Fleyr og Mjølnir møttust eisini í kvinnudeildini sunnudagin og var dysturin hjá monnum einsrættaður til fyrimuns havnarmanna, so var dysturin hjá kvinnunum tað beint øvugta. Mjølnir smurdi Fleyr av, so dyggiliga.
Tað vóru tó havnargenturnar sum løgdu harðast út. Tær løgdu seg á odda í fyrsta setti og einu løtuna vóru tær á odda 6-2. Men so kom av álvara stígur í. Mjølnir yvirtók spælið og áðrenn Fleyrkvinnurnar aftur høvdu fingið eyguni upp, so vóru klaksvíksgenturnar stroknar avstað uppá 12-6. So kom stígur í hjá Mjølni eina løtu. Tær tóku sær eitt sindur av løttum, meðan Fleyr-genturnar vístu, at eisini tær duga at berjast fyri sigrinum.
Men hetta var stokkutur hiti, tí Fleyr megnaði ikki meir enn upp á 12 stig. Tá søgdu klaksvíkingarnir at nú var nóg mikið og vunnu settið 15-12.
Annað sett var ein verri ein hjá Fleyr. Mjølnir genturnar struku avstað og við góðum spæli vístu tær havnargentunum hvar skápið skuldi standa. Tær vunnu annað sett við heili 15-5.
Orsøkin til hetta stórtap var, at Fleyr-genturnar púra góvu skarvin yvir. Móttøkurnar vóru út av lagi vánaligar og tá gongur einki. Álopsspælið verður ov einstáttað og tískil verður ov lætt hjá klaksvíkingum at verja fyri álopunum.
Mjølnir hevur eisini fingið góðan styrk í ár, tí Helen á Lakjuni, sum var einasti landsliðsleikarin á ÍF liðnum, sum varð tikið úr kappingini í fjør, er í ár farin at leika við Mjølni. Hon er komin væl frá skiftinum og er fallin væl inn á liðið hjá Marjun Kalsø.
Fleyr hevur eisini havt tilgongd í ár, men tað er bara ikki nog mikið til rættiliga at kunna gera seg galdandi á ovastu rók.
Men tað er verri, at spælararnir hava gloymt at kempa. Í dystinum sunnudagin sá einu løtuna út til at tær tóku sær alt ov nógv av løttum serliga tá hugsað verður um, at tær fyri eini viku síðani høvdu væl og virðiliga fatur á Mjølni í finaludystinum í FK-kappingini. Men tað hjálpti alt so lítið kortini tí Mjølnir vann annað sett.
Triðja sett gjørdist eisini ein avgreiðsluspurningur í hesum dystinum og Mjølnir vann eisini hetta settið klárt og týðuliga. Triðja sett endaði við einum 15-7 sigri til Mjølnir og tískil kundu tær fara aftur til Klaksvíkar við tveimum stigum og einum góðum settmuni.
Mjølnir kortini
ikki fremst
Hóast hetta var fjórði sigurin hjá Mjølni í landskappingini í ár, so liggja tær ikki á ovastu rók í kappingini.
Kappingin er so undarliga háttað í ár, at eitt nú Dráttur hevur spælt tríggjar dystir fleiri enn Mjølnir nú bert góður hálvur annar mánaður er farin av kappingini.
Mjølnir hevur spælt fýra og vunnið allar, meðan Dráttur hevur spælt sjey og vunnið fimm.
Hvussu flogbóltssambandið ætlar at fólk skulu kunna halda skil á slíkum er ikki til at vita, men soleiðis er kappingin løgd.
Men fyri tað at Mjølnir ikki er fremst, so eru tær kortini besta lið í deildini. Tað er tað eingin ivi um.