Zapata úr Argentina, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Klaksvík. Veronika Ruth Zapata hevur áður verið alment frammi og tosað um, hvussu torført tað er hjá útlendingum at fáa fótin fyri seg [...] Føroyum, tí at tilboðið til frálæru í føroyskum er so lítið. Sjálv er hon mest sum sjálvlærd, og hevur seinastu tíðina tikið nøkur skeið á HF-stigið. - Tað var stuttligt at sita á skúlabonki aftur, tá [...] 2000. Lærdómur er tó lættur at bera, og eg havi lært um politisiku skipanina og um Føroya søgu, sum hevur verið sera gott fyri meg. Eg havi lært nógv meiri um hetta landið, sigur hon. - Eg haldi, at Poul
. NPM er ein máti at skipa og stýra almennu fyrisitingini, sum hevur íblástur frá privata vinnulívinum og marknaðarbúskapi, og sum hevur merkt umsitingarnar í okkara parti av teiminum tey seinastu 30 árini [...] Aksel Johannesen heldur, at umsitingarligi leiðsluhátturin, sum kallast New Public Management (NPM) hevur spælt fallitt. Og at vit í staðin eiga at stíla eftir einum demokratiskum leiðsluformi, sum tekur [...] í avgerðirnar. - New Public Management lovaði at skapa ein betri og bíligari almennan sektor, men hevur í roynd og veru givið ein almennan sektor, sum er bæði dýrari og vánaligari, kunnu leiðandi granskarar
framleiðsluvinnan á landi hevur eisini havt fleiri fíggjarliga tung ár. Lívfrøðiliga sær ikki mætari út. Ávaringarnar frá fiskifrøðingum hava ikki skortað, men nóg væl hevur ikki verið lurtað, og fleiri [...] Fiskivinnan er hornasteinurin í føroyska samfelagnum, men fiskivinnan hevur avbjóðingar, ið krevja, at vinnan og myndugleikarnir semjast um, hvussu fiskivinnan við Føroyar kann umsitast soleiðis, at sum [...] kunna skjalprógva, at okkara veiða er burðardygg. Tilfeingisgjald ásetast við skili Í seinastuni hevur nógv kjak verið um, at tilfeingisvinnur skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald. Í 2010 samtykti
eins viðkomandi spurningur: Hvat hevur ES gjørt fyri at forða hesum? Og kann ein læra nakað av hesum? Ábyrgdin fyri støðuni liggur fyrst og fremst í Grikklandi, men ES hevur eisini eina medábyrgd í hesum [...] helst menna landið enn meiri. Í dag kann ein helst kjakast um og ivast rættiliga nógv í, hvussu hetta hevur eydnast. Tá so Grikkaland fyri 10 árum síðani kom við í euro-samstarvið átti onkur ávaringarklokka [...] enn einaferð seta seg yvirav hvørjum øðrum og finna fram til eina semju, nú ið grikska tjóðartingið hevur samtykt eina spariætlan fyri milliardir krónur. Her kann bara spyrjast gott burturúr. Tað er tungt
at Ebbe Kristinn Thomsen (myndin) var á veg til AB. Heimasíðan hjá AB hevur nú váttað tíðindini. 23-ára gamli Ebbe Kristinn hevur seinastu trý árini spælt við B71, men velur nú at skifta til 1.deildarfelagið [...] styrkir nú um hópin við donskum áleypara. Talan er um 19 ára gamla Mahmud Suleyman, sum í fleiri ár hevur verið ein profilur í sterku ungdómsrøðini hjá Brøndby, men sum gjørdist akkurát ov stuttur til veruligan [...] teir longu við ársbyrjan royndu at knýta Ebba Kristinn at felagnum. Bárður Olsen í klemmu Sosialurin hevur fyrr skrivað, at Bárður Olsen eisini er á veg til AB. Sum skilst er tað EB/Streymur, ið ikki vil leystlata
