Tað er so mangt sum ber til

Vit standa í løtuni í eini støðu, sum ikki var til at umganga, soleiðis sum landsumsitingin er tiltuskað hesi seinastu árini, sigur starvsfólkið á Landsverksfrøðingsstovinum í notati, sum gjørt er um arbeiðsumstøðurnar á stovninum

Tað ber til at skjóta frá hond inntil tilvildin vil, at okkurt burðardygt stendur upp av gravarbakkanum.

Tað ber til hjá leiðarum at brúka sína leiðsluorku til at skriva »tryggingarskjøl« fyri best at tryggja sín egna sess - og so lata málini sigla sína egnu leið.

Tað ber til hjá leiðarum at brúka sína leiðsluorku til at leggja fótonglar, fyri so í tíðarinnar fyllu at taka hesa línu uppaftur og avhøvda aðrar leiðarar við óaktuellum »sakum«.

Tað ber til hjá leiðarum at misnýta vald, soleiðis at setningur, heimildir og tilfeingið ikki fylgjast - fyri síðani at kasta øðrum leiðarum fyri, at málini ikki halda ella at yvirtrekk er eina staðni og ov lítið brúkt eina aðra staðni.

Tað ber til hjá leiðarum at leggja seg omaná uppgávuna og lata sum einki, um einki hendir - inntil tey, sum kenna sær ábyrgd, taka sær av uppgávuni við risiko fyri bæði at átaka sær vanligar skeivleikaábyrgdir umframt at verða stungin í ryggin av teimum, sum kastaðu ábyrgd frá sær.

Tað ber til at senda skriv út til onnur at ummæla uttan at gera hvørki sær sjálvum ella øðrum greitt, hvat skal ummælast, hvussu og við hvørjum endamáli - undir hvørji mannagongd ummælast skal - fyri síðani at kasta øðrum fyri, at tey lesa í eyst og skriva í vest.

Tað ber eisini til at lesa sínar egnu ábyrgdir so neyvt, at ein ikki á nakran hátt fer uttanum sítt egna høvuðsøki, fyri at bjarga egnum skinni uttan at hugsa um tungar byrðar, sum leggjast á onnur.

Men tað ber eisini til hjá ábyrgdarfólki heilt og fult at síggja burturfrá allari hesi óhumsku, sum býr so djúpt í menniskjanum.

Tað ber til hjá ábyrgdarfólki undir øllum umstøðum, uttan mun til arbeiðsumstøður, alla tíðina at gera sítt til, at sum frægast fæst burturúr tí einstaka málinum, havandi í huga eitt breitt loyalitetsmát bæði mótvegis landsstýri, løgtingi, faki, veruleika, málsetningi og nýtslu.

Tað ber til hjá ábyrgdarfólki at vekta alt, sum gjørt verður á hesi vágskál og so heldur einki at gera enn at gera nakað skeivt ella óreint.

Tað ber til hjá ábyrgdarfólki at síggja burtur frá menniskjaligu óhumskuni og trúgva uppá, at niðast á breddanum vil tað sakliga, framsókna arbeiði vinna á allari óhumsku.

Fyri hesi ábyrgdarfólk er hetta einasta leiðin, tí fótonglar, óreinskapur, óreiðiligheit og óprofessionalisma fyri tey er verri enn einki at hava, at taka sær til.

Hetta er leiðin, sum Landsverkfrøðingurin hevur hildið í 50 ár, fyrst við Mikkjali Helmsdal, sála í leiðarasessi og síðani Henningi Jacobsen.

Tað ber til á hesum vegamóti, sum vit standa í jólini 1998, at kasta hesa leiðslumentan fyri borð. Tað ber til at søkja eftir nýggjum landsverkfrøðingi ella at kasta tvær skipanir saman, sum hava millum lítið og einki í felag.

Vit skulu bara vita, at tann, sum troystar sær at søkja starvið sum landsverkfrøðingur ella sum troystar sær at taka óhumskuna upp undir øðrum bygnaði, er sjálvur líkrænari og kann ikki annað enn fylgja teim fyrstnevndu arbeiðsháttunum - landi og fólki til ógagns, sær sjálvum til vanæru.

