Tað sær út til, at AB næsta ár aftur verður partur av bestu deildini. Í dag vann AB 5-0 í Streymnesi ímóti EB/Streymi. Hetta var 20. sigurin hja AB í ár, og hetta er aðru ferð í ár, at AB hevur vunnið 5-0. Fyrra ferðin var eisini ímóti EB/Streymi. Tað var 9. august, tá ið AB vann 5-0 á heimavøllinum inni í Vika á Argjum.
Tað eru trý umfør eftir at spæla, og AB er níggju stig og betri málmun frammanfyri B71, sum er einasti avbjóðarin at vinna næstfremsta plássið. Í trimum teimum síðstu umførunum eru dystirnir hjá AB – 07 Vestur (ú), B71 (h) og Skála (ú).
At argjamenn fóru at hava øll stigini við sær úr Streymnesi í dag varð avgjørt mest sum beinanvegin. Í triðja minutti setti Brian Jakobsen hol á, og tveir minuttir seinni økti Dánjal Danielsen um munin til 2-0. Hetta var 17. málið í ár hjá Dánjali Danielsen, sum er suveranur toppskjútti hjá AB.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Bjarki C. Nielsen við brotssparki økti um munin til 3-0, og síðstu fimm mimuttirnar skoraðu Brian Jakobsen og Luca Chadli. Síðani hann í summar aftur fór at spæla við AB hevur Brian Jakobsen skorað sjey mál í átta dystum.
EB/Streymur hevur tapt fýra teir seinastu dystirnar við málmuninum 3-22, og nú er liðið av álvara við í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. EB/Streymur hevur 22 stig, meðan KÍ á niðurflytingarplássi hevur 20 stig, og B36 og NSÍ hava 21 stig. Í løtuni spæla NSÍ og KÍ í Runavík.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður á útivølli ímóti Víkingi.