Neyvt Hondverk ? Ørandi Pallframførsla

Tað var jazztónleikur og spæl av fyrstu skuffu í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, tá høvuðsnavnið á Jazzfestivalinum í ár, NHØP, fór á pallin.

Bassleikarin fram um teir flestu, Niels Henning Ørsted Pedersen, og guitarleikarin Ulf Wakenius framførdu meistarliga. Ein kann gera sær ómak, men valla finnast orð, ið kunnu endurgeva ella greiða frá til helvtar ta uppliving, ið fulli salurin fekk hóskvøldið.

NHØP verður ikki tikin.

Dagfinn Olsen


Niels Henning Ørsted Pedersen hevur, hóast hann bert er 52 ára gamal, verið frammi á heimsjazzpallinum síðani fyrst í sekstiárunum.

Og hann er tikin úr leikum. Hesin danin hevur alla sína tíð bergtikið jazzheimin og gingið undan og heilt ungur leikti hann við størstu jazznøvnum í heiminum.

Stúgvandi fulli salurin hóskvøldið mundi helst ikki vænta sær annað, enn eina tónleikauppliving og eina framførslu, ið tey kundu taka heim við, og síðani liva uppá og goyma í áravís. Stór krøv, men salurin fekk øll krøv eftirlíkað.


Fjálgasta jazzskemt

Ein kann valla tvíhalda um, at tað var tað mest undirhaldandi og skemtiliga tónleikaparið, ið stóð á palli. Men hinvegin, so var álvara í og tveir leikarar vístu hvat teir megnaðu og tað var ikki so lítið. Tó var ikki sørt av jazz-humor, ella skemti, at hóma.

Jazzløg hava ofta løgin heiti. (Gloymi ongantíð eitt hjá Plúmm, ið nevndist ?Gone fishing?).

NHØP greidi frá, at í sonevndu spilltíðini, tá teir eru á ferð, so gruna teir ofta um, hvat heitini merkja. Lagið teir nú ætlaðu at spæla nevndist ?Alone together. Ein trummuleikari var komin við loysnini. Alone together er ein hending, ið fer fram, tá fleiri fólk fara í ein banka og fáa eitt lán saman - a loan together.


Jazzskemt

av fjálgasta slag!

NHØP hevur sjálvur sagt í samrøðu (í blaðnum í gjár), at ein skal ikki undirmeta lurtaran. Og tað haldi eg avgjørt ikki ein kann skuldseta hann fyri. Hetta var tónleikur í tyngra jazzendanum, rimmar jazzur. Ikki happy-jazzur at dansa og tralla við eftir. Krøv til lurtaran!

Tó, bert lurta, njóta, lata sega tølað.


10 fingrar

Tað var flott. So flott, sum ein neyvan upplivir fleiri ferðir á æviskeiði sínum.

Hvussu ofta sær ein t.d. ein bassleikara, ið nýtir allar 10 fingrarnar samstundis. Jú rætt var tað. Einki við at halda um armin á bassinum við tumlinum aftanfyri bassarmin alla tíðina. Eg havi so ongantíð sæð, ella lagt til merkis, nakran, ið hevur gjørt so. Í hvussu er ikki í so stóran mun, sum NHØP.

Ulf Wakenius slapp eisini sera væl frá framførsluni. Hann spældi eisini eina egna útseting av einum lag einsamallur.

Men eg hevði tað so, og óivað fleiri við mær, at eg var komin fyri at hoyra og síggja Niels Henning Ørsted Pedersen.

NHØP er eitt flogvit og ein snillingur.

Hugtakandi framførsla - væleydnað.

Kann ikki lýsast í orðum.

Skal nakað nevnast, ið var óheppi, so var tað, at hjá okkum, ið vóru aftarliga í salinum var keðiligt, at endaveggurin út í Klingruna var tikin niður. Hetta hevur sjálvsagt verið gjørt í sambandi við stóru gospelkonsertina seinni á kvøldi, men til eina konsert við bassi og guitari gav hetta ov nógv óljóð á aftaru røðunum. Har gingu fólk og fyrireikaðu næstu konsert og onnur prátaðu og drukku kaffi. Hetta hevði við sær, at lurtarar á 6 teimum aftastu røðunum skiftust at siga Shhhh!! Hetta kann tykjast sum grenj, og tað er tað kanska eisini.