Embætini í tí aktuella málinum eru landsstýrismaðurin í samferðslumálum og landsverkfrøðingurin. Onkustaðni í onkrum myrkaskoti er ein vinnumálastjóri eisini.

Maktmidlarnir hjá landsstýrismanninum er tann landsstýrismannaábyrgd, sum honum er tillutað í stýrisskipanarlógini. Mótvegis hesum hevur løgmaður makt til at seta landsstýrismannin frá og løgtingið hevur makt til at geva misálitisváttan.

Hesar maktir hava ikki fyri neyðini at lurta eftir tí, sum landsverkfrøðingurin hevur at siga. Hesar maktir kunnu taka málið í egnar hendur og viðgera tað eftir sínum egna høvdi.

Landsverkfrøðingurin er settur tænastumaður og kann fara í rættin við síni sak, um hann verður frákoyrdur fyri vánaliga leiðslu. Tá verður landsstýrismaðurin noyddur til at lurta eftir málinum, sæð frá sjónarhorninum hjá landsverkfrøðinginum, leiðara og stovni.

Aðrar maktmidlar liggja í fjølmiðlum, fakfeløgum o. ø., har mannagongdir og stýring eru av øðrum slag.

Landsstýrismaðurin hevur sostatt møguleika til at bróta niður og kann so verða trýstur til at bøta um sínar gerðir sum frægast. Men hesin møguleikin er partur av óhumsku, sum vit neyvan hava loyvi til at trúgva, at hann hevur áhuga í.

Hin konstruktivi møguleikin er, at vit seta okkum niður og taka málini fram, eitt fyri og annað eftir - leggja tey á vágskálina við spurninginum: var hetta konstruktiv leiðsla frá landsverkfrøðingsins síðu. Um so er, at onkur leiðsla ikki hevur verið konstruktiv, so hevur tað kanska áhuga at spyrja, hvør hevur ábyrgd av tí destruktiva.

Niðanfyri eru nøkur dømi, sum helst rættiliga greitt lýsa, hvat er orðað omanfyri um hegnisliga ella ikki hegnisliga leiðslu.

Alimál hava ligið í landsstýrinum síðani 1988. Fyrst í fiskivinnuumsitingini og síðani í vinnumálastýrinum. Landsverkfrøðingurin var settur uttanfyri hesa umsiting í 1985 og kundi havt kastað frá sær - so var neyvan nøkur aling í dag! Hetta gjørdi Landsverkfrøðingurin ikki.

Til dagin í dag hevur Landsverkfrøðingurin roynt ígjøgnum tey, sum hava tiltuskað sær valdið, at fáa sum frægast burturúr langt útum tað, sum stovnurin hevur havt ábyrgdina av, hóast hetta helst krevur meira orku enn um stovnurin hevði alla umsitingina, soleiðis sum hon verður framd í løtuni.

Fíggjarskipanin hjá Gjaldstovuni skuldi endurnýggjast og flest øll hava hoyrt um, hvussu strilti gekst at fáa hesa at virka. Landsverkfrøðingurin kundi, eins og aðrir leiðarar, sent landsstýrinum eitt skriv, har hann frásegði sær ábyrgd fyri roknskapi og nýtslu, inntil amboðini, sum brúkast skuldu, vóru tøk. Fyri okkum sum sótu nær hesum málinum kann væl hugsast at hetta vildi viðført stórt rok, men vána úrslit.

Landsverkfrøðingurin tók ábyrgd á seg, setti fólk á stovninum av og setti skipanir upp, soleiðis at Gjaldstovan sum frægast kundi berja seg burturúr fløkjuni, hon var komin í. Aðrir fylgdu í hesi fótaspor.

Í sambandi við Lívfiskastøðina í Skopun hevur landsstýrismaðurin í alimálum vent sær til Landsverkfrøðingin við fyrispurningi um vit kundu tryggja honum, at stovnsins vitan kom til høldar í sambandi við at P/f Fiskaaling skuldi tryggja støðina móti brimi.

Hóast hetta ikki var ábyrgdarøki stovnsins og hóast P/f Fiskaaling hevur mótarbeitt ráðgevingini frá Landsverkfrøðinginum alla tíðina, so hevur stovnurin ongantíð uppgivið at fáa sum frægast burturúr - í seinastuni, tá P/f Fiskaaling als ikki vildi tosa við stovnin, við at tosa við DHI í sambandi við teirra ráðgeving til P/f Fiskaaling.