og løgregla vóru soleiðis um midnáttarleitið savnaði niðri á bryggjuni. Portalurin hevur júst verið framvið og hevur spurt Sunleiv Højgaard, átaksleiðara hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, hvat tað er, sum gongur [...] Athena nú stendur meiri upp úr sjónum framman, enn skipið hevur gjørt. Tá vit so kannaðu skipið aftan eisini, fingu vit staðfest, at Athena helst hevur tikið nakað av sjógvi inni. Sunleiv Højgaard sigur, at [...] ella úttøkini, sum ganga út úr skipinum, tí vit vita jú ikki, hvussu tað sær út innanfyri. Brimil hevur havt froskmenn niðri at hyggja eftir botnventilum. Nú ætla vit at royna at pumpa sjógvi úr skipinum
Mentamálaráðið hevur eisini átt sín leiklut í vakstrarpakkanum, sum vinnumálaráðið hevur staðið fyri. - Okkara leiklutur hevur serliga snúð seg um at vakt ans og fingið innivist fyri hugtakinum kreativar [...] vit ikki síggja mentan og gransking sum nakað fyri seg í einum ella øðrum fílabeinstorni, ið ikki hevur samband við veruleikan. Men heldur, at tað er sjálvt útgangsstøðið fyri allari menning og øllum vøkstri [...] vøkstri, bæði mentanarliga og búskaparpiga, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur tað hevur týdning, at vit satsa upp á vitan og kreativitet, og at vit fáa tað inn í okkara útbúgvingarskipan. At vit draga
einsamallur í álopinum er Øssur Dalbúð. Lettar øðrvísi álop Bogi Løkin, ið hevur drúgvar A-landsliðsroyndir, er ikki við í dag, tí hann hevur ein liðbandsskaða í knænum at dragast við, men væntandi verður hann [...] Føroyska U21-landsliðið fór av landinum sunnukvøldið og hevur í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, fingið fyrireikað seg til dystin í dag í allarbestu umstøðum. Bústaðurin er eitt gott gistingarhús og mánadagin [...] at allir eru sera spentir upp á uppgávuna, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21-landsliðnum. Føroyska liðið í dag er mannað soleiðis, at Jóan Pauli Dahl Jakobsen
av ísi, sum Mark Coreth fríggjadagin í farnu viku byrjaði at evna til. Síðani hevur ísbjørnin staðið á Nytorv, har hon hevur fingið loyv at bráðna. Ísbjørnin skal ímynda menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar [...] jólaprýði er langt frá tað einasta, ið fríðkar Keypmannahavn í hesum døgum. Veðurlagsráðstevnan, COP15, hevur við sær, at Keypmannahavn ikki er til at kenna aftur. Neonlitt Ráðhúspláss Ráðhúsplássið, hjarta í [...] tó ikki heilt. Mitt undir 20 metrar høga globusinum stendur pylsuvognurin »Morfars pølser«, sum hevur góðar dagar í hesum døgum. Eina aðrastaðni stendur eisini eitt stórt jólatræ við jólaperum. Tað óvanliga
til veg ella útstykkingar, ja so skal tann íð mist hevur eisini gjalda og halda við líka tað tilhoyrandi hegni. Um hetta ikki verður hildið - ja so hevur kríatúreigarin endurgjaldsskyldu! Verður hetta samtykt [...] hetta vandamikið fyri fólk og seyð og sera dýrt fyri seyðaeigara, tryggingarfeløg og bileigara. Tó hevur hetta uppskotið við sær, at óðalsmenn og bøndur eru samdir fyri eina ferðs skyld. Lagt navn til uppskotið [...] jarðaeigarar at gjalda og halda øll neyðug vegahegn. Sum samfelagið er nú er upplagt, at Landsverk hevur hesa uppgávu. Um so útreiðslan fer á bilar og jarðaeigarar ella á sama hátt sum aðrar vegútreiðslur