Haraftrat er ein møguleiki fyri, at vinnandi bólkurin fer at fáa stuðul í samband við eina møguliga fløguútgávu, men hetta er bert ein møguleiki enn.
Í sambandi við finaluni verður eisini gjørd ein live-fløga, har allir bólkarnir, sum eru við í finaluni, hava hvør sítt lag við.
Í løtuni arbeiða fyrireikararnir av Prix Føroyar eisini við eini ætlan, sum snýr seg um, at vinnandi bólkurin sleppur til Onglands at spæla, og at ein enskur bólkur so kemur hendanvegin at spæla.
Samráðingar eru í løtuni við bretsku sendistovuna um hetta.
Nógvir dómarar verða til finaluna, og helst verða nøkur útlendsk tónleikafólk millum teirra, so hvør veit, um ikki onkur teirra fær eyguni og ikki minst oyruni upp fyri einum av teimum føroysku
bólkunum.
Stórsligið ljósshow
Fyrireikararnir ætla sær at gera nógv burturúr sjálvari finaluni. Væntandi kemur ein donsk ljósfyritøka upp til finaluna, og teir fara at hava alla tí nýmótans ljósútgerð, ið hugsast kann, við sær
í viðførinum hagar.
Danska fyritøkan hevur sjálv vent sær til Norðurlandahúsið við hugskotinum, og teir kunnu útvegast fyri ein rættuliga bíligan penga, frætta vit frá fyrireikarunum.
Vanliga plagar Norðurlandahúsið eisini at gera nógv burturúr pallinum og karmunum annars, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað heila sær út, tá ið finaluluttakararnir fara á pallin tann 10. Apríl.