Hesi dømi eru frá økjum, har Landsverkfrøðingurin við góðum rætti kundi yppt øksl og latið onnur roynt seg. Men soleiðis arbeiðir stovnurin ikki. Hann verður goldin við skattakrónum og borgarin hevur rætt til at fáa nyttu fyri pengarnar uttan mun til arbeiðsumstøður og uttan mun til frustratiónir hjá persónum í leiðsluni og á gólvinum.

Fíggjarlógarviðgerðin er sjálvur lykilin til virksemi stovnsins og hevur øll árini síðani 1948 fingið drúgva viðgerð á stovninum, í landsstýrinum og í løgtinginum, soleiðis at allir partar kenna seg tryggar við tað, sum gerast skal - og tað, sum ikki skal gerast. Inntil fíggjarlógina 1998, sum eftir stovnsins mátistokki er gjørd uppá kvamsvís.

Men hóast hesa vána viðgerð, so hevur stovnurin gjørt sítt til at fáa sum frægast burturúr í teim einstøku málunum.

Nevnd er sett at viðgera spurningarnar í sambandi við samferðsluna í Føroyum framyvir. Hóast setningurin var breiður og einkisigandi, so hevur landsverkfrøðingurin gjørt sítt til, at setningurin gjørdist nágreiniligari, soleiðis at kanska okkurt konstruktivt fæst burturúr, hóast vánirnar eru sera smáar.

Í sambandi við hetta arbeiði er fyrispurningur settur til stovnin í sambandi við raðfestingar av havnaíløgum. Hóast bæði fyrispurningur og eftirfylgjandi tos vóru sera hjálparleys og ákærandi, so royndi stovnurin sum frægast at vísa á eina kós og at geva tilfar, sum arbeitt hevur verið við higartil. Sjálvt eitt internt notat um setningin á havnadeildini varð givið til kunningar.

Tað hevði borið til at verið óreinur, men stovnurin er konstruktivur, eins og hann øll 50 árini hevur verið konstruktivur.

Kommunubólkurin kom við fyrispurningi um starvsøki stovnsins og stovnsins samskifti við kommunurnar. Stovnurin kundi við góðum rætti verið sera fornermaður um, at hann ikki er umboðaður í kommunubólkinum, sum ein av teim stovnum, sum hevur havt mest samband við kommunurnar. Men stovnurin var konstruktivur, sum altíð og brúkti nakrar vikur uppá at lýsa viðurskiftini so gott sum møguligt. Lítið røkist tó fyri, at nakar hevur sett seg inn í tað tilfar, sum sent er.

Síðani fyrst í øldini hevur ein skipan virkað við havnaætlanum: 10-ára ætlanir, 6-áraætlanir og 8-áraætlanir. Í sambandi við kreppuna í 1989 og frameftir, var hildið aftur í sambandi við studningarnar og síðani 1995 hevur at kalla einki verði gjørt sambært hesum ætlanum.

Stovnurin hevur víst á fleiri ferðir, at løgtingið eigur at avtaka lógirnar partvíst tí kommunurnar við hesum lógum hava rætt til studning til havnaíløgur og fyri at vera leysur til at gera nýggjar skipanir, um hetta er ynskiligt.

Veruleikin í dag er, at onkur kommuna fær ongan studning, onkur fær 50%, onkur 90% og onkur fær 100% í studningi til havnaíløgur - uttan at nøkur skipan er á økinum. Men lógirnar eru ikki settar úr gildi og onkur løgin frágreiðing, sum fáur heldur skil vera í, er fest á blað sum formlig grundgeving. Hetta merkir í stuttum, at ein heilur partur av samferðslukervinum í fleiri ár hevur verið í mannagongdsloysi.

Landsstýrið skal góðkenna sølu og sølulíknandi gerðir hjá kommununum. M.a. langtíðarleigusáttmálar á havnaøki. Stovnurin hevur øll hesi árini umsitið hesa góðkenning, inntil knappliga, nú stovnurin umvegis fær at vita, at leigusáttmálar viðhvørt verða góðkendir í landsstýrinum uttan orð ella eið. Okkurt dømi frá Oyndarfirði vísir, hvat kann henda í slíkum mannagongdsloysi.

