íkomið í ES og hevur til endamáls at fremja samvinnu, sum kann hava við sær búskaparliga samanrenning millum londini, umframt menning av viðkomandi samstarvsøkjum.vindur og veður, ávirkan hevur og sítt krevur [...] fyri at luttaka í eitt nú EBSøsamstarbvinum millum ES og EFTA ella í fríhandilssáttmálum, sum EFTA hevur gjørt við londini í Eystureuropa og annars uttan fyri Europa. Fyri at bøta um støðuna hjá Føroyum [...] leggur dent á at gera Føroyar sjónligari og virknari í norðurlendskum politikki. Í hesum sambandi hevur landsstýrið skotið upp, at samstarvið hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharrastovninum við
Niels Henning Ørsted Pedersen hevur, hóast hann bert er 52 ára gamal, verið frammi á heimsjazzpallinum síðani fyrst í sekstiárunum. Og hann er tikin úr leikum. Hesin danin hevur alla sína tíð bergtikið jazzheimin [...] fólk fara í ein banka og fáa eitt lán saman - a loan together. Jazzskemt av fjálgasta slag! NHØP hevur sjálvur sagt í samrøðu (í blaðnum í gjár), at ein skal ikki undirmeta lurtaran. Og tað haldi eg avgjørt [...] tumlinum aftanfyri bassarmin alla tíðina. Eg havi so ongantíð sæð, ella lagt til merkis, nakran, ið hevur gjørt so. Í hvussu er ikki í so stóran mun, sum NHØP. Ulf Wakenius slapp eisini sera væl frá framførsluni
hjá HB, Uni Arge, sum hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum, hann spældi við Leiftri í ár. Bæði Jens Martin og Uni spæla aftur við Leiftri næsta ár. Leiftur hevur sum heild havt eitt [...] eftir, og teir verða báðir spældir hetta vikuskiftið. Tað er B36, sum í samstarvi við m.a. Sosialin hevur bjóðað íslendska liðnum Leiftur av Ólafsfirði hendavegin. Leiftur, sum skal spæla tveir dystir á ferðini [...] fleiri føroyingar eru í felagnum. Venjari er Páll Guðlaugsson, sum er av íslendskum uppruna, men sum hevur búð í Føroyum í nærum 20 ár, og sum sjálvandi var venjari hjá føroyska landsliðnum í byrjanini, tá
við í ætlanini. Eftir hetta, so hevur Finnbogi Lisberg arbeitt við at fáa fólk til at heiðra skaldið á ymiskar hættir. Og hetta hevur eydnast honum sera væl. Hann hevur m.a. fingið Kim Hansen, Hanus Johansen [...] Sumba og í Norðurlandahúsinum hava somu skrá. Tvøramenn eiga eisini Poul F. Skaldið Poul F. Joensen hevur eisini verið Tvørámaður burturav. Hann starvaðist sum lærari í Froðba í nógv ár. Hetta ger, at Tvøramenn [...] soleiðis fyri, at føðingardagur skaldsins eisini verður hátíðarhildin á Tvøroyri. Tiltakið á Tvøroyri hevur ikki heilt somu skrá, sum tiltakið í Sumba og í Norðurlandahúsinum, men eisini hava tvøráfólk fingið
eitt nú Dráttur hevur spælt tríggjar dystir fleiri enn Mjølnir nú bert góður hálvur annar mánaður er farin av kappingini. Mjølnir hevur spælt fýra og vunnið allar, meðan Dráttur hevur spælt sjey og vunnið [...] verður ov einstáttað og tískil verður ov lætt hjá klaksvíkingum at verja fyri álopunum. Mjølnir hevur eisini fingið góðan styrk í ár, tí Helen á Lakjuni, sum var einasti landsliðsleikarin á ÍF liðnum [...] leika við Mjølni. Hon er komin væl frá skiftinum og er fallin væl inn á liðið hjá Marjun Kalsø. Fleyr hevur eisini havt tilgongd í ár, men tað er bara ikki nog mikið til rættiliga at kunna gera seg galdandi
