Argentini vil stýra Klaksvík

Veronika Ruth Zapata úr Argentina vil inn í Klaksvíkar býráð og stillar tí upp fyri Tjóðveldi.

 

- Eg haldi, tað er sera týdningarmikið at útlendingar stilla upp. Eg eri eitt bindilið millum tilflytararnar og heimstaðin. Eg eri bindliðið millum tað siðbundna og tað nýggja dynamiska mentanarlívið. Eg havi møguleikan at síggja við eygunum hjá einum hiðani og hjá einum útlendingi, sigur 35 ára gamla Veronika Ruth Zapata úr Argentina, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Klaksvík.

 

Veronika Ruth Zapata hevur áður verið alment frammi og tosað um, hvussu torført tað er hjá útlendingum at fáa fótin fyri seg í Føroyum, tí at tilboðið til frálæru í føroyskum er so lítið. Sjálv er hon mest sum sjálvlærd, og hevur seinastu tíðina tikið nøkur skeið á HF-stigið.

- Tað var stuttligt at sita á skúlabonki aftur, tá man hugsar um, at eg varð liðug í skúlanum í 2000. Lærdómur er tó lættur at bera, og eg havi lært um politisiku skipanina og um Føroya søgu, sum hevur verið sera gott fyri meg. Eg havi lært nógv meiri um hetta landið, sigur hon.

 

- Eg haldi, at Poul Michelsen eigur nógv rós uppiborið fyri at hava skipað fyri frálæru í føroyskum. Hetta er ein góð fyrimynd hjá øðrum fyritøkum at fylgja, sigur hon.

 

Veronika Ruth Zapata tekur nú eitt stig, sum kanska eingin tilflytari hevur gjørt áður. Hon stillar upp til kommunuval. Men hví júst Tjóðveldi?

- Eg valdi Tjóðveldi við hjartanum. Tað var sama kensla, sum tá eg síggi vakurleikan í landinum og kærleikan í manni mínum, sigur Veronika Ruth. Hon greiðir frá, at hon er hugtikin av øllum teimum kreativu kreftum, sum eru í Føroyum, bindimynstrinum, matinum, fiskiskapinum, landbúnaðinum og so framvegis.

- Tað er ógjørligt at seta eitt virði á slíkt hondarbeiði, heilt enfalt tí tað er nakað serstakt, eins og hvørt menniskja er. Tí valdi eg Tjóðveldi, sigur Veronika Ruth Zapata.

 

Veronika Ruth Zapata er úr Cordoba í Argentina. Hon hevur ein útbúgving innan list, sniðgeving og samskifti og starvast nú sum spansktlærari. Hon situr eisini í integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu. Hon sigur, at verður hon vald inn, fer hon fyrst og fremst at hugsa um integratión og málskeið.

 

- Tað er gjøgnum integratión, at vit kunnu luta út til heimin okkara siðvenju, søgu, vakurleika og land, sigur hon. Hon fer eisini at virka fyri at styrkja ferðavinnuna.

 

Veronika Ruth Zapata ásannar, at hon er fyri mismuni, tí alt tað politiska kjakið er á føroyskum. Hon ynskir tó ikki, at serlig atlit verða tikin at henni.

- Tað verður ein stór avbjóðing fyri meg at fylgja við í politiska orðaskiftinum. Eg kann tó líta á góðan stuðul frá toymi mínum. Eg skal svara á føroyskum og tó at eg ikki ivist í, at eg fari at gera onkur mistøk, vóni eg, at eg við tíðini læri málið betri og skjótt tosi tað flótandi, sigur hon.

 

- Eg vil eggja øðrum útlendingum at stilla upp eisini, fyri tann flokkin, tey ynskja, so at vit margfeldni í kommununum eisini verður endurspeglað í kommunustýrunum, sigur Veronika Ruth Zapata.