Stovnurin hevur skrivað til landsstýrið um at fáa eina rímiliga mannagongd. Stovnurin hevur fingið svar uttan at vera eftirspurdur um, hvørjar fylgjur hetta fekk fyri ta orku, sum neyðug verður fyri at loysa uppgávuna.

Sum ikki einaferð hevur stovnurin gjørt tað einasta møguliga konstruktiva - hevur skrivað eitt innanhýsis notat, sum eisini er sent einum fulltrúða í Tinganesi, og hevur so góðkent leigusáttmálarnar við kontrasignering frá landsverkfrøðinginum, sum ein fulltrúði í Tinganesi so hevur yvirstrikað og sett sína egnu undirskrift á og latið ein landsstýrismann/løgmann undirskriva.

At nevna hetta mannagongd er nakað yvirdrivið, men at seta eitt heilt fólk fyri at gera tað arbeiði, sum annars verður gjørt betur og skjótari við umleið 10-15% av einum fólki er heldur ikki góð leiðsla, máta við mátistokki landsverkfrøðingsins. Trupulleikin hevur tó havt við sær, at bunkin við óviðgjørdum sakum bara veksur.

Ætlanin var at gera eina reglugerð fyri stovnin. Hendan hevur verið í umbúna í mong ár og vinnumálastýrið tók hana fram aftur beint fyri seinasta val. Stovnurin var konstruktivur sum altíð, og roknaði fyri vist við, at ætlanin var at taka málini eitt fyri og annað eftir og finna mannagongdir, sum allir partar - og málini sjálv - kundu liva við.

Tað einasta sum hendi var, at ein reglugerð var skrivað uppá kvamsvís og løgd einum fráfarandi løgmanni til undirskrivingar. Eingin verulig viðgerð fór fram og í dag kann hendan reglugerð ikki nýtast til annað enn at kasta í høvdið á hvør øðrum við.

Ein sera óheppin fylgja er t.d. at skriv vera send úr landsstýrinum til stovnin, har ynskt verður at eitt mál skal ummælast. Tað er púra greitt fyri ein og hvønn, at tað ber als ikki til at ummæla nakað uttan eina greiða mannagongd fyri, hvussu og við hvørjum endamáli ummælast skal. Stovnurin hevur eisini í slíkum førum verið so konstruktivur, sum tað hevur borið til: har nakar møguleiki var fyri at ummæla við skili, har er ummælt - annars er einki gjørt, heldur ikki ókvæmisskriv, sum annars hevði verið ein møguleiki.

Ein onnur sera óheppin fylgja av, at ongar mannagongdir eru gjørdar, er tann óvani, at fulltrúðar í landsstýrinum ringja til arbeiðsfólkið á stovninum í sambandi við málsviðgerð uttan fyrst at hava fingið boðini gjøgnum leiðsluna.

Hesi dømi eru frá tí, vit vanliga nevna mannagongdir og er sjálv kjarnan í tí, at fáa vælviljað starvsfólk at virka konstruktivt. Stovnurin hevur sum frægast roynt at gjørt mannagongdir fyri tey, sum starvast undir leiðsluni, men sum tey næstu dømini lýsa, so ber illa til at skerma arbeiðsfólkini og úrslitini frá øllum destruktivum kreftum.

Havnaútbyggingin í Fuglafirði er eitt dømi, har stovnurin als ikki var eftirspurdur, hvussu útbyggjast skuldi og hvør studningur var skilabestur. Landsstýrið og kommunan viðgjørdu einsamøll málið og úrslitið gjørdist at studningur skuldi vera 50% av 12 mió. kr.

Hyggja vit eftir hesum prosjektinum, so er neyvan ivi um, at havandi í huga møguleikarnar í sambandi við sildina, sum helst kunnu telja hundraðtals mió. kr. árliga í nøkur ár, so er verandi útbygging neyvan optimal, sæð frá heildini - hóast hon er optimal sæð frá kommununnar sjónarmiði soleiðis sum studningurin er ásettur.

