Ørland er størsta hernaðarliga loftstøðin í Noregi og høvuðsstøðin hjá norsku F-35 jagaraflogførunum.
Løgreglan legði í morgun dent á, at dronuvirksemi ikki er staðfest.
- Vit fáa nógvar áheitanir um dronuvirksemi í løtuni.
- Tað skal vera eitt lágt mark fyri at boða frá hendingum, og løgreglan hevur eitt lágt mark fyri at gera kanningar, stendur.
Ørland flogstøðin liggur við munnan á Tróndheimsfjørðinum á norsku vesturstrondini.
Fregnartænastan hjá norsku løgregluni, PST, hevur eisini verið við, skrivar norska tíðindastovan NTB.
/Ritzau/