hálvur føroyingur og hevur tí stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. So stóran at hann fyri nøkrum árum síðani stovnaði felagsskapin Faroe Islands Solidarity Community, ið hevur til endamáls at bøta [...] London og síggja og uppliva býin, sigur Louis Wilson. Nógv virksemi Vikarstovan hjá Louis Wilson hevur nógv viðskiftafólk, serliga ellisheim, sjúkrahús og annars privatfólk, sum hann útvegar starvsfólk [...] Louis Wilson. - Búskaparstøðan er rættiliga góð júst nú, nógv virksemi er á sjúkrahúsunum og tað hevur ført við sær stóra tørvin á bæði útbúnum og óútbúnum røktarstarvsfólki. Og orsakað av stóra trotinum
boðað landsstýrinum frá, at vend skuldi koma í og samstarv fáast í lag við Javnstøðunevndina. Síðani hevur landsstýrið í fleiri førum vent sær til Javnstøðunevndina um vegleiðing og støðutakan í ítøkiligum [...] landsstýrismálastýrunum. Har eru 92 konufólk og 272 mannfólk við ávikavist 23 og 85 eykavaldum. Tað hevur gingið striltið at fáa yvirlit yvir býtið og sum oftast frættir Javnstøðunevndin um, hvussu nevndir [...] nevndir og ráð verða mannað, í fjølmiðlunum. Kærur Meginparturin av arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini hevur verið at svara fyrispurningum og í fjølmiðlum at gera vart við øki og mál í samfelagnum, har javnstøðan
har longu hevur hava tíð til at festa rót. -Vit mugu undir øllum umstøðum vita, hvat tað er vit gera sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum millum tilfarið á borðið sínum eisini hevur áhugaverdar [...] Nú fíggjarlógaruppskotið er liðugt hevur fíggjarmálaráðharrin fingið eitt annað stórt mál á arbeiðsborð sítt í glasbygninginum á Argjum. Tað er eitt útkast til eina føroyska kolvetnisskattalóg. Fólk frá [...] er serstakliga hetta seinasta árið, at ferð er komið á málið. Ein týðandi partur av fyrireikingini hevur verið at vitja onnur lond, sum hava slíka lóggávu, eitt nú Noreg, Danmark og Bretland fyri bert at
vorðin kræsnari, hevur tíbetur eisini ført við sær, at góðskan á tí føroyska tilfarinum í dag, er munandi betur enn fyrr. Tónleikabólkarnir hava góðtikið krøvini frá keyparunum, og keyparin hevur víst sítt takksemi [...] bert tónleikararnir, sum hava fingið strang krøv frá føroysku keyparunum. Høgni Zachariassen, sum hevur starvast í fløguvinnuni í eini fimm ár, sigur, at tað er farin ein týðulig hugburðsbroyting fram hjá [...] gera sær nakrar vónir um at selja hana. Haraftrat er tað so, at ungdómurin her á landi nú á døgum hevur ein nógv breiðari "musiksmag", enn hann hevði fyri bert fáum árum síðani, sambært Høgna. Fyrr var
mikudagin, men fer møguliga avstað aftur hósdagin. Tað hevur hann eisini gjørt áður, og tað hevur riggað væl. Eykamaður inn fyri Jóannes Jóannes Eidesgaard hevur fingið farloyvi í 10 dagar, og fyri hann tekur [...] hjástaddur í tinginum, av tí at hann var í Danmark, tá Fólkatingið varð sett. Spurdur hví tingið hevur sett viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum, júst sum fólkatingslimir og løgmaður eru burturstaddir [...] møguleikum at verða við í hesum arbeiði, sigur løgmaður. Óli ferðast millum londini Óli Breckmann hevur áralangar royndir at ferðast millum Løgtingið og Fólkatingið. Hann sigur við Sosialin, at hann kemur