Var stovnurin eftirspurdur og við í sjálvari viðgerðini av hesum málinum, so var útbyggingin helst øðrvísi, og møguleikarnir at gagnnýta møguleikarnar í sambandi við sildina helst væl betur.

Dýpingin í Leirvík er eitt annað dømi um eitt prosjekt, sum verður tikið frá øvugtum enda. Dúgvan silgdi inn á Leirvík um summarið og Landsverkfrøðingurin hevur ávarað ímóti, at har var ov grunnt. Frá Tummasi Magnussen, táverandi stjóra, fekk stovnurin fyrst at vita, at hann ikki dugdi at avlesa kort. Seinni, tá Dúgvan tók botn, fekk stovnurin gjøgnum útvarpið at vita, at hann ikki dugir at tekna kort!

Men stovnurin var konstruktivur og fekk saman við Strandferðsluni gjørt eina fyribilsskipan, soleiðis at Dúgvan kundi leggja gronina at rampanum í Leirvík. Tosað var tá um møguleikan at dýpa fyri summarsigling ella at dýpa fyri heilárssigling. Árini gingu, og á stovninum gjørdust vit meir og meir óttafullir, tí einki røktist fyri at dýpingin kom á tal. Skipararnir fingu aftur í 1997 at vita støðuna og knappliga á heysti 1997 kom skriv frá landsstýrinum um »ein kneysa í Leirvík«.

Skriv var sent landsstýrinum aftur við frágreiðing um alt málið og við eini ætlan fyri hvussu Dúgvan skuldi fáast at sigla alt árið um Leirvíksfjørð millum Leirvík og Klaksvík. Dýpingin var tá leysliga mett til at kosta 10 mió. kr.

Hóast hesar frágreiðingar, so sendir landsstýrið fíggjarlógaruppskot til løgtingið, har sagt verður, at brúkast skulu 2 mió. kr. í 1998 fyri at fáa Dúgvuna at sigla alt árið um Leirvíksfjørð. Eftir mátistokkinum hjá Landsverkfrøðinginum er hetta at ljúgva fyri tinginum.

Ábøturnar á ferjuleguna á Oyrargjógv er eitt annað ítøkiligt dømi um arbeiðsumstøður, sum neyvan kunnu kallast umstøður.

At ferjurampan á Oyrargjógv var útslitin og at Sam var lítið og gamalt skip, sum ikki framyvir kundi røkja farleiðina um Vestmannasund var greitt fyri øll. Síðani fyrst í 90-unum hevði Landsverkfrøðingurin arbeitt við spurninginum saman við Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin var kunnaður á teim vanligu fundunum, har slíkt var viðgjørt og setningurin var, at Ternan skuldi hava møguleika at sigla alt árið.

Í 1996 var ferð sett á kanningararbeiðið, mátitól sett út og samskifti millum Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin um møguleikarnar. Á fíggjarlógini fyri 1997 verða settar 4 mió. kr. av til umbygging av ferjuleguni á Oyrargjógv og bæði landsstýrismaðurin og fíggjarnevndin verða kunnaði munnligt um, at stovnurin arbeiðir við møguleikunum. Á vári 1997 vóru aldukanningarnar gjørdar so frægt, at modelroynd kann gerast og landsstýrismaðurin verður boðin við, soleiðis sum vanlig mannagongd hevur verið.

Einki hoyrist frá landsstýrinum, annað enn, at har er eingin áhugaður í hesum kanningum - inntil góðan mánaða eftir, tá modelroyndirnar vera framdar, tá stovnurin fær boð úr landsstýrinum, at ætlanin var ongantíð at gera annað enn at skifta ferjurampuna og stovnurin var í veruleikanum ákærdur fyri illoyalitet.

Skriv vóru send aftur og fram og enn eru ikki annað enn ógreið boð komin úr landsstýrinum um, at tað bæði ynskti at Ternan skuldi sigla alt árið og at tað ynskti, at einki annað verður gjørt á Oyrargjógv enn at skifta ferjurampu - hóast stovnurin í skrivum sínum hevði víst á, at ferjurampan hevði einki við spurningin um Ternan kundi sigla alt árið at gera.

Hóast ákærur og óhumsku, so royndi stovnurin at fáa sum frægast burturúr hesum boðum og skifti ferjurampuna út so lítið og so bíliga sum til bar og hevur boðið sær til at hjálpa Strandferðsluni við ásetingum av nær Ternan kann sigla og nær hon ikki kann sigla.

Royndirnar í vetur lýsa til fulnar, hvørji støðu fakfólkið bæði á Landsverkfrøðinginum og á Strandferðsluni hava verið í undir allari viðgerðini av hesum málinum.

Í mong ár hevur verið arbeitt við spurninginum um kloakkina í Sørvági og eina kloakk frá Vatnsoyrum til annaðhvørt Miðvágs ella Sørvágs. Spurningurin var avgreiddur saman við landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Eilifi Samuelsen, og landsverkfrøðingurin hevði lovað landsstýrismanninum, at um peningur var avsettur, so varð uppgávan loyst.

Landsstýrismaðurin fekk løgtingið at avseta peningin í fíggjarlógini fyri 1997, men vinnumálastýrið legði seg omaná heimildina á játtanina. Tá tíðin var so langt útliðin, at setast mátti á arbeiðið, um lyftið til landsstýrismannin skuldi halda, skrivaði landsverkfrøðingurin bræv til vinnumálastýrið og segði frá, at arbeiðið verður sett í gongd og at stýrið mátti gera sína uppgávu og fáa heimildirnar uppá pláss.

Í mong ár hevur verið arbeitt við spurninginum um eina tilbúgvingarætlan. Brunaumsjón landsins og fútin hava gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði og høvdu eina ætlan, sum í smáum skuldi fáa skjøtil á uppgávuna. Løgtingið avsetti pening til endamálið í 1997 og í 1998. Ætlanin var at Brunaumsjón landsins skuldi umsita játtanina, men hesa heimild lat vinnumálastýrið ongantíð frá sær og enn er at kalla einki hent málinum at gagni.

Hvussu koma vit frameftir, bæði landi og fólki at gagni og allir partarnir við virðing?

Vit standa í eini støðu, sum á mangan hátt kann nevnast eitt vegamót. Fleiri stjórar eru frákoyrdir, teir flestu helst uttan nakra rímiliga grundgeving, men allir við nøkrum smávegis veikleikum, sum helst eru blástir óskapligir. Á ákærubeinkinum situr nú ein stjóri, sum als ongin skitin blettur sæst á, annað enn teir náttúrligu blettir, sum standast av at gera nakað til nyttu.

Tann stjórin, sum nú situr á ákærubeinkinum, situr har, tí hann hevur virkað sum sakligur leiðari og tikið ábyrgd. Tí er hetta eitt prinsippmál: ynskja vit, at føroysk leiðslumentan verður ein ja-sigara mentan ella ynskja vit eina ábyrgdarmentan í okkara leiðslu.

Spurningurin um landsverkfrøðingin er ikki ein spurningur um persónar, men um prinsippir. Men tað ber ikki til at skilja prinsippið frá gerðini: verður landsverkfrøðingurin sendur til hús, hava førysku politikararnir valt prinsipp!

Verður landsverkfrøðingurin sendur til hús, so er næsti maður líkrænari og kann ikki virka undir øðrum leiðsluprinsippum enn teimum óreiðiligheitsprinsippum, sum nevnd eru fyrst í notatinum.

Ein gongd leið fyri allar partar er at síggja hesa fløkjuna sum ein náttúrligan part av øllum teim broytingum, sum farnar eru fram tey seinnu árini í umsitingini. Tær flestu av hesum broytingum hava ikki havt nakran góðan.

Ymiskir sjónarvinklar hava ørkymlað landsstýrismannin, men hann vil nú fáa skil á, hvør ger hvat og hvussu. Fólk fara nú at seta seg við reglugerðunum í Vinnumálastýrinum og fáa mannagongdirnar viðgjørdar.

Ætlanin at leggja Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingin saman verður tikin av skránni og nevndin viðvíkjandi fasta sambandinum um Vestmannasund verður vald av nýggjum í næstum.

Í hesum sambandi vil løgmaður tryggja sær, at umsitingin virkar eisini í øðrum liðum og fer at gera sítt til, at slíkar ørkymlingar ikki fyrikoma aftur.